Ein nýggj bók, sum bæði er vælkomin og neyðug

André Niclasen: Føroya mál á manna munni

- móðurmálið og málrøkt Lagt til rættis: Regin Eikhólm og André Niclasen

Tekningar: Óli Petersen

Prent vm: Føroyaprent

Læribókaforlagið 2007

Síðutal: 272

 

 

- Vælkomin, tí nógv, kanska fólk flest, hava verið í døpurhuga av málstøðuni. Tey hava følt seg býtt og sett uttanfyri, tí tey dugdu ikki longur ”ordiligt føroyskt.” Tað vanliga málið, móðurmálið, var ikki ”nóg føroyskt.” Hvat var tað so?

- Neyðugt, tí eingin hevur higartil dittað sær, at róð upp móti reinsingarrákinum, sum hevur at kalla verið einaráðandi á “parnassinum” tey seinastu 40-50 árini. Vanlig fólk við vanligum, natúrligum máli, hava lítlan og ongan stuðul havt í hesi reinsingartíð.

 

Høvuðsparturin av bókini eru stuttir kapitlar. Stykkini eru eina, hálvaaðru til tvær síður, og viðgera við góðum dømum og argumentum nógv ymist, sum útvarpið hevur sagt ella bløðini hava skrivað. Hvørt stykki er læruríkt, og væl sett saman. Her kann man læra nakað um skrivikynstur, stilistikk, og um musikalitet í málinum. Men eisini um grammatikk, orðatýdning, nuancur, nyttuna av fremmandorðum og vandan við íslandificering.

 

Stuðul frá Regin Eikhólm, Óla Breckmann, Eivind Weyhe og Óla Petersen

Regin Eikhólm hevur lagt til rættis. Fremst er eitt fororð, sum Óli Breckmann hevur skrivað. Eivind Weyhe hevur ein upplýsandi tekst á bakpermuni.. Óli Petersen hevur nýggjar tekningar, sum spæla væl saman við tann andré-ska humorin. Henda stuðlandi teggjan skapar breidd.

Eingin politiskur flokkur kann taka patent uppá málið. Hetta verði sagt nettup tí, at ein klárur tendensur hevur verið tann vegin, at ”tjóðskaparfólk” hava tikið patent uppá at vera málreinsarar, røktarar og ”rættir føroyingar,” soleiðis sum Svenning Tausen segði frá í Dimmu herfyri.

 

Tað principiella í sakini

André hevur skrivað eitt stutt fororð. Og harnæst koma tvær greinar, ið eru nakað longri enn hinar. Serliga tann seinna, ”Tann skeiva málrøktarkósin,” er principiell og góð. Hon samanfatar tað mesta av tí, sum skrivað verður í smákapitlunum í bókini annars.

André ger vart við, at føroyska málreinsingin í flestu førum hevur politiskar røtur. Hann citerar norðmannin Sigurd Hoel, sum einaferð skrivaði um fólkini, sum royndu at gera nýnorskt einaráðandi í Norge:

”En kan si, at denne hæren også lider av en stor felles neurose: den vil ha denne samme dansketiden fortrengt, ikke bare fra vor bevidsthet, men også fra selve historien…”

Út við øllum, ið líkist donskum, inn við uppafturgrivnum, heimagjørdum ella læntum orðum. Ikki man vera skeivt at siga, at hesi orð kundu verið skrivaði í Føroyum, eisini í dag?

 

Danofobiin hevur verið stýrandi

Tað er áhugavert at leggja til merkis, at orðaskiftið um málslig ting fyrr mest var um stavseting, sigur høvundurin síðu 22. Hann heldur tó fram og sigur, at ein støðugt harðnandi málreinsing hevur verið gjøgnumførd.

”Tey reinsihugaðu hava ikki sjálvi vitað, hvussu djúpt tey skuldu skera. Ein óklár danofobi, ein ræðsla fyri donskum, ella tí, sum hevur verið hildið at vera danskt, hevur leingi stýrt føroyskum málfólkum. Hetta nationalistiskt gjøgnumsúrgaða følilsið hevur mangan kámað útsýnið og skert ta sakliugu metingina..”

Kann man seta nakað mark? Og skal man venda øllum tí felagsgermanska bakið, bara tí danskt eisini er partur av hesum? Nei, sjálvandi ikki

”Tann aktiva málreinsingin bleiv sett í system, tá Føroya Fróðskaparfelag fór undir at útgeva tekstir á einum undarligum, syntetiskum máli, sum tey nógvu høvdu ilt við at forstanda… Málreinsingin vil: a) beina fyri orðum, sum ”líkjast donskum”, og b) seta nýgjørd føroysk ella íslendsk orð inn í staðin. So ber til at spyrja, um hetta er neyðugt, um hetta er beint…”

André hevur tað støðu, at ikki bert royna málreinsarar, at skifta orðatilfarið út, men at teir eisini eru lagstir á syntaksin ella setningslæruna. Hvussu eru vanligir føroyskir setningar uppbygdir? Við góðum dømum vísir André, hvussu hetta sær út bæði í talumáli og skriftmáli. Men málreinsarar venda øllum við og lúka neyðug og góð orð burtur.

 

Málreinsingin er farin yvir gevind

Niðurstøðan er, at málreinsingin er farin yvir gevind. ”Málið skal ikki misbrúkast til at dragsa Føroyar burtur frá Danmark og nærri Íslandi. Føroyar skulu vera, har tær altíð hava verið: mitt í Norðurlondum. Føroyskt skal ikki minkast til bara at vera suðuríslendskt” (31).

Sum øll onnur mál hevur føroyskt fingið ávirkan uttanífrá, ikki bara úr donskum, men úr eingilskum, hollendskum, fronskum, ja, enntá arabiskum. Tað spillir ikki málið.

”Tað at røkja málið er í grundini nakað heilt annað enn at tøssa runt í tí málsliga urtagarðinum og skrykkja sakleys blomstur upp, sum onkur fanaticus hevur útpeikað sum ikki verandi av røttu málrasuni”

 

Ber til at gera øll fakmál ”føroysk” ?

Føroyska málið er sprottið úr tí veruleika og gerandisdegi, sum fólk í Føroyum hava livað við í eini 1200 ár ella kanska nakað longri. Hesin gerandisdagur var dagligt arbeiði heima og úti, í bø og haga og á sjógvi. Hetta málið er grundstøðið í føroyskum. Hetta er eitt gott og fullfíggjað (komplett) mál, tí alt, sum sigast skal um hendan gerandisdag, kann sigast klárt, týðiliga og við ótalligum nuancum og variatiónum.

Hetta er eisini tað málið, sum í dag gevur tilfar til flestu metaforar í føroyskum (Donsk-Føroysk orðabók sigur: metafor - myndborin, men tað sigur mær einki.. Politikens fremmedordbog sigur: Et udtryk, som beskriver noget med ord, der ellers bruges om noget andet. Fx ”et hjerte af sten”).

Nakrir vanligir metaforar, sum enn hoyrast dagliga, eru: - At velta upp úr nýggjum - At leggja á annan bógv - Sum ketta upp úr høvdatrog – Ongul í reyv – Koma aftur sum av torvheiðum – Tungur er tigandi róður. Og fleiri hundrað aftrat. Metaforarnir siga nakað ”í yvirførdum týdningi.”

Tað sum eyðkennir hetta málið er, at har eru næstan eingi orð, sum hava eitt abstrakt innihald. Men í sjálvum metaforinum liggur fyrsta, lítla abstraktiónin.

Seinastu 130 árini ella so er fiskivinnan komin aftrat við sínum gerandisdegi, sum hevur gjørt nýggj orð og hugtøk, skapað ein nýggjan lívsstíl og eisini ein nýggjan hugsingarhátt. Tíðin hevur broytt tankaverðina hjá fólki, nýggir politiskir og religiøsir tankar fylgdu við. Tankar og orð skulu helst fylgjast. Skalt tú fortelja um tínar tankar, mást tú hava orð.

Seinastu 50 árini er so nógv broytt og nýtt komið aftrat, ídnaður, flakavirkir, samferðsla, undirvísing, handil og service. Hetta hevur ført við sær, at brúk er bæði fyri nýggjum gerandis- og fakorðum. Neyðugt er at kunna tosa um annað enn seyð og ull, neyt og mjølk, merkur og gyllin.

 

Kirkjan yvirtók eitt gott latínskt fakmál

Eg haldi, at bert eitt fakmál, sum ikki beinleiðis hevur við gerandisdagin at gera, hevur útviklað seg í Føroyum. Tað er kirkjumálið ella tað kristna fakmálið. Í hesum máli eru nógvar abstraktiónir og nógv andalig tala. Men í næstan øllum førum er fak-terminologiin tikin úr gomlu katólsku kirkjuni, sum brúkti latín sum høvuðsmál. Tí hoyra vit um apostlar, epistlar, evangelium, krønika, advent, páskir, messa, halleluja, brøv, einglar, djevlar, munkar, nonnur, profetar, biblia, tempul, tabernakul, testamenti, sálmar, prestar, próstar, bispar, kirkju, kór, altar, kross, kristin, konfirmantar og - Amen.

Hetta - at kirkjan fyrr var katólsk og brúkti latín - hava einfoldigir trúbótasinnaðir og tjóðskaparligir propagandistar gjørt til gjøldurs. Tað er órímiligt.

Tað vísindaliga málið var eisini latín, og tað er einki komiskt í tí. Latín hevði bara ta støðu, sum eingilskt hevur í dag, sum eitt lingua franca, ella tað málið, sum fólk flest duga.

Stóri spurningurin er: Ber til at tosa føroyskt ella konstruera eitt føroyskt mál á øllum fakøkjum? Skal føroyskt royna at vinna nýggj domenir (fakøkir, branchur)? Hetta er ein sera viðkvæmur spurningur. Summi siga bara: sjálvandi skulu vit tað. Men er tað so lætt og líka til?

”Ja, vit megna, bert vit vilja,” havi eg hoyrt annars fornuftig fólk siga. Tað førir ongan veg, í hvussu so er ikki til nakað gott. Hugsið teir bara onkuntíð realistiskt um tað avmarkaða fólkatalið í landinum.

Ger sum kirkjan, hon yvirtók bara øll fakorðini.

 

Hvat sigur høvundurin um spurningin um fakmálini?

Um hetta mál, manglandi abstrakt orð, fá faklig orð, sigur André soleiðis (s.32):

”Vit standa í dag við einum (góðum) máli, sum er sera fátækt á teim flestu økjunum, sum bara bera eitt sindur upp um gerandisdagin (filosofi, matematikk, teknikkur, kemi, litteratursøga osfr.). So er spurningurin: Hvussu loysa vit hetta? Skulu vit gera túsundtals av orðum ella skulu vit taka við teimum felagsorðunum, sum finnast uttan um okkum?”

Bøkur eru skrivaðar á føroyskum, sum ikki eitt eyga hevur lisið, til dømis ”Alisfrøði” hjá H.D.J. Greinir eru skrivaðar ella umsettar til Fróðskaparrit, sum heldur eingin hevur lisið. Eingin skilti ella orkaði at lesa hetta løgna, sterila og konstrueraða málið. Nú er linjan har tíbetur broytt, so onnur mál enn føroyskt accepterast sum nóg vísindalig. Men ótruliga nógv orka, arbeiði, stríð og tíð er spilt burtur til onga nyttu. Hatta var skeivur málpolitikkur, utopiskur, órealistiskur, forvirrandi.

Eg skrivaði fyri nøkrum árum síðani eina grein til ”Frøði” um eitt vulkangos í 1816 í Indonesia, tað allarstørsta í nýggjari tíð, sum eisini ávirkaði veðrið í Føroyum. Ein spennandi søga haldi eg enn. Greinin kallaðist ”Árið uttan summar.” Tá eg fekk manuskriptið aftur frá blaðstjóranum til at góðkenna, var tað umskrivað, og eg dugdi ikki at lesa tað sjálvur. Har var millum annað nakað nýtt um ”miðhválvið,” sum eg ikki hevði skrivað. Føldi meg knappliga í einari kirkju ella so, men gakk. Hatta var bara fróðskaparføroyskt fyri tað vælkenda og internationala fakorðið ”stratosfera”, sum er ein partur av atmosferuni. Eg mótmælti sjálvandi, men einki batti. Eg dugi ikki at lesa greina hjá mær, sum kom uppá prent. Hvør man so?

Svarið uppá spurningin í citatinum omanfyri er klárt: “at vit eiga og helst noyðast at taka við teim flestu internationalu orðunum (um føroyskt ikki til ævigar tíðir bara skal vera eitt “undirmál”).

 

Fakmál og funktionellir analfabetar

Nógv bendir á - Pisa-kanning og ananð - at føroysk skúlabørn ikki eru so væl fyri fakliga. Hvussu nógvir føroyingar eru funktionellir analfabetar (klára illa at lesa og skriva meira enn nøkur fá orð) dugi eg ikki at siga fyri vist, men eg giti at tað eru rættiliga nógv, kanska 40-50%. Pisakanningin segði 49% av teimum í 9. klassa. Hetta er eitt álvarsligt samfelagsligt og demokratiskt problem. Einki europeiskt land liggur so lágt.

Og so liggja nationalir akademikarar og málreinsarar og brúka tíð, kreftir og pengar uppá at kryptera nøkur fakmál, so forvirringurin verður totalur. Hví ikki brúka kreftir uppá tey reellu problemini, millum annað analfabetismuna, har ábøtur virkuliga eru neyðugar?

Tað er ikki nakað reelt problem, at nakrir kemikarar, kanska 10 ella 20 í tali, nakrar tímar um dagin til arbeiðis tosa eitt fakmál við orðum sum hydrogenperoxid, kaliumpermanganat og molekylum. Gerandismálið hjá teimum er framvegis føroyskt, og tað kemur uppá ongan máta í vanda av hesum.

Heldur eingin vandi er í, at geologar tosa eitt sindur um metamorft grót, facies, lithosferu ella fresnel ellipsoidur. Lat geografar tosa um central-place-teori og demografiska transitión. Lat linguistar og filologar hava teirra synkroni og diakroni, synkopu og klusilir. Koyr vekk við støddfrøði, alifrøði og evnafrøði, og lat okkum fáa tey røttu nøvnini aftur: Matematikk, fysikk og kemi.

 

Er nakað, sum manglar í nýggju bókini?

Ája, sjálvandi. Sagt verður fleiri staðni, at bókin er væl egnað til skúlabrúks. Rætt er tað. Men tað “er ringt at rógva aftur á aftur,” fyri at brúka ein gamlan metafor. Tað er ringt at finna aftur á eitt stað í bókini, um tú bara minnist, at okkurt var skrivað um forstavilsini (prefix) be-, for- ella an-. Ella um ócharmerandi orðini ”íblástur”, ”skammlop” fyri ikki at siga “marglætisflís”.

Tað manglar eitt index , evnisyvirlit ella stikkorðaregistar, sum vísir til tær síður í bókini, har hesi og onnur ting verða viðgjørd. Tað er ikki serliga trupult at gera, tá teksturin frammanundan er digitaliseraður.

Í støðum er forvirringur um staving av fremmandorðum. Hví ikki konsekvent stava medicin ella nuancur við c (ikki s)?

Harnæst fati eg ikki heilt tað, sum stendur í ”Eftirorðinum” um alfabetið. Tað er í lagi, at ”Tað latínska alfabetið má endurreisast,” og at man kann heingja Ð aftast, saman við Æ og Ø, soleiðis sum onnur grannamál eisini hava gjørt.

So kemur á síðu 263 eitt dømi um hetta latínska alfabet. Men síggi eg rætt, so er einki X, Y ella Z. Er hetta ein feilur? Tað giti eg, tí í brævinum, sum verður nevnt her undir, hevur latínska alfabetið sjálvandi allar hesar bókstavir við.

 

Uppskot til nýhugsing – ger málið brúkiligt

Alt tað, sum verður viðgjørt í bókini hjá André, er eisini samanfatað av Málfelagnum og sent til Málstevnunevndina hjá Mentamálaráðnum. Málfelagið skjýtur upp:

at endurreisa tað latínska alfabetið;

dagføra grammatikkina; t.d. virða kenniorðini;

at føroyska hvørsfalsliðið fær sín rætta form aftur (Føroya mál – ikki mál Føroya);

at vit gevast við at reka ”óføroysk” orð úr málinum;

at vit ikki skulu gera nýggj orð har tað er óneyðugt, til dømis í matematikk, fysikk og geometri; vit skulu virða fakmálini;

at vit skulu reformera stavsetingina;

at vit skulu gevast við at tvinga útdeyðar formar inn í málið;

at orða og samtykkja ein málpolitikk, sum er á vísinadaligum og realistiskum grundarlagi.

Hesi punkt eru nærri forkláraði í brævinum, sum fæst frá Málfelagnum, J. Nolsøesgøta 45, 100 Tórshavn. Tað gerst ov langt í hesum ummæli at taka alt hetta við.

 

Samanumtikið kann sigast um bókina ...

... at hon eigur at fáa 4½ stjørnu av 5 møguligum.

Eina fyri originalitet. Hetta er fyrsta bók av sínum slag í nýggjari tíð.

Eina fyri relevans. Hon kemur í røttu løtu, um tann destruktivi tendensurin, sum hevur valdað í 40 ár, skal hava nakað mótspæl.

Eina fyri argumentatión og undirbygging. Hetta eru ikki bert trúarsetningar, her verður spurt og svarað. Hví sumt verur hildið at vera gott, annað ikki so gott.

Eina fyri stíl. Bókin er sera væl skrivað, humoristisk og undirhaldandi, samstundis, sum hon hevur eitt fakligt høgt støði. Hvørt kapitul er ein lítil, sjálvstøðug kompositión.

Men bert eina hálva stjørnu fyri ”aðra útgerð”. Bókin er ætlað til skúlabrúks, men tað er vónleyst at finna runt, og finna orð og vendingar aftur, sum tú minnist vóru onkunstaðni. Har manglar eitt index.