Fyrsta rennikappingin verður leygardagin

Renning: Leygardagin skipar nýstovnaða felagið fyri frælsan ítrótt hjá eysturoyingum fyri ársins fyrstu rennikapping

Leygardagin 28. marts verður fyrsta rennikappingin í ár hildin í Runavík.

Teinurin, ið runnin verður, er 10 km. Runnið verður einar 9 ferðir runt eina leið, ið gongur frá Runavíkar Sjómansheimi, oman á keiøkið, inneftir Gulasteinsvegi, niðan á Heiðaveg inni við Føroya Banka og síðani útaftur til Sjómansheimið eftir Heiðavegi.

Ætlanin við kappingin er fyrst og fremst at geva øllum, ið hava hug, eitt høvi at royna seg á hesum teininum. Eftirsum tað er ætlanin, at hesin sami teinur skal rennast á Eystanstevnu um hálvan juni, skuldi tað borið væl til at bøtt um formin til ta tíð. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá summarítróttarfólkum sum róðrarfólki og fótbóltsspælarum at royna formin, áðrenn kappingarnar av álvara fara í gongd. Næsta rennikappingin verður ikki fyrr enn flaggdagin, so fyri tey, ið burturav fáast við renning, er hetta seinasta styrkiroynd, áðrenn nýggja kappingarárið við grand prix- kappingum fer í gongd flaggdagin.

Tað er nýstovnaða felagið fyri frælsan ítrótt í Eysturoynni, Roysnið, ið skipar fyri kappingini. Tey vóna, at kappingin fær góða undirtøku.

Kappingin byrjar kl. 15.00, og tey, ið ætla sær at luttaka, eiga at møta við Runavíkar Sjómansheim í seinasta lagi kl. 14.30.