Vilhelmina heiðrað

Vilhelmina Larsen í Dali eigur stórt og fjølbroytt ríkidømi at oysa av - og tað ger hon fegin. Leygardagin fekk hon Barnamentanarvirðislønina 1999 hjá Skúlabókasavnsfelagnum

Sigur tú Vilhelmina Larsen í Dali, sigur tú eisini skjaldur. Og øvut. Vilhelmina telist millum tey fáu, ið enn hava henda stóra dýrgripin, sum skjaldrini eru, inni at sær dagliga, og sum vilja gera alt fyri, at tey ikki fara.

- Skjaldrini hava havt stóran týdning fyri uppvaksandi ættarlið, ikki minst fyri meg og míni systkin. Eg eri bara ovurfegin um, at eg eri so heppin, at eg kann føra tey víðari. Tað er mín skylda, og eg havi sagt við míni børn, sum duga tey flestu, at føra tey ikki skjaldrini víðari, so fara tey, segði Vilhelmina Larsen í Dali í samrøðu í blaðnum fyri einum mánaði síðani.

Leygardagin fekk Vilhelmina Larsen Barnamentanarvirðislønina 1999 hjá Skúlabókasavnsfelagnum á almennari samkomu í hølunum hjá Grímu á Gamla Meiarínum í Havn. Í grundgevingini sigur nevndin fyri virðislønina, at Vilhelmina fær virðislønina, tí hon í virki sínum í mong ár hevur vakt ans fyri føroyskum skjaldrum og barnaspølum, og fyri føroyskari barnamentan sum heild. Hon eigur stórt og fjølbroytt ríkidømi at oysa av - og tað ger hon fegin. Vilhelmina dugir á sjáldsaman hátt at knýta ættarlið saman, og soleiðis er hon við at skapa flógvar løtur og gera børn og eldri meiri sjónlig í samfelag okkara, har gerandisdagurin kann sýnast nakað ovbyrjaður.


Á knænum hjá pápanum

Skjaldrini hevur Vilhelmina lært frá pápa sínum. Og soleiðis greiddi hon frá í blaðnum herfyri:

- Eg havi fingið skjaldrini við móðurmjólkini so at siga. Sungið varð fyri okkum, tá vit lógu í vøgguni, vit vórðu nanað, og eg minnist serliga løturnar á knænum hjá pápa, har hann sang fyri mær. Vit fingu ein beiggja, tá ið eg var níggju ára gomul, og honum plagdi eg at nana og syngja fyri.

- Vit hava frá okkara foreldrum fingið ein ómetaliga stóran arv. Hesin sangskatturin kann ikki metast ov høgt. Tað var ikki lisið so nógv í okkara heimi, tí arbeitt var alla tíðina. Meðan pápi spann hevði hann kvæðabókina, sum abbin hevði skrivað við hond, liggjandi á bonkinum beint við rokkin, samstundis sum hann minti seg á ymsu kvæðaørindini. Og tað vóru kvæði, ið høvdu fleiri hundrað ørindi. Haðani fingu vit spennandi søgur um risar og trøll, og í kvæðunum er tað jú altíð tað góða sum vinnur á tí illa. Tað er ikki at samanbera kvæðini, vit hoyrdu sum børn, við kvæðini, ið verða kvøðin í dag.

Umhvørvið á Trøðni í Skálavík, har Vilhelmina og beiggjarnir vuksu upp, var sum vera man tað gamla, føroyska, ið eyðkendi tíðina fyrst í øldini. Pápi Vilhelminu, sum var 22 ár eldri enn mamman, var heimamaður og seyðamaður. Í heiminum var stór tradisjón fyri kvæðum, sangi, og seinni sálmasangi.

- Tey gomlu í barnaheiminum hjá pápa lærdu honum skjaldrini, og tey lærdu tey somuleiðis frá teim gomlu í teirra barnaheimi.

- Tá ið vetrarkvøldini komu og myrkt var úti, fóru vit í ullina at arbeiða. Vit nappaðu, karðaðu og bundu, og tá ið høvdið á okkum smáu byrjaði at hanga, tók hann okkum upp á knæið og sang fyri okkum. Onkur heldur, at skjaldrini vóru fyri at læra børnini stig, men tað minnist eg einki um. Hjá okkum vórðu tey brúkt til at gera okkum rólig, áðrenn vit løgdu okkum um kvøldið. Nakrir fáir tónar upp og niður, og rólig rútma. Hesar løturnar, tá ið vit vóru børn, ullin lá á gólvinum, hundarnir lógu uppi í henni, mamma og eg bundu meðan hini karðaðu og pápi spann, lærdu vit skjaldrini.