Samfelagsstevnan í ítróttarhøllini í Runavík snýr seg burturav um missión.
- Vit ynskja at tann einstaki limurin í samkomuni skal gerast meiri tilvitaður um missiónsvirksemi, sigur ein av stigtakarunum Jens Olsen. Stevnan hevur nú vart í tveir dagar og heldur fram um páskahátíðina. Nú er nakað síðani, at umboð fyri tær fýra brøðrasamkomurnar á Skálafjørðinum ? Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Saltangará og Nebo á Toftum ? gjørdu av, at páskastevnan hesa ferð burturav skal snúgva seg um missión.
Málið er at kunna um, og harvið økja um tilvitanina í samkomum og millum einstaklingar um missión.
- Tað snýr seg sjálvandi um hjørtuni, og spurningurin fer at verða reistur, hvussu samkomur kunnu vera við til at styrkja um, og økja tann partin av samkomuvirkseminum, sum eigur at snúgva seg um trúboðan, sigur Jens Olsen.
Onkrir av føroysku trúboðarunum sum arbeiða uttanlands verða við á stevnuni. Annars er høvuðstalarin Paul McIlwain úr Australia. Hann er ein av høvuðsábyrgdarmonnunum hjá New Tribes Mission í Australia.
Umframt møtini í ítróttarhøllini hava fyrireikararnir somuleiðisvleigað eitt stórt telt, sum verður sett upp við síðuna av ítróttarhøllini. Í teltinum verða fleiri at tiltøkunum og framsýningar um missiónsarbeiði.