Um arbeiðsrætturin kemur, skulu vit hava í huga, at arbeiðsgevarin kann krevja at fakfelagið skal betala bót, hóast hann ikki kann prógva, at hann hevur mist pening. Hetta er ein av niðurstøð- um hjá [...] í Føroya Rætti kann altíð kærast fyri landsrættin. Er talan um stórt mál, kann avgerðin í landsrættinum eisini kærast fyri Hægstarætt. Er talan um minni mál, kann tað bara kærast fyri landsrættin eftir [...] tur er, fyrimunum og vansum við honum og, hvørja ávirkan ein føroyskur arbeiðsrættur fer at fáa. Tekur sær bara av tulkingum Eftir skipanini, sum nú er, tekur gerðarrætturin sær bara av ósemjum um, hvussu
útskrivað, seinkaði tað enn meira bankamálið, og í dag veit eingin, hvat víðari skal henda í málinum. Spurningur um fyrningarfreistina Tað er einki komið fram um, hvørt Danske Bank enn einaferð gongur við [...] at leingja fyrningarfreistina, sum er 30. apríl. Hetta er samstundis valdagur í Føroyum. Knud Heinesen, formaður í Fíggingargrunninum, sigur við Sosialin, at málið er í Landsstýrinum. Vit halda tað vera [...] við Landsstýrið um, hvussu bankamálið á skilabesta hátt kundi avgreiðast. Síðani hevur Landsstýrið einasamalt havt útspælið, men higartil er einki spurt burturúr. Fíggingargrunnurin er annars tann náttúrligu
Brøndby og FCK er á einum støði fyri seg, tá talan er um danskan fótbólt. Dysturin lokkar fleiri áskoðarar enn nakar annar dystur, og bæði á vøllinum og á áskoðaraplássunum er stríðið harðari enn vanligt. 17 [...] einum máli um, at nú er næsta ógjørligt at vinna meistaraskapið í ár. Brøndby er á odda við sjey stigum og tað er nógv at skula vinna aftur, tá 13 dystir eru eftir at spæla og hugsað verður um, hvussu sterkt [...] einum bleytum boga upp um FCK-málverjan og niður í málhornið. Málið minsti nógv um tað, sum Todi Jónsson gjørdi móti júst Brøndby í fyrsta dystinum millum liðini í ár. Eftir hetta málið kom órógv á FCK-spælið
Tað er ikki oftari enn so at eitt føroyskt lið kann kalla seg danmarksmeistari í flogbólti. Men tað kann eitt lið gera nú. Tað er dreingjaliðið hjá Fleyr, sum um vikuskiftið tók lut í DM-kappingini hjá [...] tey ikki verða stolt og fegin í dag, at teir fóru? Tað er lítil ivi um. Dreingirnir hava givið føroyskum flogbólti góða umtalu í Danmark, og tað er at vóna, at teir nú hava fingið áræði at halda áfram í [...] stríðst og strevast fyri at sleppa avstað. Ofta er striltið hjá liðum at savna pening til tílíkar ferðir og soleiðis var eisini í hesum føri. Kostnaðarmikil ferð er tað, hóast hon bert varar í tríggjar dagar
Og hon brúkti hann. Ikki er hon stór, men hon er sera effektiv í blokaduspælinum. Harafturat er hon skjót, bæði í álopi og verju, og tað styrkir nógv um liðið. Í álopinum er hon til reiðar hvørja ferð [...] verjuni er hon sera skjót á baklinjuni. Hon savnar nógvar bóltar upp, sum hinar ikki fáa hendur á. Tað er at vóna fyri Fleyr, at hon heldur fram næsta ár, tí har kann nógv gott spyrjast burturúr, tað er vist [...] beinanvegin og eingin ivi skuldi vera um hvør vildi vinna dystin. Tað vildi Fleyr. Men hóast settúrslitið gjørdist 15-3, so tók tað ikki minni enn ein hálvan tíma at avgreiða hetta settið. Sera drúgt, men eisini
verður ikki fyrr enn flaggdagin, so fyri tey, ið burturav fáast við renning, er hetta seinasta styrkiroynd, áðrenn nýggja kappingarárið við grand prix- kappingum fer í gongd flaggdagin. Tað er nýstovnaða felagið [...] Ætlanin við kappingin er fyrst og fremst at geva øllum, ið hava hug, eitt høvi at royna seg á hesum teininum. Eftirsum tað er ætlanin, at hesin sami teinur skal rennast á Eystanstevnu um hálvan juni, skuldi [...] skuldi tað borið væl til at bøtt um formin til ta tíð. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá summarítróttarfólkum sum róðrarfólki og fótbóltsspælarum at royna formin, áðrenn kappingarnar av álvara fara í gongd
ein dekkari 12.000 krónur um mánaðin, kokkurin tað sama, 2. stýrimaður 13.000 og skiparin 20.000 krónur um mánaðin, og hetta meta teir flestu er nakað lítið, tá ið hugsað verður um føroysku ekspertisuna á [...] manningunum er við Tor Shipping, men stundir vóru ikki at fáa eina viðmerking frá føroyska felagnum, áðrenn blaðið fór í pressuna. ? Oljuvinnan er nýggj enn hjá okkum, men vit hava ikki hoyrt um annað enn góð [...] Sáttmálin er 4 vikur umborð og 4 vikur í landi, og lønin er tann sama umborð sum í landi. Ferðingin verður tikin av døgunum í landi og ikki umborð, og hetta halda summir átti at verið broytt. Tað er hálendskt
kennar kenslur mínar, sigur Maria Ellingsen. ? Men hetta er kortini nógv øðrvísi í mun til, tá ið eg byrjaði at spæla film fyrstu ferð sum 17 ára gomul. ? Um eg til dømis skuldi gráta, kundi eg brúka fleiri [...] nógvastaðni í heiminum og seinasta Maria visti um, var at hann var vístur í Kina við kinverskari talu. Við í Santa Barbara Sjálvt um Maria bara er 34 ára gomul hevur hon verið við í nógvum filmum. Hon [...] sjónleikararnar. Soleiðis er lívið har. Ein annar stórur munur er eisini. Eg verði ikki rík av at at verða leikari í Íslandi. ? Í USA hinvegin fekk eg hinvegin tað sama í løn um dagin sum eg mátti brúka
Norðoyggjum. Tað er úr Sandoyni at minst rusk kemur. Haðani fær IRF uml. 375 kubikmetrar av ruski pr. íbúgva. Hetta, at Sandoyggin er lægst, samsvarar væl við tosið um, at lítil aktivitetur er í Sandoynni. [...] 500 tons. Síðan tá er nøgdin bara vaksin. Um enn spakuliga tey fyrstu tvey árini, so vaks nøgdin. Í 1996 og 1997 vaks tilgongdin av ruski sera nógv. Gott 2.000 tons upp á tvey ár. Tað er ikki so lítið, men [...] av ruski pr. íbúgva. Í Norðoyggjum er nógv virksemi, men tað kann tykjast løgið, tí Meginøkið er stórt, og har er eisini nógv virksemið. Tó kemur Meginøkið, sum er Eysturoyggin og partur av Streymoynni
ræður um sínar egnu. Hetta eigur hann rós uppiborið fyri. Nú um dagarnar vísti hann á stóru ónøgd sína við júst sambandsku linjuna hjá fólkaflokkinum við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki [...] in longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin fyri enn eitt valskeið man kennast herskin [...] r! Og er tað so, at tey ymsu málini fólkaflokkurin gongur inn fyri, hava øll størri týdning enn at gera Føroyar meira sjálvbjargnar! Hevur fólkaflokkurin heilt mist sín sjálvstýrisidentitet - um hann nakrantíð