Jógvan spælir á SummarFestivalinum

Allir smálutir eru ikki komnir upp á pláss, men tað er mest sum greitt, at Jógvan Hansen og X-factor orkestrið fara á pallin á SummarFestivalinum - Vit hava tosað við fyrireikararnar av festivalinum, og alt er so at siga komið í rættlag. Og sjálvur vóni eg í øllum førum, at hetta fer at bera til.

Soleiðis sigur Jógvan Hansen, sum í gjár vann stóru íslendsku sangkappingina, X-factor. Jógvan er sjálvur klaksvíkingur, og hann hevur eisini eina ferð áður staðið á pallinum á Vágsbøi. Hetta var fyrsta festival-árið, tá Jógvan var partur av framførsluni hjá Hjarnum.

Saman við Húsaorkestrinum til X-factor kappingina fer Jógvan at hava fleiri framførslur í Íslandi komandi tíðina, og eisini hetta er nakað, sum hann gleðir seg til.

- Ikki minst, tí tað í Íslandi er so, at ein tónleikari hugsar um tónleikin, meðan onnur fólk taka sær av restini. Sjálvur havi eg ein umboðsmann, sum tekur sær av mest sum øllum praktiskum viðurskiftum, og tað ger tað munandi lættari og stuttligari bara at hugsa um tónleikin.

 

Ætlanin er, at Húsaorkestrið frá X-factor eisini verður í ferðalagnum, sum leggur leiðina til Føroya í august mánaði.