áhuga í fótbólti, var talan um ein lítlan skelk. Ikki so nógv tí talan var um eitt leikaraskifti, tí tey eru hóast alt nøkur ígjøgnum ein drúgvan fótbóltssteðg, men tí talan var um eina av absolutto stjørnunum [...] á bygd, um eg bara vildi selja meg sjálvan so dýrt sum gjørligt, men tað er so ikki tað, sum hevur vigað mest í øllum hesum. Og lat meg so eisini siga alt fyri eitt, at eg ikki havi fingið nakað hús frá [...] ikki hoyrt nakað aftur. Kanska kundi eg pressa sitrónina við at siga, hvørji onnur tilboð vóru, men tað valdi eg so ikki at gera, tí eg tími ikki at verða skýrdur sum ein, ið bert hugsar um pengar. - Og
24 tímar um samdøgrið og tískil kann greiða síni viðurskifti, tá tíð er til tess. Tryggingarfelagið hevur havt eina heimasíðu síðan 1998, men hendan heimasíðan hevur bert veitt upplýsingar um felagið og [...] er síðani, um føroyingar eru tilreiðar at taka eina slíka skipan til sín. Havast skal í huga, at tað vanliga internet-sambandið, sum flestu húsarhald hava, gongur ógvuliga seint fyri seg, um vit samanbera [...] verður munandi um talið á avgreiðslum á skrivstovunum hjá Tryggingarfelagnum, nú fólk sjálv kunnu seta seg niður heima við hús og hyggja eftir viðurskiftunum. Hetta fer at lætta munandi um arbeiðsbyrðuna
smartari má hatta kunna gerast, sjálvt um tað er óhøgligt og snips niðurfyri. Hinvegin, hatta veit eg so lítið um, so lat meg gevast, áðrenn eg vevji meg inn í nakað, eg ikki havi petti skil á. Og soleiðis [...] flettiborðini. Tað vóru vit leingi um at finna útav. Tori at pástanda, at um konur høvdu flett, so vóru borðini komin fyri langari tíð síðani. Og nú hanga øll krovini so fitt lið um lið í hjallunum, og menn og [...] eg hevði hug at vita, um Hjørdis var í køkinum, og mín sann um hon ikki var. Kundi ikki bara mær, men segði henni, hvat eg hevði í skjáttuni. Hon helt slettis ikki, at tað var nakað løgið, at eg og indrið
eitt nýtt hugskot: »Alt hitt var mislukkað, nú mugu vit samráðast um nakað annað. Vit skulu gera upp við danir!« Nú er ikki spurningur um fullveldi og skiftistíð, ella evsta vald hjá Løgtinginum, ella free [...] ein annar John Wayne og peikar yvir á Annfinn Kallsberg: »Vissi tú kiksar, so hava vit mist alt«. (Legg merki til hvussu hann brúkar orðini tú/vit). Annað samráðingarumfar Nú sleppur Nyrup frammat, og greiðir [...] finna uppá nakað heilt nýtt? Brúka oljuna, sum vit eiga í landgrunninum sum trumf? Eg fangaði ikki rættiliga logikkin í hesum, men kendi, at einaferð enn flyttist fokus í samráðingunum. Ikki loysing og skiftistíð
Fólkaflokkurin borga báðir fyri borgarligum politikki, og ein semja um ríkisrættarliga spurningin nýtist ikki verða heilt ógjørlig, tá ein veit um, at innanhýsis í Fólkaflokkurin eru bæði sambands- og sjálvs [...] at fáa tveir mans inn á ting, um val hevði verið í morgin Heili 10 tingmenn Føroya elsti flokkur, Sambandsflokkurin, hevði sambært veljarakanningini heili 10 tinglimir, um val var í morgin. Seinast, nakar [...] halda fram Afturvendandi stríðsmálini millum samgongulimir skapa neyvan nakað álit til veljaran, og tað kann tí tykjast sum um, at samgongan verður revsað fyri vantandi samgongustev hetta valskeiðið.
er spurningurin, um ein ikki brennir út, upplagdur: - Jú, sjálvandi gert tú tað. Tú spyrt ofta teg sjálvan, um tíðin ikki er komin til annað, men eg veit ikki um eg kann brúkast til nakað annað. Men tíð [...] Skrivað varð um alt millum himmal og jørð. Alt frá tíðindum úr løgtinginum til at týða søgur. - Tað var avmarkað, hvussu nógv vit kundu gera burturúr, tí útgerðin var ikki so framkomin tá. Um tú skuldi hava [...] stuttligt tá, og tað er nakað, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan. Men nú skemti eg bara til húsbrúk, um eg so má siga. Johnsigurd heldur ikki, at hann hevði tikið tað uppaftur, um møguleikin beyðst.
kortini ikki, at tað ber til at kappast um tónleik. Tónleikur er kenslur, og tú kanst ikki kappast um kenslur. Og hvat vinnur tú við at vinna eina tónleikakapping? Tú dugir ikki betri at syngja fyri tað." [...] fyri gomlu fløguna, og eg vil gjarna hava somu kenslu um hesa fløguna um nøkur ár." Hvussu langt væntar tú at fløgan kemur? "Eg hugsi als ikki um tað. Eg fari bara at hava hana bara við mær har sum eg [...] knappliga kemur til hana, avgjørdur um at lata henni ein gamlan gittar. "Hann segði at hann hevði hugsað nógv um hvør skuldi eiga hendan gittaran, men at nú var hann sannførdur um, at eg skuldi hava hann. Eg ani
violin. Spælir tú nakað ljóðføri? ? Jú, klarinett, og so klaver nakað. Hini veit eg bert lítið um. Syngur tú undir brúsuni? ? Ja, har royni eg veruliga mørkini. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari [...] Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? ? Tær eru helst nógvar, men eg kann ikki nevna tær. Hinvegin veldst sjálvandi um, hvussu nógvar pengar tað snýr seg um. Hvør sangur skuldi [...] tann, ið gjørdi hann. Men tó, eg veit ikki, hví so nógv verður útgivið. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? ? Nei, hana eigi eg ikki. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? ? Kanska
ella annað skal mobiliserast, eg veit ikki um Tobby er greidur um hetta, men í allari vanligari skrift og talu verður orðið mobilisering næstan bara nýtt tá tad snýr seg um hernaðarlig tiltøk, og vónandi [...] árum síðani tvíhildu tjóðveldismenn, um at danir skyldadu okkum einar 80 milliardir. Stutt eftir hálsaðu teir um og kendu seg noyddar at kuta 365 milliónir av blokkinum um árið. (soleiðis kundi ein hildið [...] Ein av fremstu oddvitunum í tjóðveldisflokkinum var nú um dagarnar í Íslandi og vitjaði lagsbrøður sínar Vinstri- Greinir har hann helt røðu á landsfundi. Yvurskriftin í hesi mergjaðu røðu var " Úti undir
men hesum er Andrew tó ósamdur í. - Tað snýr seg eins nógv um, at tú her niðri hevur størri møguleika at gera vart við teg. Fyri tað um tú spælir væl í føroysku landskappingini, er ikki víst, at nakar [...] Fløtum. Spurdur um støðið í felagnum, heldur Andrew, at tað á ongan hátt er ræðandi. - Sjálvandi er tað munur á, tá tú hvønn dag spælir á grasi, men sjálvur haldi eg so ikki, at talan er um eitt lið, sum [...] Her eru sannlíkindini fyri tí í øllum førum størri, og so veit mann ikki, hvat kann spyrjast burturúr. Her heima hevur nakað verið tosað um, at ein leikari sum Andrew í løtuni gongur uttan sáttmála. Fleiri