Jóannes Eidesgaard er komin heim eftir ferð við trygdarráðnum í USA. Hann letur væl at ferðini:
- Ferðin var sera góð. Skráin var øgiliga pakkað, men vit upplivdu nógv og fingu nógv at skafti. Høvuðsuppgávurnar var undirskriving av semju um sjómørk og undirskriving við heimsbankan um menningarhjálp á Palao.
- Afturat hesum vóru sjálvandi eisini onnur upplivilsir. Vit fingu høvi at eygleiða setanina av einum ST-aðalfundi. Har vóru nógvir góðir røðarar. Kofi Annan helt eina megnarrøðu. Vit fingu eisini høvi at eygleiða fundin hjá ST-trygdarráðnum, sum er tað reela valdsforumið í ST.
- Vit vóru ein túr í State Department, sum er uttanríkisráðið í USA. Har hittu vit embætismannin, sum hevur Skandinavia sum arbeiðsøki. Har fingu vit innlit í, hvørjar ætlanir teir hava við okkara øki. Hetta er kanska serliga viðkomandi, nú teir fara úr Íslandi.
- Annars fingu vit heilsað uppá nógv fólk. Allir teir týðandi embætismenninir vóru til staðar, og tað var stutt millum borðini, so tað var ein góður møguleiki at koma tætt at teimum, sum taka týðandi avgerðir, sigur løgmaður.
Heimafturkomin er tað tingarbeiði, sum fer at taka meginpartin av tíðini. Eisini skal løgmaður arbeiða við málinum um at søkja limaskap í EFTA.