Eru ikki nóg konsentreraðir

Sámal Joensen, landsliðsleikari og liðformaður hjá GÍ, heldur, at talan var um ein javnan dyst í Sarpugerði í gjár.

– Tað var ein fínur dystur, um vit hugsa um, at talan var um ársins fyrsta landskappingardyst. Bæði liðini royndu at spæla bólt, men til tíðir gekk tað kanska ov skjótt fyri seg.
– Tað leikaði rættiliga javnt á, men teir fáa so eitt mál, tá vit ikki eru nóg konsentreraðir ta einu løtuna. Vit velja so at satsa fyri at fáa eitt stig og tað kostar, har vit fáa eina útvísing og teir eitt mál, sigur Sámal Joensen og vísir á, at tað er líkamikið, um tú tapir við einum ella tveimum málum.
Gøtumenn vóru í øðini, tá EB/Streymur skoraði fyrsta málið, og tá Geza Turi varð vístur av vøllinum.
– Nú sá eg ikki heilt hvat hendi, tá fyrra málið kom, men teir søgdu at Geza Turi varð skumpaður á veg út og tí fór skeivur av bóltinum. Geza plagar ikki at øsa seg vanligt, men var í øðini um málið, so eg ivist ikki í, at har hevur verið okkurt. Reyða kortið var ein ófantalig takling, men um hon var til útvísing, so áttu bæði Ronnie Samuelsen og Pól Ennigarð eisini hvør sítt reyða kort, metir Sámal Joensen.