møguleiki at koma tætt at teimum, sum taka týðandi avgerðir, sigur løgmaður. Heimafturkomin er tað tingarbeiði, sum fer at taka meginpartin av tíðini. Eisini skal løgmaður arbeiða við málinum um at søkja limaskap [...] eftir ferð við trygdarráðnum í USA. Hann letur væl at ferðini: - Ferðin var sera góð. Skráin var øgiliga pakkað, men vit upplivdu nógv og fingu nógv at skafti. Høvuðsuppgávurnar var undirskriving av semju [...] onnur upplivilsir. Vit fingu høvi at eygleiða setanina av einum ST-aðalfundi. Har vóru nógvir góðir røðarar. Kofi Annan helt eina megnarrøðu. Vit fingu eisini høvi at eygleiða fundin hjá ST-trygdarráðnum
dysti heima hjá Portsmouth, misnýtti oddaliðið úr Manchester møguleikan at leggja Chelsea seks stig afturum seg. Dysturin byrjaði við at heimaliðið fekk leikligu yvirvágina, og hevði nakrar royndir ímóti [...] hevði trupulleikar við at fáa bóltin í netið. Hetta kostaði í hinum endanum í 89. minutti, tá ið Ferdinand og Van der Saar misskiltu hvønn annan, og so varð Ferdinand uppskrivaður fyri at hava gjørt sjálvmál [...] soleiðis at nú var 2-0 til heimaliðið. Ein minutt seinni kom tó eitt sindur av spenningi í aftur, tá ið O?Shea fekk minkað um munin, eftir trunkaspæl í Portsmouth-brotsteiginum. Hóast møguleikar at javna
men tað er mest sum greitt, at Jógvan Hansen og X-factor orkestrið fara á pallin á SummarFestivalinum - Vit hava tosað við fyrireikararnar av festivalinum, og alt er so at siga komið í rættlag. Og sjálvur [...] sjálvur vóni eg í øllum førum, at hetta fer at bera til. Soleiðis sigur Jógvan Hansen, sum í gjár vann stóru íslendsku sangkappingina, X-factor. Jógvan er sjálvur klaksvíkingur, og hann hevur eisini eina [...] X-factor kappingina fer Jógvan at hava fleiri framførslur í Íslandi komandi tíðina, og eisini hetta er nakað, sum hann gleðir seg til. - Ikki minst, tí tað í Íslandi er so, at ein tónleikari hugsar um tónleikin
páskahátíðina. Nú er nakað síðani, at umboð fyri tær fýra brøðrasamkomurnar á Skálafjørðinum ? Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Saltangará og Nebo á Toftum ? gjørdu av, at páskastevnan hesa ferð burturav [...] seg um missión. Málið er at kunna um, og harvið økja um tilvitanina í samkomum og millum einstaklingar um missión. - Tað snýr seg sjálvandi um hjørtuni, og spurningurin fer at verða reistur, hvussu samkomur [...] samkomur kunnu vera við til at styrkja um, og økja tann partin av samkomuvirkseminum, sum eigur at snúgva seg um trúboðan, sigur Jens Olsen. Onkrir av føroysku trúboðarunum sum arbeiða uttanlands verða við
konsentreraðir ta einu løtuna. Vit velja so at satsa fyri at fáa eitt stig og tað kostar, har vit fáa eina útvísing og teir eitt mál, sigur Sámal Joensen og vísir á, at tað er líkamikið, um tú tapir við einum [...] málið kom, men teir søgdu at Geza Turi varð skumpaður á veg út og tí fór skeivur av bóltinum. Geza plagar ikki at øsa seg vanligt, men var í øðini um málið, so eg ivist ikki í, at har hevur verið okkurt. [...] – Tað var ein fínur dystur, um vit hugsa um, at talan var um ársins fyrsta landskappingardyst. Bæði liðini royndu at spæla bólt, men til tíðir gekk tað kanska ov skjótt fyri seg. – Tað leikaði rættiliga
fer tá at fara fram umvegis breiðbandssambandið. Hetta merki, at Norröna alla tíðina fer at hava tætt samskifti við skrivstovuna á landi og umheimin annars. Tað hevur leingi verið arbeitt við at fyrireika [...] arbeitt við at lyfta útgerðina umborð. Tað snýr dragar seg til dømis um stórar parabolantennir, sum taka niður dáta umvegis fylgisvein. Sett verður upp eitt 4 M/512K samband. Endamálið er at geva Norrönu [...] Í dag verður útgerð til breiðbandsatgongd sett umborð á Norrönu. Breiðbandsloysnin fer at geva Smyril Line virknari arbeiðsumstøður, tí starvsfólk og ferðafólk umborð alla tíðina kunnu hava tætt samskifti
betur ógjørt. Túrurin var so ótespiligur, at eg ikki vildi flúgva í 10 ár eftir, at eg var komin til hús aftur. . Men flogræðslan er burtur, eisini ræðslan fyri at flúgva til Føroyar. Sebastian var í Føroyum [...] einstaklingur. Hann sigur seg gleða seg til at sleppa aftur til vøkru føroysku náttúruna og vinarliga og fitta fólki, ið her býr. Men tað er eingin sjálvfylgja, at konsertferðin eisini leggur inn í Føroyum [...] sambandi við uppsetingina av Ronju Ránsmannadóttir, og nú kemur hann aftur. Hann sigur, at tað er eingin ivi um, at tætta sambandið við
til reint ug. Heimasíðan hjá AaB skrivar, at Suni Olsen spældi, sum um hann ongantíð hevði gjørt annað enn at spæla høgri bakkur, og heimasíðan vil verða við, at Suni Olsen var besti spælarin á vøllinum [...] í dystinum, og tann støðan endaði við, at Lyn minkaði um munin til 2-1. Fleiri enn 3.000 áskoðarar vóru til dystin í Aalborg, hóast tað var kalt og hevði hug at kava. AaB hevur fyrireikað seg til Royal [...] venjingarlegu í Turkalandi, har umstøðurnar at venja vóru sera góðar. Nú eru Suni og liðfelagarnir aftur í Danmark, har kuldi og kavi stundum gera tað trupult at venja og spæla.
Í farnu viku skrivaðu vit, at felagsliðið hevði gjørt nýggjan sáttmála við málverjan René Tórgarð, sum EB/Streymur fyrr í ár fekk fatur á í B36. Nú er so greitt, at í minsta lagi átta av hinum stuðuls [...] hinum feløgunum at fáa fatur á er ivaleyst framherjin Sorin Anghel, sum er toppskjútti í Formuladeildini. Men her dyrgja hini feløgini til fánýtis, tí rumenin hevur longt sáttmálan, so at hann eisini komandi [...] komandi kappingarár verður í bláu og svørtu rípunum. Somuleiðis hevur ljóðað, at Hans Pauli Samuelsen fór at skifta úr EB/Streymi til B36, men hetta verður heldur ikki av nøkrum, tí Hans Pauli verður eisini
ummæli vísir Tøger Seidenfaden á, at Hitler er eitt negativt dømi um, at einstøk menniskju í allar størstan mun kunnu avgera søgunnar gongd. Harvið er kjarnin í bókini, at søgan á ongan hátt fylgir eini [...] um bókin kom út fyrstu ferð fyri á leið 30 árum síðani, er tað onki sum bendir á, at hon er minni aktuell. Heldur enn at síggja Hitler, sum eitt úrslit av søguni, er portrettið ein greining av persónsmenskuni [...] leiklut í europeiskum politikki. Og lýsingin av Hitler minnir okkum á ein óhugnaligan hátt á, at tað sjáldan ber til at spáa um úrslitið. Sebastian Haffner, Ammerkungen zu Hitler, Umsett: Christian Kock, Adolf