ár. - Tað stuttliga er, at vit hava mælt til hetta í nógv fleiri ár enn til dømis danir. Tað er ein myta, at tað ikki er nóg mikið hjá barninum bara at fáa bróstamjólk. Og ongin ivi er um nær barnið mungar [...] unum í Jakarta, eri eg ikki bangin. Havnin er eisini ein stórbýur og her eru eisini børn, sum ikki trívast. So hóast vanrøktin er ikki so sjónlig her, so er hon eins skaðilig fyri einstaka barnið, sigur [...] pinkubørnunum í býlingunum. - Tey eru muslimar. So tað er eisini áhugavert at fáa innlit í, hvussu mentanin er viðvíkjandi tí at geva bróst – um tað er loyvt at geva alment, um tær hava farloyvi, og annars
heilaskaðin er, hevur hann við sær ymiskar likamligar og fatanarligar fylgir. Beint eftir skaðan kann tað vera ógvuliga trupult at meta um, hvussu stórar avleiðingarnar verða, sum tíðin gongur. Er talan um [...] tí menningarstigi, har barnið í løtuni er. Skaðin kemur kanska til sjóndar fleiri ár seinni, tá ein førleiki, sum átti at verið mentur hjá barninum, kortini ikki er tað. Soleiðis kunnu vit siga, at børn [...] kunnu tey gerast uppgevandi, kedd og ørkymlað. Er talan um likamligar broytingar, sum ikki eru sjónligar, kann tað gerast trupult fyri onnur at skilja, hvat er hent. Barnið líkist jú sær sjálvum, og hetta
misstøk síni, og at tað er øvundsjúka móti okkara eldru, sum hevur fingið felagið at skriva lesarabræv. Hetta er ein beinleiðis snaran av veruleikanum, tí tað sum vit hava átala er, at Heðin Mortensen og [...] undirritaða fyri at øvunda okkara eldru. Hetta er tó einki eindømi frá einum politikara, sum alla politisku karrieru sína hevur hugsað um ein persón og tað er seg sjálvan. Føroya Arbeiðarafelag vil ikki hava [...] royna at forða Føroya Arbeiðarafelag at gera eina lítla samanbygging av húsum felagsins, meðan kommunan í øðrum førum gevur loyvi til bygging, sum beinleiðis er í stríð við byggisamtyktina og at kommunan nakrar
soleiðis er tað. Eg havi tosa við ein mann á fiskasøluni, sum hevur sagt mær at hann er tann einasti í landinum sum fæst við slíkt, men bert sum eitt hjáput, onkran tíma um vikuna. Meira tíð er ikki til [...] tørvin Ongin grund er at bíða eftir sjálvstýrinum at seta hetta í verk. Tað er bert ein spurningur um vit yvirhøvur meina eitt einasta orð av øllum tosinum um hvussu neyðugt tað er at økja okkara innt [...] men ikki ein króna er sett av til at rætta uppá tær fullkomiliga ótolandi umstøður hann hevur húsast undir í áravís. Øll vita vit hvussu avgerandi neyðugt og týdningarmikið tað er at víðka okkara vin
komin ein metur longur fram á vegnum, hevði steinurin rakt beint inn í bilhurðina, og so hevði lítla gentan neyvan verið á lívi, sambært politirapportini. Sjúkrabilur, løgregla og Landsverk vórðu skjótt
miðal 6 krónur fyri kilo, er talan um eina lítla miljard krónur í veiðivirði. Nú er óhugsandi, at allur fiskurin kann virkast til matna, tá talan er um so stórar nøgdir, men tað er ikki óhugsandi, at ein [...] verið frystur til matna. Føroyar eiga bara eitt verksmiðjuskip, sum kann virka fiskin umborð, og tað er Norðborg hjá Kristian Martini Rasmussen og synum hansara. Uppi á landi hava vit Faroe Pelagic í Kollafirði
keypt sær ein hvítan candyfloss. Jú, ólavsøkan er komin, og fólk eru í ólavsøkuhýri. Veðrið helt sær á leið. Nakrir fínir dropar vóru at hóma, og í eina lítla løtu væntaði man kanska, at veðrið fór at blíva [...] Horntónleikurin hoyrist koma nærkandi, sum fólkið savnast á Vaglinum. Ikki er nógv pláss at venda sær í, og allastaðni síggjast fólk í øllum aldri í góðum hýri práta og flenna. Børnini hava fingið eina [...] blíva verri. Men tíbetur fór tað heldur hinvegin, og veðrið hevur verið gott hóast yvirskýggjað. Tað er turt og lýtt. Áðrenn ólavsøkan varð sett, varð lýst við einum minutti tøgn til minnis um teir tríggjar
- Hetta er ein hørð bransja, sum krevur nógva venjing. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa fólk at skilja, hvat ein DJ er, sigur Rúni, sum í vikuskiftunum gongur undir navninum DJ Frisko og seinastu [...] Tað er øgiliga harmiligt, tí vit eru nakrir, ið ganga øgiliga høgt uppí hetta. Tað er eitt starv, sum krevur venjing. Tú investerar eina rúgvu av tíð í at venja teg og finna tónleik, men tøkkin er bara [...] náttarlívið kunnað verið enn meira etablerað. - Jantelógin er ikki líka nógv galdandi nú, sum hon var, men hon er har enn. Ein skal ongantíð halda, at ein er nakað; ein sleppur enn ikki heilt at standa einsamallur
Matematikk, fysikk og kemi. Er nakað, sum manglar í nýggju bókini? Ája, sjálvandi. Sagt verður fleiri staðni, at bókin er væl egnað til skúlabrúks. Rætt er tað. Men tað “er ringt at rógva aftur á aftur [...] málreinsarar venda øllum við og lúka neyðug og góð orð burtur. Málreinsingin er farin yvir gevind Niðurstøðan er, at málreinsingin er farin yvir gevind. ”Málið skal ikki misbrúkast til at dragsa Føroyar burtur [...] árini er so nógv broytt og nýtt komið aftrat, ídnaður, flakavirkir, samferðsla, undirvísing, handil og service. Hetta hevur ført við sær, at brúk er bæði fyri nýggjum gerandis- og fakorðum. Neyðugt er at
klokkan 11 til 14 verður tikið upp aftur í dag, og soleiðis letur marknaðurin upp um eina lítla løtu. Hetta er fimmti leygardagurin á rað, at skipað verður fyri hesum marknaðartiltaki á Fiskavirkinum í [...] byrja eisini fólk at koma aðrastaðni frá, sigur Andras Jákupsson, sum er ein av fyriskiparunum hjá Fiskavirkinum í Gøtu. Ætlanin er fyribils at hava marknaðardag hvønn leygardag restina av hesum árinum