Stilla eksplosjónin

Uttan at gera stórvegis háva burturúr sær sjálvum hevur Sambandsflokkurin skotið seg langt fram um hinar flokkarnar. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin. Fólk vilja heldur hava stabilitet og siðiligheit enn buldur og brak. Í dystinum um veljaran mugu Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin lúta. Javnaðarflokkurin stendur í stað, hóast hann ofta reiggjar svørið

Sambandsflokkurin er framvegis størsti flokkur í Føroyum. Ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting og SVF, vísir greitt, at sitandi samgongu missir størri og størri undirtøku millum veljararnar, meðan andstøðan gongur fram.
Tjóðveldisflokkurin hevur mist heili 4 prosent stig, síðan seinasta løgtingsval, meðan Sambandsflokkurin hevur tikið eitt risalop, og nærkast einum triðingi av samlaða veljaraskaranum í Føroyum.
Tað er eisini hugvekjandi, at Miðflokkurin, sum vanliga klárar seg illa í veljarakanningunum, stendur til at fáa tveir mans inn á ting, um val hevði verið í morgin

Heili 10 tingmenn
Føroya elsti flokkur, Sambandsflokkurin, hevði sambært veljarakanningini heili 10 tinglimir, um val var í morgin. Seinast, nakar flokkur fekk so stóra undirtøku til eitt løgtingsval, var í 1990, tá Javnaðarflokkurin hevði metval, og fekk 10 umboð í løgtingið.
Lisbeth L. Petersen sigur í viðtalu við Dimmalætting í dag, at orsøkin til góða úrslitið er, at veljararnir trúgva á stevnuskránna hjá Sambandsflokkinum.
Hvussu er og ikki, so er tað ein sannroynd, at størsti andstøðuflokkurin hevur hildið seg í bakgrundini hetta valskeiðið. Flokkurin hevur latið samgonguna stríðast í friði og náðum. Sammetir tú leiklutin hjá andstøðuflokkunum báðum, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, so er tað Javnaðarflokkurin, ið hevur leikað meira í.
Meðan Javnaðarflokkurin seinastu mánaðarnir hevur verið í opnum stríði við serliga Tjóðveldisflokkin, hevur Sambandsflokkurin verið meira ein afturhaldin andstøðuflokkur, og tað hevur eftir øllum at døma givið úrslit.
Lisbeth L. Petersen, at flokkurin leggur minni í profiliering av persónum og einstøk rokmál. Henda støða lýsir væl Sambandsflokkin 2003. Flokkurin hevur ikki verið í andglettinum í nøkrum av rokmálunum hetta valskeiðið, sum aðrar flokkar hava verið.
Tað er heldur ikki nakað dulsmál, at flokkurin ikki hevur ein so eyðsýndan floksleiðara sum hinir flokkarnir. Sammett við hinar floksleiðararnar, so skerst ikki burtur, at Lisbeth L. Petersen hevur minni gjøgnumslagskraft, men hvussu vendur og ikki, so vísa úrslitini, at flokkurin er á rættari kós.

Nýggj andlit
Seinasta løgtingsval vórðu fleiri nýggir tinglimir fyri Sambandsflokkin valdir á ting, og nýggji tinglimirnir hava givið flokkinum sterkari bein at ganga á. Nýggju tinglimirnir leggja størri dent á sosialpolitisku síðuni hjá flokkinum, enn ríkisrættarligu støðuna.
Gjøgnum stóran part av nítiárunum var tað serliga ríkisrættarliga støðan hjá flokkinum, ið var í hásæti, meðan borgarligi politikkurin var í bakgrundini. Nýggju andlitini, Johan Dahl, Kaj Leo Johannesen og Bárður Nielsen tykjast hava størri tokka til borgarliga politikkin hjá flokkinum, enn ríkisrættarligu støðuna og tað styrkir um veljaragrundarlagið
Góða úrslitið hjá Sambandsflokkinum skal helst síggjast í ljósinum av, at flokkurin hevur hildið burtur frá teimum stóru rokmálunum, bæði innanhýsis í samgonguni, og millum serliga Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkinum, sum eftir øllum at døma hevur gjørt størri skað enn gagn hjá hinum flokkunum.
Ivamálið um sjálvsstýrissleistin hjá samgonguni kemur eisini avgjørt Sambandsflokkinum til góðar, tí flokkurin tykist verða tað einasta greiða alternativið til samgonguna. Javnaðarflokkurin hevur søguliga sæð bæði rúmað sjálvstýrisfólk og sambandsfólk, og tí er støðan hjá flokkinum vanliga heldur ógreið í sjálvsstýrisspurninginum. Helst hava fólk trupult við at skilja, hvat Javnaðarflokkurin vil, tí hann brádliga sigur seg liggja fremst í sjálvstýrisstríðnum.

Aftur á gamlar gøtur
Samfelagsfrøðingurin, Jóannes Hansen, vísti mánakvøldið í Degi og Viku á, at nakað bendir á, at Tjóðveldisflokkurin er á veg aftur á gamlar gøtur. Søguliga sæð plagar flokkurin at liggja á einum fimtingi av samlaða atkvøðutalinum.
Á løgtingsvalinum í 1998 hevði Tjóðveldisflokkurin metval, og legði seg undir liðina á hinum stóru flokkunum við góðum 25 %. Síðan hevur gingið javnt niður at bakka hjá flokkinum, og sambært veljarakanningini hjá Dimmalætting og Gallup fær flokkurin bert 19,9 % av atkvøðunum, um val var í morgin
Tað er ein sannroynd, at sjálvstýrismálið koyrir við einum lægri blussi, enn tað hevur gjørt. Tað hevur havt við sær, at høvuðsmálið, ið helt Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin saman, er farið nakað í bakgrundina sammett við seinasta samgonguskeið.
Hetta hevur havt við sær, at onnur mál eru farin at seta politisku dagskránna, har hugsjónarligu mótsetningarnir hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum rættiliga koma fram í ljósið. Fleiri dømi eru hetta valskeiðið um rokmál í samgonguni, har serliga samgongulimir í Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum hava verið í opnum stríði í fjølmiðlunum.
Hóast báðir flokkarnir hava sagt alment, at innanhýsis stríðsmál skulu viðgerast innanhýsis í samgonguni, og ikki í fjølmiðlunum, so tykist stríðið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin halda fram
Afturvendandi stríðsmálini millum samgongulimir skapa neyvan nakað álit til veljaran, og tað kann tí tykjast sum um, at samgongan verður revsað fyri vantandi samgongustev hetta valskeiðið.
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, sigur við Dimmalætting, at tað er bráðneyðugt, at Tjóðveldisflokkurin fær nøkur praktisk úrslit á borðið. Hann sipar til, at tað verður avgerandi fyri Tjóðveldisflokkin, hvussu yvirtøkulógin fer at eydnast. Tað tykist rættiliga avgerandi fyri samgonguflokkarnir, at yvirtøkulógin fer at eydnast, tí annars bendir nógv á, at fullveldisætlanin hjá sitandi samgongu kollsiglir.
Hjá Tjóðveldisflokkinum tykist ringast standa til, tí flokkurin kann væl fullkomiliga enda uttanfyri ávirkan eftir komandi løgtingsval, um flokkurin ikki fær víst meir enn hann kann í dag á sjálvsstýrisleið.
Hin stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, gongur eisini aftur. Hann fær bert seks tinglimir, um val var í morgin. Kortini tykist Fólkaflokkurin hava eitt eyka kort í hondini, um sitandi samgonga ikki megnar at halda fram. Ein møgulig samgonga millum borgarligu flokkarnar tykist ikki verða heilt veruleikafjarð. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin borga báðir fyri borgarligum politikki, og ein semja um ríkisrættarliga spurningin nýtist ikki verða heilt ógjørlig, tá ein veit um, at innanhýsis í Fólkaflokkurin eru bæði sambands- og sjálvsstýrissinnað.

Fullveldissamgongan 13 tinglimir
Tað er rættiliga hugvekjandi, at gamla fullveldissamgongan frá 1998 í veljarakanningini bert fær 13 tinglimir. Sjálvsstýrisflokkurin missir sína umboðan í Løgtinginum, meðan bæði Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin missa ein tingmann.
Fullveldissamgongan við Sjálvstýrisflokkinum, Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum fær sostatt bert 13 tinglimir av teimum 32. Vantandi undirtøkan fyri fullveldissamgonguni má sigast at verða eitt veruligt tekin um, at undirtøkan fyri sjálvsstýrisleistinum hjá samgonguflokkunum minkar í hvørjum

Miðflokkurin gongur fram
Einasti samgonguflokkur, ið gongur fram í veljarakanningini, er Miðflokkurin. Hóast Bill Justinussen ikki heilt vil taka undir við, at fosturtøkuspurningurin hevur verið við til at geva Miðflokkinum vind í seglini, so er tað uttan iva ein av høvuðsorsøkunum.
Miðflokkurin hevur miðvíst hetta valskeiðið verið út um seg við greiðum sjónarmiðjum um etisk mál, og tykist hava givið flokkinum størri undirtøku millum føroyska veljaran. Fosturtøka, samkynd, rúsdrekka og pornografi eru øll evni, sum Miðflokkurin hevur verið í miðdepilinum við farna árið.
Etisk mál hava flestu fólk eina støðu til, og hóast júst tey evnini ikki vanliga eru ein týðandi partur av politiska kjakinum í Føroyum, so er tað ein sannroynd, at etisku málini hava fingið størri rúmd í politiska kjakinum, enn tey hava gjørt leingi.
Miðflokkurin ger sær dælt av, at flokkurin fyri fyrstu ferð er í samgongu, og harvið fær ein gyltan møguleika at føra sína grundsjónarmið fram. Tað kann ikki takast frá flokkinum, at hann hevur megnað sína uppgávu til fulnar, tíhann gongur nógv fram.
Stóra undirtøkan fyri flokkinum er áhugaverd, tí Miðflokkurin stendur seg vanliga illa í veljarakanningum, og tí kennist tað óivað rættiliga fjálgt hjá miðflokkafólki í hesum døgum.