Tað er ikki oftari enn so at eitt føroyskt lið kann kalla seg danmarksmeistari í flogbólti.
Men tað kann eitt lið gera nú.
Tað er dreingjaliðið hjá Fleyr, sum um vikuskiftið tók lut í DM-kappingini hjá DGI í Knebel, nakað uttanfyri Århus.
Teir fóru úr Føroyum fríggjadagin og kappingin byrjaði leygardagin. So væl gekst í hond hjá teimum, at teir komu víðari frá innleiðandi umfarinum og endaðu í sjálvari finaluni.
Finalan var ímóti einum liðið úr Sorø á Sælandi, og tann dystin vunnu dreingirnir 2-0. Settúrslitini vóru 15-13 og 15-11.
Eitt óført avrik av hesum ungu jassunum, sum hava stríðst og strevast fyri at sleppa avstað.
Ofta er striltið hjá liðum at savna pening til tílíkar ferðir og soleiðis var eisini í hesum føri.
Kostnaðarmikil ferð er tað, hóast hon bert varar í tríggjar dagar.
Dreingirnir, ella foreldur teirra, vóru noydd at leggja uml. 2.500 krónur í ferðakassan, men munnu tey ikki verða stolt og fegin í dag, at teir fóru? Tað er lítil ivi um.
Dreingirnir hava givið føroyskum flogbólti góða umtalu í Danmark, og tað er at vóna, at teir nú hava fingið áræði at halda áfram í hesi ítróttargrein.
Men ikki nóg mikið við hesum. Tí hetta kappingarárið, sum nú er lokið, hava dreingirnir eisini spælt í føroysku landskappingini.
Teir hava spælt í aðru deild og hana vunnu teir.
Teir fingu 18 stig, meðan ÍF á øðrum plássi fekk 14 stig.
So teir hava rættiliga gjørt um seg í ár.
Og so fáa teir væl saktans eisini møguleikan at fáa triðja meistaraheitið í hús, tá føroyameistarakappingarnar fyri yngri deildir verða.
Her av Sosialinum skal ljóða eitt stórt tillukku fyri tykkara bragd. Tit hava verið nakrir knassar.