Bakari rekur stóra ferðafólkavinnu

- Vit fingu eina ítøkiliga avtalu við danskt felag, sum ætlar sær til Føroya við ferðafólki. Hvussu mong fara at tekna seg til Føroyaferðina, vita vit ikki, men vit hava gjørt avtalu um koyring, sigur Hans Jákup Kollslíð, sum eigur og rekur HK-Bussar, ið hevur tætt samstarv við Bussferðir hjá Hilduri Jensdóttir

Travel Mart

 

Hans Jákup Kollslíð hevur fyritøkuna HK-Bussar, og hann var eisini millum føroysku útbjóðararnar á Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn.

- Eg eri útbúgvin bakari hjá Frans Restorff í miðbýnum í Havn, men havi fingist lítið við hetta yrki. Saman við lærutíðini, sum tók fýra ár, havi eg kanska arbeitt í fimm ár innan hesa vinnugrein.

Hann fór í læru sum 16 ára gamal, og tá hann var liðugur fýra ár seinni, loysti hann av í SMS, og eitt skifti var hann eisini umborð á Norrønu.

 

Bussførari

Hans Jákup hevur arbeitt sum bussførari tað mesta av sínum arbeiðslívi, tá pápin, Berint Justinussen, longu fyrrpartin í sekstiárunum hevði buss og serligs koyrdi við posti. Berint byrjaði at koyra við posti fyri Arnold Joensen, sum hevði posthúsið í Hvalvík.

Seinast í áttatiárunum yvirtók Hans Jakup fyritøkuna hjá pápanum, sum tá hevði einar tveir bussar. Hann koyrdi tá leið 400, umframt skúlanæmingar til og úr skúlanum á Oyrarbakka, eins og hann koyrdi næmingar úr Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla til Oyrarbakka at svimja.

Hans Jákup Kollslíð hevur í dag einar níggju bussar, 5 stórar og fýra smáar, og fyritøkan hjá honum við navninum HK-Bussar er stovnað í ár 2000.

Hann sigur, at umframt fleiri fastar rutur, sum felagið koyrir á 200-leiðunum, koyrir hann eisini skúlanæmingar til og úr Kambsdali.

 

Minking í ár

- Vit koyra nógv ferðafólk um sumrarnar. Hetta eru serliga fólk, sum koma í bólkum við flogfari og steðga í Føroyum í nakrar dagar, men vit hava eisini nakað av koyring við fólki, sum koma til landið við Norrønu. Aftrat hesum er nakað av koyring við ferðafólki, sum koma higar við ferðamannaskipum, men hetta er bara ein lítil partur av virkseminum.

Hann sigur, at tá september mánaði er liðugur, er ikki nógv koyring við ferðafólki eftir, og tá kemur tað væl við, at tú hevur aðra koyring, sigur hann.

Hans Jákup Kollslíð vísir á, at stór minking hevur verið við koyring av útlendskum ferðafólki í ár.

- Árið í fjør var gott, men í ár hava vit merkt eina munandi minking, leggur hann aftrat.

 

Feløg samstarva

Meðan vit í góðveðrinum práta uttanfyri Scandic Copenhagen, har ferðavinnustevnan er, hitta vit eisini Hildur Jensdóttir, sum hevur eitt annað felag, Bussferðir.

Hon sigur, at HK-Bussar og Bussferðir eru í tøttum samstarvi, har Hans Jákup Kollslíð líka sum stýrir og hevur yvirtikið koyringina við stóru bussunum hjá Bussferðum.

- Hesin parturin av feløgunum er meira ella minni lagdur saman. Vit halda, at tað er lættari við samstarvi, enn tá feløg, sum reka somu vinnu, mótarbeiða hvørjum øðrum.

Hildur Jensdóttir sigur, at Bussferðir er gamalt felag, sum stavar heilt aftur til 1982, tá pápi hennara eitt nú koyrdi við ferðafólki.

- Tað var pápi mín, Jens Andreson, sum byrjaði fyritøkuna, og í sínari tíð hevði hann eisini bókabilin, sum koyrdi kring landið, sigur hon.

 

Ítøkiliga avtalu

Vit venda nú aftur til Hans Jákup Kollslíð, sum sigur, at HK-Bussar fingu eina ítøkiliga avtalu á ferðavinnustevnuni í Keypmannahavn.

- Vit hava fingið samband við eitt danskt felag, sum ætlar sær til Føroya við nøkrum bólkum komandi summar. Nú vita vit sjálvsagt ikki, hvussu mong fara at tekna seg til hesar ferðir, men vit hava so gjørt avtalu um, at vit skulu koyra hesi ferðafólkini, tá tey koma, sigur Hans Jákup Kollslíð.