próvtøkan, ein forsmakkur á veruliga lívið

Oláus Jespersen, í mentamálaráðnum, heldur tað vera óheppið, at níggju ára skúlagongd skal standa og fella við teimum 20 minuttunum inni hjá próvdómaranum. ?Men, sigur hann, ? persónliga haldi eg ikki, at fráfaringarroyndin skal avtakast, tí okkurt slag av eftirmeting má vera. Tað er eisini lógarásett, at skúlin skal eftirmeta næmingin, og geva eina váttan av, hvat tann einstaki næmingurin dugir.

Oláus sigur, at endamálsorðingin hjá fólkaskúlanum er, at skúlin skal fyrireika næmingin so væl uppá lívið, ið kemur eftir skúlan, sum gjørligt, og lívið er jú fult av tílíkum støðum, har tú mást megna at halda høvdið kalt undir trýsti. ?Júst henda endamálsorðingin leggur eina stóra ábyrd á lærararnar, tí teir skulu megna at læra næmingarnar soleiðis, at hesir eisini kunnu nýta lærdómin eftir royndina.. Drívkraftin hjá næmingunum til at læra má ikki verða, at hetta má eg duga, bert tí eg skal til roynd, men heldur, at hetta má eg duga, tí eg síggi, at eg fari at kunna nýta hetta seinni í lívinum, greiðir Oláus frá..
? Ofta vita teoriin og praksisin ikki av hvørji aðrari. Tú kanst taka pythagoras sum dømi. Ein skúlanæmingur hevur ikki ánilsi av, hvussu pythagoras verður nýttur í "veruliga lívinum", meðan t.d. ein timburmaður ikki hevur ánilsi av teoriini. Hann veit bara, at um hendan síðan er so long og handan síðan er so long, so verður triðja síðan so og so long. At tað eitur Pythagoras ánar hann ikki.
Oláus heldur, at skúlin má læra næmingarnar, at nýta vitanina uttan fyri skúlan eisini.
? Vit mugu ansa væl eftir, at vit ikki undirvísa tí vit skulu hava próvtøku, men at vit hava próvtøku, tí vit hava undirvísing.
? Um tað verður próvtøkan sum fer at stýra undirvísingini, so fáa vit eitt ættarlið við teoretikarum, sum ikki kunnu nýtast í praksis. Tey hava bert lært tingini, fyri at forklára tey fyri sensor, og ikki fyri at kunna nýta tey sjálvi, sigur Oláus at enda.


? Um tað verður próvtkan sum fer at stýra undirvísingini, so fáa vit eitt ættarlið við teoretikarum, sum ikki kunnu nýtast í praksis. Oláus Jespersen, mentamálaráðið

? Drívkraftin hjá næmingunum til at læra má ikki verða, at hetta má eg duga, bert tí eg skal til roynd. Oláus Jespersen, mentamálaráðið

? Lívið er jú fult av tílíkum støðum, har tú mást megna at halda høvdið kalt undir trýsti. Oláus Jespersen, mentamálaráðið