Nýggir Volvo lastbilar á markanaðin í 2002

Síðst í oktober var verkførarin á lastbiladeildini hjá VR Bilum, Torleif Nón, saman við 135 øðrum lastbilaumboðum í Gøteborg, tá nýggju FH og FM røðirnar av Volvo lastbilarnir vóru avdúkaðir.

 

Bilar

 

Tá Volvo avdúkar nýggjar bilar, er tað ofta við eini stórari leiksýning. Tá nýggju FH og FM lastbilarøðirnar vóru sýndar fram í oktober, var onki undatak. Har vóru nógvir artistar sum sýndu fram síni kynstur, og á stórskíggja sást ein tyrla koma við einari byngju hangandi undir sær. Tá tyrlan steðgar og skal lora byngjuna niður, kemur ein ein Volvo FH 12 niður úr loftinum, og lendir á gólvinum millum borðini har áskoðarnir sótu og ótu. Hetta kom heilt óvart á teir, tí hetta var ein spildurnýggjur bilur, sum teir ikki høvdu sæð áður.

 

 

 

Volvo FH og FM

 

 

 

Talan var um nýggjastu Volvo FH12, FM9 og FM12 lastbilarnar. FH 12 fæst við 12 litur motorum frá 340 til 500 hk., og FM9 fæst við 9 litur motorum frá 260 til 380 hk. FM 12 fæst við 12 litur motorum frá 340 til 420 hk. Næsta ár kemur ein nýggjur 16 litur motorur. Fýra ymiskir gearkassar verða at velja ímillum: Powertronic er ein heilautomatiskur gearkassi. Geartronic er ein 14 trins gearkassi. I-shift er ein heilt nýggjur heilautomatiskur ella manuelt stýrdur elektroniskur gearkassi. VT er ein gearkassi ið hevur kaðalsamband ístaðin fyri stengur.

 

 

 

ABS og ESP

 

 

 

Allir Volvo lastbilar við luftfjaðraskipan hava skivubremsur á øllum hjólunum. Eisini hava teir elektroniskt stýrdan retardara, ið kann aktiverast automatiskt tá man bremsar, og heldur ferðina sum bilførarin hevur sett hann til í undanbrekku. Við tað at ABS bremsur eru standard, fæst bilurin eisini við ESP (Elektronisk Stabilitet Program). Við hesi skipan fær bilførarin hjálp í torførum umstøðum, tí skipanin regulerar til dømis bremsukraftina og motorkraftina eftir tørvi. Hetta er við til at bøta munandi um trygdina á vegunum.

 

 

 

Til Gøteborg í januar

 

 

 

Hetta er bert nakað av tí nýggjasta sum Volvo lastbilarøðirnar koma við í næstum. VR Bilar skipa fyri einum túri til Volvo miðstøðina í Gøteborg í januar mánaða. Tey sum hava áhuga, kunnu venda sær til VR Bilar, at fáa meira at vita um túrin. Annars verður eitt skriv sent út til allar lastbilakundarnar, har møguleiki er at tekna seg.