Í einum undirhaldandi dysti heima hjá Portsmouth, misnýtti oddaliðið úr Manchester møguleikan at leggja Chelsea seks stig afturum seg.
Dysturin byrjaði við at heimaliðið fekk leikligu yvirvágina, og hevði nakrar royndir ímóti United-málinum. Manchester United setti seg fullkomiliga á dystin, men heldur bragdaði hjá heimaliðnum. Van der Saar í United-málinum boksaði eitt langskot fyri føturnir á Taylor, sum kundi leggja Portsmouth á odda 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur innhelt einvegis ferðslu ímóti Portsmouth málinum, men United hevði trupulleikar við at fáa bóltin í netið. Hetta kostaði í hinum endanum í 89. minutti, tá ið Ferdinand og Van der Saar misskiltu hvønn annan, og so varð Ferdinand uppskrivaður fyri at hava gjørt sjálvmál, soleiðis at nú var 2-0 til heimaliðið.
Ein minutt seinni kom tó eitt sindur av spenningi í aftur, tá ið O?Shea fekk minkað um munin, eftir trunkaspæl í Portsmouth-brotsteiginum. Hóast møguleikar at javna í yvirtíðini, megnaði United ikki at skora.
Hetta ber í sær, at nú er veruligur spenningur í oddinum í ensku Premier League aftur. Chelsea vann sín dyst fyrr í dag, og er tískil nú bert trý stig aftanfyri Manchester United.