Triði bólkurin, ið G! avdúkar hesa vikuna, er í mun til gamla gospel bólkin, ið varð avdúkaður í gjár ein nyggjum og spennandi bólkur. Sambært G! er hetta ein bólkur, sum av mongum verður mettur sum eitt hitt mest spennandi skandinaviska rokk-navnið í nýggjari tíð. Tey spæla ógvusligan og inniligan óljóðs rokk, ið er sum ein tvørskurður úr rokk-søguni, settur saman til ein oyradoyvandi og stórbæran ljóðmúr, skrivar Gfestival.com
Fleiri av løgunum hjá Serena Maneesh eru eins og stríðsvallir, har harmoniskir melodiir og dissonantir múrar av larmi bresta saman, og er hetta nærum hin aldargamli bardagin millum gott og ilt, bara við ljóðførum til vápn.
Tónleikurin fevnir um íblástur úr rokk-søguni, líka frá gomlum amerikanskum suðurstats blues tónleiki, yvir Gershwin, kamartónleik, 60´ara óljóðsrokk, (The Velvet Underground), týskan 70´ara kraut rokk (Neu! og Can), skotskan og amerikanskan óljóðs rokk úr 80´unum (The Jesus and Mary Chain, Primal Scream, Sonic Youth) og enskan 90´ara óljóðs popp (My Bloody Valentine, Slowdive), verður millum annað sagt.
Bæði í Evropa og USA fær Serena Maneesh framúr góð skoðsmál við orðingum sum “rúnarbindandi” og “transenderandi tónleikauppliving fyri konsertir sínar.
- Tá ið tónleikur er óvanliga vakur, verður stundum tikið til, at “einglarnir syngja.” Í hesum førinum er tann myndlýsingin ikki heilt nøktandi. Rættast er heldur at siga, at soleiðis ljóðar, tá einglarnir skríggja! Tí kunnu rock- og larmglaðir føroyingar gleða seg til Serena Maneesh vitja Gøtusand. óljóðs rokkur, har fortíðin gerst sprell-livandi nútíð, við beinari kós inn í framtíðina.
“Serena-Maneesh ljóðar sum plátan, ið nógvir bólkar royna at gera gjøgnum alla sína karrieru. Gamaní, bólkurin er borin avstað á einum gandateppi av internet hype, men hann er verdur hvørt orð. Um tað er satt, at alt hetta er gjørt fyrr, so er hetta óiva besta endursending, vit fara at hoyra í áravís”.
skrivaði Chris Gliddon, Prefix Magazine, um fløguna og gav henni 8 av 10 stjørnum.