Føroyingar skulu venja seg við at nýta internetið meira. Fyrst vóru tað ørindini í bankan, og nú eru tað tryggingarviðurskiftini, sum skulu greiðast á netinum.
Størsta tryggingarfelagið her á landi kundi hósdagin vísa eina nýggja heimasíðu, har tú kanst greiða at kalla øll tíni viðurskifti við tryggingingarfelagið.
Fleiri møguleikar eru á heimasíðuni. Brúkarin kann síggja sínar egnu tryggingar, rokna tryggingargjald, bíleggja tilboð, tekna tryggingar og boða frá skaða.
Serliga ernir eru teir av, at tað ber til at tekna tryggingar á netinum. Hetta er nakað, sum fá tryggingarfeløg í danska ríkinum kunnu bjóða sínum viðskiftafólki.
Øll hava atgongd
Øll viðskiftafólk hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fáa ein av fyrstu døgunum ein brævbjálva, har tey fáa brúkaranavn og loyniorð. Tað vil siga, at tað ikki er neyðugt at tekna seg sum internet-brúkara hjá Tryggingarfelagnum.
Ein annar fyrimunur við hesi síðuni er, at kundin hevur atgongd til tryggingarfelagið 24 tímar um samdøgrið og tískil kann greiða síni viðurskifti, tá tíð er til tess.
Tryggingarfelagið hevur havt eina heimasíðu síðan 1998, men hendan heimasíðan hevur bert veitt upplýsingar um felagið og virksemi tess. Tað hevur higartil ikki verið møguligt hjá kundanum at fremja nakað í verki á heimasíðuni.
Jónsvein Simonsen frá Tryggingarfelagnum sigur, at arbeitt hevur verið við hesi síðuni í umleið eitt ár, og teir eru væl nøgdir við úrslitið. Felagið hevur seinastu árini arbeitt við at betra um telduskipanina á stovninum sum heild, og hetta er eisini eitt úrslit av hesi gongdini.
Betra samskiftið
Tryggingarfeløg fáa ofta skotið í skógvarnar, at teirra vørulýsingar ikki eru lættar at gjøgnumskoða, og at tað kann vera torført hjá einum kunda at fáa yvirlit yvir sínar tryggingarmøguleikar.
Við hesi heimasíðuni roynir felagið at betra um samskiftið við kundan, og hetta er samstundis ein roynd at gera tað lættari hjá kundanum at tekna tryggingar.
Tær tryggingarnar, sum ein kann tekna á netinum, eru fyri tað mesta av tí slagnum, sum ikki krevja nógva ráðgeving, men eru einfaldar at gjøgnumskoða. Tá kundin hevur gjørt eitthvørt á netinum, verður fráboðan send við telduposti, og síðani kemur ein brævbjálvi við sjálvum tryggingarskjølunum. Hetta átakið er serliga ætlað privatkundum.
Eitt annað forvitnisligt, sum heimasíðan eisini bjóðar, er, at tú kanst boða frá einum skaða yvir internetið. Eisini fer Tryggingarfelagið at hava bilar til sølu á netinum. Hetta eru mest bilar við skaða, sum áhugað kunnu síggja myndir av á heimasíðuni.
Tørvurin
Spurningurin er síðani, um føroyingar eru tilreiðar at taka eina slíka skipan til sín. Havast skal í huga, at tað vanliga internet-sambandið, sum flestu húsarhald hava, gongur ógvuliga seint fyri seg, um vit samanbera okkum við grannalondini. Tað kann eisini tykjast sum um, at føroyingar ikki eru vanir við at greiða síni persónligu viðurskifti á internetinum og tí fara at hava torført við at taka eina slíka skipan til sín.
? Vit hava gjørt eina marknaðarkanning, har vit hava spurt ein breiðan skara av okkara kundum, hvussu teir kundu hugsa sær eina heimasíðu hjá okkum, og har fingu vit ta fatan, at tørvur er á eini slíkari skipan, sigur Mortan Poulsen, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar.
Hann vísir eisini á, at fólk fara at kunna greiða alt fleiri viðurskifti á netinum, og tí er tað umráðandi at vera við í hesi gongdini. So hóast ein slík tænasta møguliga ikki verður nýtt so nógv at byrja við, so stjórin ikki í iva um, at tørvur er á slíkari heimasíðu. Eisini hava peningastovnarnir í fleiri ár havt heimabanka, og tær royndirnar vísa, at slíkar skipanir verða nógv nýttar.
Heimasíðan er gjørd soleiðis, at hon ikki skal vera tung at taka niður, og tí skuldi tað ikki tikið so langa tíð at greiða síni ørindir.
Ein annar fyrimunur við hesum er, at minkað verður munandi um talið á avgreiðslum á skrivstovunum hjá Tryggingarfelagnum, nú fólk sjálv kunnu seta seg niður heima við hús og hyggja eftir viðurskiftunum.
Hetta fer at lætta munandi um arbeiðsbyrðuna hjá starvsfólkinum, sum síðani kann nýta tíðina øðrvísi við at veita hollari ráðgeving.
Tryggingarfelagið Føroyar fer í næstum undir eina lýsingarherferð í øllum fjølmiðlunum, og hetta skal fáa fólk at nýta hesa nýggju heimasíðuna.