Í farnu viku skrivaðu vit, at felagsliðið hevði gjørt nýggjan sáttmála við málverjan René Tórgarð, sum EB/Streymur fyrr í ár fekk fatur á í B36. Nú er so greitt, at í minsta lagi átta av hinum stuðulsleikarunum í hópinum hjá EB/Streymi halda fram í felagnum, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Sorin fer ongan veg
Ein av teimum mest áhugaverdu spælarunum hjá hinum feløgunum at fáa fatur á er ivaleyst framherjin Sorin Anghel, sum er toppskjútti í Formuladeildini. Men her dyrgja hini feløgini til fánýtis, tí rumenin hevur longt sáttmálan, so at hann eisini komandi kappingarár verður í bláu og svørtu rípunum.
Somuleiðis hevur ljóðað, at Hans Pauli Samuelsen fór at skifta úr EB/Streymi til B36, men hetta verður heldur ikki av nøkrum, tí Hans Pauli verður eisini verandi á Eiði, og tað sama er galdandi fyri Marna Joensen, Gert Hansen, Bárð Olsen, Jákup Martin Joensen, Egil á Bø og Gunnar á Steig.
Við hesum hevur EB/Streymur tryggjað sær, at hópurin komandi kappingarár verður ógvuliga líkur tí í ár, og at felagið hevur ein blanding av royndum og minni royndum leikarum í hópinum.