KÍ eigur fýra menn á landsliðnum

Fimm av teimum fyrstu ellivu eru úr útlendskum feløgum

Mattias H. Lamhauge verður í kvøld millum stólparnar á føroyska landsliðnum ímóti Kroatia. Hetta er 11. ferðin, at Mattias verjir føroyska málið.

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari hevur fimm spælarar millum teir fyrstu ellivu ímóti Kroatia, sum eru á lønarlistum í útlendskum feløgum.

 

Fýra av teimum seks, sum eru úr føroyskum feløgum, spæla fýra við oddaliðnum og FM favorittunum í KÍ, og so eru ein NSÍ spælari, ein HB spælari.

 

Ivamálini hava verið, hvør fór at vera á sentrala miðvøllinum saman við Brandi Hendriksson Olsen, og hvør fór at vera fremsti maður.

 

Undir liðini á Brandi H. Olsen er KÍ liðformaðruin Jákup B. Andreasen, og Meinhard E. Olsen er fremsti maður.

 

 

 

Føroyar - Kroatia kl. 19.45

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup B. Andrasen, Hanus Sørensen – Meinhard E. Olsen

 

Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Samuel Johansen Chukwudi, Jann J. Benjaminsen, Martin Agnarsson, Adrian Justinussen, Poul Kallsberg, Noah Mnenéy, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Jóan Símun Edmundsson

 

Mattias H. Lamhauge verður í kvøld millum stólparnar á føroyska landsliðnum ímóti Kroatia. Hetta er 11. ferðin, at Mattias verjir føroyska málið.