spæla. Men samstundis er hetta ein nógv upptikin bólkur, tí skuldi ymiskt passa saman fyri, at tað kundi eydnast. Men nú er sáttmálin komin í hús, og hetta eru tey sera glað um. Upplivingin dregur Vit spurdu [...] The Sun, ið tekur tráin upp, har Dead Letters slepti. Her er talan um kompromisleys rokkstykkir blandaði við supermelidiøs niðurløg. Hetta er tónleikur, ið rakar øgiliga breitt, og sum ljóðar av serliga The [...] avgerandi. Hetta ger, at teir kenna til Føroyar og er ivaleyst við til at gera hugin til at vitja betur. Fyri bólkar, sum The Rasmus, ið ikki hava serligar fíggjarligar trupulleikar, snýr hetta við konsertferðum
men sum dysturin leið, so tóktist júst hetta fáa avgerandi ávirkan. Statiskur venjari Hetta hevði nevnliga við sær, at Stjørnan fekk lyndi til bara at hugsa um Auksu, og tað var so ikki nakað gott hugskot [...] givið Daivu ov góðar treytir, um valt varð at verja flatt, men tað vildi verið ein roynd vert. Stjørnuverjan stóð støðugt ov nógv á hælunum, og tá gjørdist talan ofta um millumstøður, sum í hópin av førum [...] heilt serligt til, um Stjørnan skuldi venda dystinum. Men tað »serliga« átti Stjørnan ikki í sær. Einasta vápnið, sum roynt varð, var mansverja av bæði Aukse og Daivu, og hóast hetta seinni varð broytt
fund í dag, og nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevði fund um málið mikudagin. – Og vit eru púra samd um hetta málið, og at hetta er tað einasta rætta at gera, sigur Annika Olsen. Hon heldur, at [...] ikki tímir at togast um hetta, tí tað verður bara ein skrúva uttan enda. Tí fara tey nú at leggja málið fyri rættin. – So einfalt er tað, sigur hon. – Og so má rætturin gera úrskurð um, vat er rætt ella hvat [...] So bersøgin er Annika Olsen, borgarstjóri í Havn um støðuna, nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum enn ikki hevur svarað, um hann fer at góðkenna sáttmálan millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Starvs
ongantíð eigur at verða gjørdur. Hetta eru eisini vís orð, sum kunnu vera sera nyttug og gagnlig, verður eisini gjørt eftir teimum. Orð hava tað við at vera eitt sindur tómlig, um ikki gerðir liggja aftanfyri [...] dugir væl at hugsa, hevur so aftur spælt sær við hesi vendingini um, at »øll skulu vera líka«, og burtur úr tí er so komin ein onnur vending um, at »summi eru meira líka enn onnur…« Soleiðis hevur tað eisini [...] fleiri hondbóltsfeløg eru farin at tosa um, at nú skulu bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum víðkast, so ikki verður neyðugt við nakrari niðurflyting í ár. Hetta ljóðar óivað skilagott í mongum oyrum,
Sigmundur Brestisson kemur við uppskotið um, at føroyingar skulu taka við kristnari trúgv, var hetta klárt í stríði við galdandi skipan viðvíkjandi ásatrúnni. Hetta sama var galdandi, tá ið tingið, helst [...] Nú her fyri var uppskot til samtyktar í Løgtinginum um, at leggja grundleggjandi avgerðina um loftrúmsradara fyri Løgtingið til avgerðar. Uppskotið átti flokkarnir; Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn [...] endamáls, at grundleggjandi spurningurin um at seta upp útgerð sum loftrúmsradara í Føroyum, skal avgerast við demokratiskari avgerð í Løgtinginum. Talan var onkantíð um at viðgera nakrar trúnaðarupplýsingar
eini roynd at finna eina loysn. Tey siga, at hetta er fyri at bøta um trygdina. Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað eru fleiri dømi um harðskap, har vakmyndatól høvdu hjálpt løgregluni [...] tí at tað bøtir um trygdina. Heðin Mortensen, borgarstóri sigur, at hetta er eitt mál, tey hava tikið upp við myndugleikarnar. Hann sigur, at tey eru í holt við at gera eitt uppskot um vakmyndatól og tað [...] nyttu. Hann hugsar um Klubbagarðin, Káta Hornið, Steinatún, og kanska onkra aðrastaðni við. Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sigur, at hetta er eisini ein spurningur um rættvísiskensluna hjá
aðrastaðni frá, um ein heldur valdi at stuðla teimum. - Hinvegin eri eg sannførdur um, at tað átti sjálvandi ikki at verið so: At politikkararnir, sum eru valdir her í økinum, hugsaðu um hetta økið. - Men [...] hevði verið at fingið uppskotini um Norðoyatunnilin og Vágatunnilin ígjøgnum í framtíðini. - Tað er helst nógv smartari og einfaldari við einum valdømi, men eg ivist í, um hetta verður til fyrimuns fyri by [...] hann eisini hevur góðar meiningar. - Tá hetta er sagt, vil eg eisini siga, at við einum valdømi kunnu eisini lokalpolitikkarar fáa ein møguleika. Eg hugsi her um Heina í Kunoy. Hann hevði heilt sikkurt
november í ár. Hetta er ein skelkur og ein sorgarleikur og kann í versta føri enda við, at eini tvey til trý hundrað fólk missa arbeiðið, um restin av samtakinum fer sama veg. Verður hetta gongdin, so stendur [...] hava eina búskaparstrategi, ið fevnir um kreppufyribyrgjandi tiltøk. Fortreytirnar eru ikki mjúkar: niðurfiskaðir stovnar, óvissa um oljurprísirnar og stór óvissa um heimsbúskapin. Henda strategi fer at [...] r at merkjast. Amerikanski búskapurin er framvegis heimsins størsti og hetta fer í sjálvum sær at elva til ávísar trupulleikar um allan heim. Avvarandi myndugleikar í USA hava, rentupolitikkurin undantikin
Klaksvík. Tey hildu til í skýlinum um kvøldarnar og ofta vóru rúsevnir uppií. Hesin trupulleiki er nógv minkaður, um ikki horvin síðani. Vóni ikki, at vit fara at síggja hetta aftur, nú tey ungu ikki fara at [...] gjalda lán og onki til rakstur. Tilsamans snúi tað seg um 350 t.kr, ein upphædd, ið minnilutin væl og virðiliga kundi vísa á bar til at útvega, um bert viljin var tilstaðar. Føgur orð Varaborgarstjórin [...] bløðunum, at tað er umráðandi at mentanin blómar í Klaksvík. Hetta eru føgur orð, ið hann so dyggiliga longu hevur prógvað, at hann als ikki meinar. Um hann meinar nakað við hesi orð, so mugu tey merkja, at
við H71 um pláss í FM-finaluni. Annað er, at hetta økir munandi um trýstið á hoyvíkingarnar. Teir hava higar til verið teir einastu, sum hava tikið VÍF, og nú er tað næstan krav, at talan verður um endurtøku [...] stríðnum um at vinna sær rætt til annað av plássunum í FM-finaluni í manshondbólti. Sum kappingin hevur lagað seg, so hevur talan fyri tað nógva verið um kapprenning millum H71 og Neistan í stríðnum um at fylgja [...] aftur raknaði við, og eftir hetta hevði H71 fyri tað mesta tak á dystinum. Men tað eydnaðist ikki at halda fast í hesum. Og kanska var missurin av Halgir júst ein orsøk til hetta. Vertirnir vóru støðug noyddir