Úti undir væðingini liggur ein berur serkur og lúnast

   

Ein av fremstu oddvitunum í tjóðveldisflokkinum var nú um dagarnar í Íslandi og vitjaði lagsbrøður sínar Vinstri- Greinir har hann helt røðu á landsfundi.
Yvurskriftin í hesi mergjaðu røðu var " Úti undir væðingini liggur ein berserkur og slotar" henda heldur margháttliga yvirskrift sipar helst til forfedrar okkara, víkinganar sum áðrenn serliga ótespiligar bardagar ótu flugusvamp og gingu "berserk" Flugusvampurin hevur tann eginleika at hann koblar heilan úr, menn gerast vitleysir og stríðast harvið meiri eldhugaðir á vígvøllinum, ein ynskiligur eginleiki í vápnaðum stríði, tó púra ónýtuligt í politikki. Annars er røðan sum flest allar greinar hjá Tobba, rakstrarróp, klicheir og so nøkur citatir, Ga-Jol filosofar til okkum vanligu lesarar, og meira ella minni suspektar Machokendar marxistiskar, spansk ella portugisiskt talandi latínamerikanskar guerillia hermenn deyðir í bestu árum í onkrum óneygudum høpisleysum stríði, til æru fyri ta hørðu kjarnina.
Vid øðrum orðum ein heilt vanlig tobba grein/ røða, mastodonturin yvir øllum mastodontum, í ørvitis tjóðskaputum retorikki. Hetta er vælbjargaði vinnulívsmaðurin,sum útinnir sítt yndisfrítíðarítriv, man mestsum sær smílini millum reglunar og skelliláturin í reglubrotinum, meðan hann jongelerar vid snildisligum vælskrivaðum metaforum,væl vitandi at at hetta er góðgæti fyri ungar ófloygdar tjóðveldispisur í skùlaaldri, sum ikki hava roynt flogið enn, og bíligt undir hald fyri teimum yvir skúlaaldur, sum ikki hava lisið ein mansaldur á donskum universiteti fyri danskt SU, men heldur hava roynt at arbeiða í vinnuni, Føroya Landið til frama.
Og tó, kanska er hansara politiska arbeiði ikki bara eitt meinaleyst hobby.
Fyri ikki so langari tíð sídani skrivar Tobby í einum av sínum greinum "Allar smátjóðir sum hava tikið loysing eftir seinra heimsbardaga hava líka síðani skriðið í skræðuni búskaparliga ". citat slut. Hendan skríðan í skræðuni kemur ikki líka illa við hjá øllum.Nei, oppurtunistanir við peningi á bók fáa tá rættuliga hógvarnar fyri seg. Tá land og fólk ekur á knøðunum og tvingsilssølur yvir privat og virkir er gerandiskostur, tá trokast teir um sjálvtøkuborðið, privathús, jørð, virkir, handilsbygningar, skip og fiskiloyvir, alt á sølulista fyri lítið og og lætt, so hjá hyænunum í mannahamid eru tey sjálvskaptu búskaparligu sveiggini ein kærkomin møguleiki at vinna sær pening, um onkur vinur liggur eftirá, ger minni.
Eftir hvat skilst á røðuni so ætlar hann sær at purra Zombiinar á tingið út(ikki eiti á virðing fyri landsins kosnu). Eydnast hetta ikki ætlar hann at eitt ella annað skal mobiliserast, eg veit ikki um Tobby er greidur um hetta, men í allari vanligari skrift og talu verður orðið mobilisering næstan bara nýtt tá tad snýr seg um hernaðarlig tiltøk, og vónandi ætlar Tobby sær ikki at verda so víðgongdur í sínari útpurring.(Vónandi "dagdroymir" hann bert um eitt vápnað strið, har hann liggur úti undir lívlát ( eins og hansara latínamerikansku yndis yrkarir) á Tinghúsvøllinum reivaður í eitt blóðdálkað Merki, niðurskotin av óndum donskum imperialistum sum hava víðgyrt seg á Gamla Apoteki, alt meðan eitt kór av Baldursbráðum syngur fyri honum latínamerikanskar stríðssangir vid samba rútmum. Hetta er líka so óskyldigt sum tá vit í góðum veitslulag aftaná eitt glas ella trý vilja sleppa út á villar víddir saman vid Kára P og góðtaka ikki nakað minni enn Marxs, Freud og Rolling Stones sum leikbrøður.
Vónandi verdur balsameringin av Sigurdi Sigfussyni ein succes, so balsameringin eisini kemur at umfata oddvitanar í føroyska tjóðveldisflokkinum, so hvørt sum teir falla frá, vónandi av nattúrligum orsøkum, so kanska tað verður avdúkað hví tjóð-veldismenn eru so eiðasørir í "sunnari fornuft", konsekvenshugsan, sans fyri veruleika og støðutakan í vanligum triviellum politiskum trupulleikum.
Bert fyri at tríva í eitt dømi úr rúgvuni sum øll kenna væl. Fyri fáum árum síðani tvíhildu tjóðveldismenn, um at danir skyldadu okkum einar 80 milliardir. Stutt eftir hálsaðu teir um og kendu seg noyddar at kuta 365 milliónir av blokkinum um árið. (soleiðis kundi ein hildið áfram).
Uttan á nakran hátt at sammeta tjóðveldismenn vid sinnisjúka massamordaran og bølmenni Lenin, (Hitler kom honum ikki uppá hálvan skógv), tað var hann sum systematiskt byrjaði hópdrápið á sítt egna fólk,við tvangsflytan, mordum og svøltan.
Tá Lenin bleiv balsameraður bleiv tad avdúkað at onnur helvtin av heilanum var tódnað inn í einki,mest sannlíkt er at hetta var tann helvtin sum hýsti vanligt vit og skil og virðing fyri sínum medmenniskjum. Søgan hevur prógvað at hin helvtin riggaði og tað í ólukkumát. Saman við sínum eftirmanni Stalin gjørdi hann av við einar 50 til 60 milliónir av sínum landsmonnum.
Aftaná næsta val verður tad ikki ein berserkur sum lúrir úti undir væðingini, Nei, tað verdur ein berur serkur sum lúnast úti undir væðingini,ein serkuruttan nakað innihald settur uttan fyri alla ávirkan í nógv ár framyvir, spakuliga etin upp av mølið, hetta gevur vónandi so frægt av arbeiðsfriði aftur, at farast kann undir at loysa teir veruligu trupulleikanar sum liggja fyri framman.