- Eg havi eina kenslu av, at eg ongantíð aftur kann gerast tann, eg var áður. Tað er ein trupul tanki, tá mær ofta leingist eftir tí persóni, eg var. Soleiðis segði ein av ungu sjúklingunum - ein ung genta - sum hevði fingið ein heilaskaða at dragast við, og tað var danski sálarfrøðingurin, Jeanne Fløe, ið legði oyru til hesi orð.
Jeanne Fløe hevur skrivað grein í www.helse.dk, og vit fara at endurgeva burtur úr greinini, sum kann geva okkum øllum nakað at hugsa um.
Orðini hjá ungu gentuni høvdu eisini sína ávirkan á sálarfrøðingin, tí gentan umboðaði ringasta marrudreymin, sum foreldur kunnu hava: At tað kann henda okkara børnum okkurt keðiligt í lívinum.
Hvørt ár verða millum 500 og 1000 donsk børn og ung rakt av heilaskaða, sum stendst av vanlukku ella sjúku. Ein slíkur skaði merkir, at tey raktu og familjur teirra knappliga skulu tillaga seg ein fullkomiliga broyttan gerandisdag.
Heilin, ið kann samanberast við eina ógvuliga gátuføra teldu, hevur ávirkan á okkara verumáta, tankar og rørslur. Hvussu skaðin kemur at ávirka lívið hjá tí rakta er tengt at, hvar skaðin liggur, og hvussu stór øki í heilanum eru rakt.
Ein heilaskaði, sum tú soleiðis dregur upp á teg, kann viðføra miss ella viknandi virkni á nógvum økjum, bæði fatanarliga, likamliga, sosialt – og hvussu tú verður sum persónur eftir skaðan.
Uttan mun til, hvussu stórur ella lítil heilaskaðin er, hevur hann við sær ymiskar likamligar og fatanarligar fylgir. Beint eftir skaðan kann tað vera ógvuliga trupult at meta um, hvussu stórar avleiðingarnar verða, sum tíðin gongur.
Er talan um likamlig brek eftir heilaskaða, eru tey sjónlig, men hesi brek batna ofta skjótt.
Hinvegin kunnu tær minni sjónligu fylgirnar av skaðanum vera truplari at síggja. Serliga trupult kann tað gerast, tá ein heilaskaði kanska slett ikki sæst á tí menningarstigi, har barnið í løtuni er.
Skaðin kemur kanska til sjóndar fleiri ár seinni, tá ein førleiki, sum átti at verið mentur hjá barninum, kortini ikki er tað. Soleiðis kunnu vit siga, at børn kunnu veksa seg inn í ein heilaskaða.
Eftir heilaskaðan vil hin rakti skjótast gjørligt royna at venda aftur til lívið, soleiðis sum tað var fyri skaðan. Børn og ung, sum verða rakt, eru ofta optimistisk í byrjanini, tá tey júst eru komin heimaftur av sjúkrahúsi ella endurvenjingarstøð.
Seinni, tá tey eru vorðin meira før fyri at síggja seg sjálvi úr einum øðrum sjónarhorni, kunnu tey gerast uppgevandi, kedd og ørkymlað. Er talan um likamligar broytingar, sum ikki eru sjónligar, kann tað gerast trupult fyri onnur at skilja, hvat er hent.
Barnið líkist jú sær sjálvum, og hetta gevur avbjóðingar, bæði fyri hin rakta og fyri tey nærmastu. Børn og ung, sum eru komin soleiðis fyri í lívinum, eru í øktum vanda fyri at menna tunglyndi og angist.
- Í slíkum føri kann tað gerast kensluliga hart at liva ein øðrvísi gerandisdag enn áður. Tú rennur teg í ting, sum áður ikki vóru nakar trupulleiki, men sum nú eru avbjóðandi og kanska heilt ómøgulig, sigur sálarfrøðingurin, Jeanne Fløe.