Havnarmaðurin Jens Knudsen er tónleikalærari, messingblásari, í musikskúlanum í Suðuroynni. Eisini leiðir hann Tvøroyrar Hornorkestur.
Men hetta er ikki nóg mikið. Hann hevur av egnum áhuga tikið stig til eitt gospelkór í Suðuroynni. Og hann leggur dent á, at tað er fyri alla oynna. Tí hevur hann sett sær fyri, at venjingar fara fram helvtina av árinum í sunnaru helvt av oynni, og síðani hina helvtina av árinum í norðaru helvt av oynni. Tað vil siga í Vági og á Tvøroyri.
- Eg havi tikið stig til hetta av egnum áhuga og eg vóni, at undirtøkan verður góð, sigur Jens.
Øll kunnu vera við
Jens er eldhugaður og brennir fyri hugsanini um eitt gospelkór. Hetta er heldur einki nýtt fyri hann, tí í lestararárunum í Danmark setti hann á stovn eitt gospelkór í Nyborg. Hetta kór telur í dag heilar 40 sangarar.
Jens leggur dent á, at øll kunnu koma við, tí ongar treytir ella fyritreytir eru. Ongum nýtist at setast aftur, tí tey ikki duga nótar ella tí tey ikki hava sungið áður.
Sangskráin verður fjølbroytt og livandi og Jens heldur t.d. sjálvur nógv av Oslo Gospel Choir.
Jens heldur, at talan verður ikki um kapping við eittnú Kirkjukórið Ljóm í Vági, men heldur um eitt ískoyti til tað, ið er innan sang í Suðuroynni, tí t.d Ljómur er meira tað klassiska, meðan nýggja kórið meira ferðast í rútmiska partinum av tónleikaheiminum. Og kemur ferð á ætlanina, so vónar Jens, at tað við tíðini ber til at fáa ljóðføri við eisini.
Jens Knudsen er útbúgvin tónleikalærari, almen musikpedagog, við Det Fynske Musikkonservatorium við kór- og orkesturleiðslu og messing sum sergrein.
Ætlanin er at hava venjingarnar týskvøld klokkan 19 og ætlanin er at byrja í Vági og síðani skifta norðurum seinni.
Fyrsta venjing verður 2. september klokkan 19 og Jens vónar, at nógv taka undir við kórinum. Til ber at frætta nærri við at ringja til Jens á telefon 223053.










