Journalistikkur er ein lívsstílur

- Eftir meira enn 30 ár innan fjølmiðlaheimin brennir tú sjálvandi út, og spyr teg sjálvan um tíðin ikki er komin til nakað annað. Men journalistikkur er ein lívsstílur, sigur Johnsigurd Johannesen, sum sigur seg vera smædnan av lyndi og skemtara til húsbrúk

Hann er ímyndin hjá mongum føroyingum sum Mr. Dagur og vika. Klokkan 20, tá eyðkennislagið hjá Degi og viku fer í gongd, situr hann til reiðar handan upptøkutólið. Fattur og væl fyrireikaður, leiðir hann tann tíðindaáhugaða føroyingin ígjøgnum enn eina tíðindasending. Vit tosa sjálvandi um Johnsigurd Johannesen. Í meira enn 30 ár hevur hann starvast innan fjølmiðlaheimin. Bløð, útvarp og sjónvarp hevur hann fingist við, og eftir næstan 20 ár hjá Sjónvarpi Føroya, hevur hann sent yvir 1000 tíðindasendingar inn í stovurnar hjá Føroya fólki.
- Journalistikkur er ein lívsstílur. Tá eg komi heim, so fái eg ikki latið vera við at tendra útvarpið ella við at hyggja eftir eini tíðindasending. Eg eri ein tíðindanarkomanur. Um eg segði annað, so hevði eg logið, sigur Johnsigurd Johannesen.
Frá barnsbeini
Áhugin fyri fjølmiðlunum hevur verið til frá barnsbeini.
- Eg havi altíð verið áhugaður í fjølmiðlunum. Heilt tíðliga visti eg, at hetta var leiðin, eg skuldi ganga, greiðir Johnsigurd frá, og minnist aftur á tíðina, tá hann skrivaði skúlabløð í barnaskúlanum og spældi útvarp við einum bandupptakara.
Fyrsta stigið inn í fjølmiðlaheimin var, tá sjónvarpsverturin og Jákup Nielsen fóru á realskúla. Tá byrjaðu teir at falsa (boyggja) bløð á Sosialinum. Og summarið 1972, tá teir vóru lidnir við realskúlan, vórðu teir settir í starv á Sosialinum sum blaðmenn, men við teirri treyt, at teir hildu fram við at falsa.
- Tá í tíðini vóru bløðini bara 6-8 síður. Mikudagsblaðið plagdi at vera seks síður og leygardagblaðið átta. Skrivað varð um alt millum himmal og jørð. Alt frá tíðindum úr løgtinginum til at týða søgur.
- Tað var avmarkað, hvussu nógv vit kundu gera burturúr, tí útgerðin var ikki so framkomin tá. Um tú skuldi hava eina mynd, so skuldu klichéir gerast, og so skuldi metast um, um blaðið hevði ráð til tess, minnist Johnsigurd. Hann sigur seg vera bergtiknan av tí stóru teknisku menningini á bløðunum, og at tað ber til at gera so tekniskt framkomin bløð í dag í mun til fyri bert 20-30 árum síðani.
Á skúla
Á heystið í 1973 gekk leiðin so til Århus á Danmarks Journalistháskúla. Tá var hann 17 ára gamal.
- Eg haldi, at eg var har í eini átta mánaðir. Eg gavst, tí eg helt, at eg var ov ungur í mun til hini sum vóru har. Ætlanin var altíð at fara niður aftur, men tað gjørdist ongantíð til nakað.
So Johnsigurd vendi nøsini heim aftur til Føroya og aftur á Sosialin, har hann starvaðist til í januar 1977. Tá fór hann á Dagblaðið at arbeiða í knapt tvey ár, og síðani varð miðilin heilt skiftur út. Hesuferð vóru boð eftir tíðindamanninum hjá Útvarpi Føroya.
- Útvarp var ógvuliga spennandi. Tað at sleppa út við øllum beinanvegin, í mun til at bara koma út tvær ferðir um vikuna. Størsti munurin var eisini tað at koma út við tíðindunum upp til fleiri ferðir um dagin.
Johnsigurd minnist, at ein tann størsta uppgávan hann fekk, var beint sum hann var byrjaður. Løgtingsval hevði júst verið, og hann skuldi út at fylgja landsstýrissamráðingunum.
Skemtari til húsbrúk
Tíðindaverturin hevur tó ikki bert hildið seg innan tíðindavinnuna. Hann hevur eisini gjørt eitt legg inn í skemtiheimin, tá skemtisendingarnar hjá V4 vóru í hásætinum.
- Eg dugdi at herma eitt sindur, og var so við í einstøkum skemtisendingum. Vit plagdu at vera úti við V4, tá Oskar Hermansson og Olivur Næss vóru vælmaktini, greiðir Johnsigurd frá.
Men undirhaldið er nú lagt á hillina.
- Tað var stuttligt tá, og tað er nakað, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan. Men nú skemti eg bara til húsbrúk, um eg so má siga.
Johnsigurd heldur ikki, at hann hevði tikið tað uppaftur, um møguleikin beyðst.
- Tíðin er farin frá tí slagnum av skemti, sum vit høvdu tá. Tað hevði ikki gingið nú, men tað var fínt tá.
Frá skemti til sjónvarp
Eftir útvarpið og skemtisendingarnar hjá V4, fekk Johnsigurd starv hjá Sjónvarpi Føroya, har hann starvast enn tann dag í dag.
- Eg havi fingist mest við tíðindi í sjónvarpinum. Eg havi ikki gjørt nógvar stakar sendingar. Tíðindini eru tað, sum hevur hóskað best til mín og mítt temperament, og tað er sjálvandi fyrst og fremst Dagur og vika.
Men debuttin á sjónvarpsskíggjanum gjørdist ikki fyrr enn fleiri mánaðir eftir, at hann varð byrjaður.
- Eg vildi ikki á, fyrr enn eg var tryggur við skermin. Eg vildi hava góða tíð til at seta meg inn sjónvarpsteknikkin.
Í fyrstuni vóru tað fleiri sjónvarpsvertir, sum skiftust um at lesa tíðindini í Degi og viku, men í 1995 varð leisturin lagdur um til, at tveir fastir vertir vóru, og Johnsigurd gjørdist annar. Tí hevur hann verið rættiliga nógv á skíggjanum, og bara seinastu átta árini hevur Johnsigurd lisið meira enn 1000 Dagar og Vikur.
Fyrireikast væl
- Tú mást hava ein professionellan hugburð mótvegis hyggjarunum, og tí leggi eg stóran dent á at fyrireika meg væl. Ein hálvan tíma, áðrenn Dagur og vika fer í luftina, fer oman í studio at tendra upptøkutólið, promptara og gongur tað ígjøgnum, sum skal sendast.
- Hetta geri eg enn. Tað skal út í hvørja stovu í Føroyum. Eg lesi tað ígjøgnum og royni at leggja áherðslu á tey røttu orðini og at hava mimikkin í lagi. Men alt kann ganga galið, og tað kann tað eisini hjá einum royndum tíðindaverti.
- Tað er ymiskt, nær tey ymsu innsløgini eru liðug. Viðhvørt hevur eitt tíðindafólk verið úti í markini, og kemur seint aftur. Tá er man onkuntíð komin til at siga okkurt skeivt til innslagið. Og so eru sjálvandi eisini tær teknisku umstøðurnar, sum ein ikki er harri yvir. Tá er onki annað at gera enn at siga tað, sum skal sigast.
Tekniskt afturúrsiglt
Johnsigurd heldur, at sjónvarpið er komið ov stutt tekniskt.
- Sjónvarpið fyllir 20 ár næsta ár, men á bløðunum menningin verið nógv skjótari. Tað ber framvegis ikki til hjá okkum at fáa myndir úr til dømis Suðuroy í eini handavending. Vit skulu framvegis reint fysiskt hava eitt band.
- Sjónvarpsarbeiðið er spennandi, men eg sakni hasa teknisku menningina. Tað er framvegis ov tungt at fáast við. Um tann tekniska síðan hevði verið útbygd, so høvdu vit eisini fingið meira tilfar at arbeiða við.
Men stovnurin er meira enn dupult so stórur nú, sum tá Johnsigurd byrjaði.
- Tá eg byrjaði, vóru vit eini 14 fólk tilsamans. Við vaskikonum! Men nú eru vit eini 50. Tá skuldi tú fylla meira í hvørt innslag, og sendingin gjørdist tískil kanska meira dreivut, men hyggjaranum dámdi væl at fáa sjónvarpstíðindi á føroyskum. Tann størsti munurin millum fyrr og nú er, at vit vóru færri fólk.
Brennir út
Eftir meira enn 30 ár í fjølmiðlaheiminum er spurningurin, um ein ikki brennir út, upplagdur:
- Jú, sjálvandi gert tú tað. Tú spyrt ofta teg sjálvan, um tíðin ikki er komin til annað, men eg veit ikki um eg kann brúkast til nakað annað.
Men tíðindanarkomanur er so nakað, sum hann heldur seg altíð fara at vera.
- Eg uppfati ikki meg sjálvan sum ein ambitiøsan persón. Vildi heldur sagt, at eg eri smæðin av lyndi. Eg havi verri við at taka orðið í eini lítlari samkomu uppá eini 20-30 fólk, enn eg havi tað, tá eg skal sita handan upptøkutólini
At verða tíðindamaður tekur eisini nógva tíð, og tað kann stundum gerast ringt, at fáa alt at passa saman.
- Tað skal nógv tíð til og nógvar skeivar arbeiðstíðir, sum skulu passast saman við familjulívið, men tað hevur eydnast. Og við meira enn 30 árum innan fjølmiðlaheimin, skemti og eini ímynd av Mr. News í kuffertinum, so síggja vit helst Johnsigurd aftur í fjálgu stovum okkara okkurt kvøldið klokkan 20 í vetur.