Suni Olsen er rættiliga komin fyri seg aftur, eftir at hann í fjør breyt fótin. Hóskvøldið spældi AaB ímóti Lyn í Royal League, og Suni Olsen var við allar 90 minuttirnar.
Suni spældi høgri bakkur, tí vanligi høgri bakkurin hevði leikbann, og her var avrikið hjá Suna til reint ug.
Heimasíðan hjá AaB skrivar, at Suni Olsen spældi, sum um hann ongantíð hevði gjørt annað enn at spæla høgri bakkur, og heimasíðan vil verða við, at Suni Olsen var besti spælarin á vøllinum.
Suni gjørdi mistak
Dysturin hóskvøldið var ímóti norska felagnum Lyn, og AaB vann 2-1. Aab kom á odda 2-0 áðrenn hálvleiki. Seint í dystinum gjørdi Suni Olsen sítt einasta mistak í dystinum, og tann støðan endaði við, at Lyn minkaði um munin til 2-1.
Fleiri enn 3.000 áskoðarar vóru til dystin í Aalborg, hóast tað var kalt og hevði hug at kava.
AaB hevur fyrireikað seg til Royal League og Superliguna við eini venjingarlegu í Turkalandi, har umstøðurnar at venja vóru sera góðar. Nú eru Suni og liðfelagarnir aftur í Danmark, har kuldi og kavi stundum gera tað trupult at venja og spæla.