Føroyskar og danskar landaplágir á ferð

Forelskaður sjónleikari, Herbergið, Danse i måneskin, Jeg troed du var hos Mikael og Jeg hader Susanne, er nøkur av løgunum sum klaksvíkingar, havnarfólk og fuglfirðingar kunnu syngja við komandi dagarnar.

FO/DK konsertferð
 
Í kvøld mikukvøldið 26. oktober fara donsku landaplágusmiðirnir úr Souvenirs, unga lovandi danska songkvinnam Julie Maria og føroysku landaplágusmiðirnir úr Páll Finnur Páll á pallin í Atlantis í Klaksvík. Hetta er fyrsta konsert av trimum. Hinar verða hóskvøldið í Læraraskúlahøllini í Havn og fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
 
Fyrsta av seks                    
Hetta er fyrsta konsertferð av seks, sum verða hendan veturin. Elin Hentze samskipari fyri Norðurlandahúsið sigur, at hetta er eitt tiltak, ið verður fyriskipað í felag av Norðurlandahúsinum, FUT (Føroya Undirhalds Tónleikarafelag), DJBFA (Dansk Jazz Beat & Folkemusik Autorer) og DAT (Dansk Artist Forbund). Við stuðli frá Atlantic Airways.
Endamálið við konsertferðunum er at geva tónleikabólkum úr báðum londunum høvið at koma út um landoddarnar at spæla tónleik, og næsta ár er sostatt ætlanin, at føroyskir bólkar skulu fáa høvið at fara á konsertferð við donskum bólkum í Danmark.
 
Stórur áhugi
80 danskir bólkar søktu um at luttaka, og DJBFA og DAF hava valt 12 bólkar út. Tveir verða á hvørjari konsertferð. Valt var út við atliti til góðsku og í roynd at gera konsertirnar, so áhugaverdar og fjølbroyttar sum til ber. Norðurlandahúsið og FUT hava síðan valt ein føroyskan bólk, ið hóskar seg væl til at spæla saman við donsku bólkunum.
Henda fyrsta konsertferðin tekur støðið í teimum fólkaligu og penu poppløgunum. Tí vóru Páll Finnur Páll við sínum vøkru poppløgum valdir. Næsta konsertferð verður við enn bleytari poppi. Á hinum konsertferðum verður m.a. harður rokkur, fólkatónleikur og jassur at hoyra.
 
Roynd at menna føroyskan tónleik
Niels Halm stjóri í Norðurlandahúsinum, segði við Sosialin leygardagin, at hann ynskti at hjálpa føroyskum listarfólki út í heim. Sambært Elini Hentze er hetta ein partur av tí arbeiðinum. Eins og sýnisgluggakonsertin í Kagganum herfyri, har umboð fyri Spotfestivalin vóru til staðar, eisini er ein roynd at hjálpa føroyingum at sleppa uttanlanda. Í løtuni er Niels Halm staddur í Berlin, har hann tingast við týsku tónleikamessuna Poppkom um føroyska luttøku í 2006.