Norrøna
Partaeigaraavsláttur. Hetta var uttan iva nakað av tí, sum í síni tíð førdi við sær, at Norrøna fekk somikið góða undirtøku millum føroyingar. Tann møguleikin hvarv tó, tá nýggja Norrøna kom til landið og aðrir og størri eigarar settu pening í felagið.
Men stendur tað til nú fráfarandi stjóran, so er eingin ivi um, at skipanin við nógvum smáum eigarum og fyrimunir til hesar aftur kemur at virka.
- Mín sannføring er, at hetta er eitt sera gott hugskot. Og vit hava eisini tosað um tað.
- Sum eg havi skilt støðuna, so var tað krav frá hetlendska Menningargrunninum - tá hesir settu pening í felagið - at avslátturin til smærru partaeigararnar skuldi strikast. Hetta luturin hjá teimum smáu nú var nógv minni.
- Nú er tó líkt til, at hetlendski grunnurin ikki er so aktivur longur. Teir eru ikki við í styrkinum, sum felagið fær hesaferð. Tí hava teir ikki longur eitt eins gott krav í so máta, og ætlandi verður talan um eina almenna partabrævahækkan komandi heyst, har vanligi føroyingurin eisini hevur møguleika at ogna sær sín part í felagnum.
- Og tá er upplagt, at serlig tilboð verða latin hesum eigarum. Tað kann vera ferðaseðlar, tilboð umborð, tilboð við ymsu ferðamálini og annað. Tað týdningarmikla í hesum er, at tú - umframt at geva fyrimunir til eigarar - eisini skapar eitt loyalitetsband til hesar. Hetta er eitt modell, sum var vanligt í bæði Danmark og Noreg, men í dag eru kostnaðirnir av einum stórum eigaraskarða somikið stórir í hesum londum, at fyrimunirnir mest sum hvørva.
- Her í Føroyum eru krøvini ikki tey somu í so máta, og tí er sera upplagt at vit skapa ein loyalitetsbólk á hendan hátt. Eg minnist sjálvur, tá eg sum seks ára gamal fekk eitt partabræv í reiðarínum, sum sigldi til okkara bý. Tað var ein partur av mentanini í býnum, og tað felagið, sum røkti rutuna, hevði munandi fleiri ferðafólk tá, enn tey hava í dag.