Leitiloyvi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tey bæði føroysku oljufeløgini eru nógv frammi í hesum døgum. Um somu tíð sum Atlants Kolvetni verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum, ger hitt føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni enn ein alvorligan vørr. Tað hevur einki minni enn tikið yvir alt leitiloyvið nr. 002, har italska ENI fyrr stóð sum fyristøðufelag. Loyvið er í landsynningspartinum av føroyska økinum, og varð boðið út undir fyrru útbjóðingarrundu í 2000. Tað var tá latið Føroya Kolvetni og ENI, sum í eini joint venture avtalu, vóru saman um loyvið. ENI hevði 75% og Føroya Kolvetni 25%. Men nú hevur Føroya Kolvetni yvirtikið tey 75% frá ENI, og hevur samstundis tikið yvir leiðsluna av virkseminum á hesum øki.
Loyvið, sum talan er um, er 214 ferkilometrar til støddar, og fevnir um blokkarnar 6004/11, 12, 13, 16 og 17. Felagið sígur í tíðindaskrivi, at talan er um eitt lovandi loyvi og grundgevur hetta við hesum:
o Tann sera lovandi struktururin Orodruin, har mett verður at møguleikarnir eru at finna týðandi nøgdir av kolvetni, er í loyvinum.
o Loyvið er tætt við Suilven-fundið bretsku megin markið, sum helst verður útbygt til
framleiðslu. Hetta fund er í sama strukturi sum Orodruin.
o Tað er sannlíkt, at Marjun-fundið, sum varð gjørt í loyvi 001, gongur í gjøgnum loyvið 002.
oTað er tætt við stóru oljuframleiðandi økini Foinaven og Schiehallion bretsku megin
markið.
oEin røð av royndarboringum er gjørd bretsku megin markið, teirra millum tað síðst
fráboðaða fundið hjá Chevron á Rosebank/Lochnagar í 2004, har útlit eru til, at olja er til staðar í rakstrarverdum nøgdum.
o Vegna ENI/Føroya Kolvetni samstarvið boraði ENI í 2003 ta fyrstu royndarboringina á loyvinum. Har vórðu bert funnin spor av kolvetni, men týðandi upplýsingar fingust til vega.
oLoyvið er kannað við bæði 2D og 3D (tvey og trídimensionellari) seismikki.
o Skjótt verða fleiri nýggjar royndarboringar gjørdar í økjunum kring loyvið 002 ? bæði á føroyskum og bretskum øki.
Føroya Kolvetni fegnast eisini um at kunna boða frá, at 2D seismikkskjótingin á Freya loyvinum vestanfyri Hetland, sum felagið stóð fyri, er endað og var sera væleydnað. Hetta var tann fyrsta av teimum 2D kanningum, sum í ár skulu gerast á seks av teimum loyvum, ið Føroya Kolvetni er partur av á Atlantsmótinum.
Í summar skjýtur Føroya Kolvetni eisini seismikk á føroyskum øki í loyvi 012, kallað Rannvá, sum felagið fekk tillutað í aðru útbjóðingarrundu. Føroya Kolvetni hækkaði í mars mánaði partapeningin við 150 milliónum krónum, og hevur nú 270 milliónir í tøkum peningi til, millum annað, tær verkætlanir, sum standa fyri framman á
bæði føroyskum og bretskum øki.
Tað er greitt, at Føroya Kolvetni við at keypa upp alt hetta loyvið, hevur fingið størri veingjabreiði og er vorðið eitt av teimum mest virknu feløgunum á Atlantsmótinum. Helst er tað nýggja strategiin, sum tey smærri feløgini eru farin at brúka, sum vit eru vitni til hr eisini. Sum byggir á, at tað eisini kann vera framtíð í smærri oljukeldum. Har tað eru fleiri slíkar í einum øki og sum kunnu vera við til at menna eitt lønandi undirstøðukervi, og her er tað ikki minst týðandi at kunna vera báðumegin markið. Føroya Kolvetni tykist leggja seg eftir at kunna vera við báðumegin markið og tí í framtíðini kunnu heysta ágóðan av nettup einum felags infrastukturi, sum ger smærri fund lønandi, og har tað tí ikki er alneyðugt at finna elefantar fyri at fáa lønsemi í.