Undir viðgerðini av fíggjarløgtingslógini fyri 1999 var borið upp á mál eitt ítøkiligt uppskot um hvussu byrjast kann nú beinanvegin við tí arbeiðinum, sum øll kunnu og vilja ganga saman um: at økja um okkara vinnuligu úrtøku og okkara inntøkugrundarlag, so Føroyar kunnu vera eitt vælvirkandi og sjálvbjargið samfelag
Tá vit tosa um tørvin á framsíggjandi tiltøkum, vil eg fegnast um, at ein ávísur hugur er til at stimbra nýggja gransking, íð skal vinna sameindu megina úr samfelagsvísindini og tí kunnleikanum sum fólkið hevur úr sínum dagliga lívi og yrki. Her hugsi eg um granskingarmiðdepilin fyri økismenning, sum er í umbúna at stovna. Tað skilst av tíðindaskrivi í bløðunum, at landsstýrið hevur játtað at stuðla hesum tiltakið við 2 mió. um árið.
Røkkur tann positivi viljin eisini til fiskaídnaðin og havbúnaðin? Vónandi ber hetta boð um broyttan hugsunarhátt hjá landsstýrismanninum fyri útbúgving og gransking. Tí líka so nógv eg fegnist um viljan til at stuðlað tí nýggja granskingardeplinum í Klaksvík, líka so nógv harmist eg um tað syndarligu viðferð ein annar útbúgvingarstovnur hevur fingið, sum átti at verið fjálgaður og mentur, men tvørturímóti hevur verið seigpíndur til eitt áhaldandi stríð fyri at yvirliva. Eg hugsi um Fiskivinnuskúlan í Vestmanna. Hann stendur við óbroyttari játtan fyri komandi ár, men ikki ein króna er sett av til at rætta uppá tær fullkomiliga ótolandi umstøður hann hevur húsast undir í áravís.
Øll vita vit hvussu avgerandi neyðugt og týdningarmikið tað er at víðka okkara vinnugrundarlag og um møguleikarnar fyri at menna nýggjar vinnur. Men vit vita, ella áttu at vita, at enn og nógv ár fram í tíðina er fiskurin størsta ríkidømi okkara. Og at størstu møguleikarnir fyri at víðka og økja okkara inntøkugrundarlag eru í at økja úrtøkuna úr fiskinum, at menna fiskaídnaðin til eina háprísvøruframleiðslu.
Ikki ein króna brúkt til menning av fiskaídnaði Men so ótrúligt tað ljóðar, so leggja vit ikki í at brúka eina krónu uppá gransking ella menning í fiskaframleiðsluni. Tað eru onnur sum undrast. Í Ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri 1997 verður sagt í brotinum um gongdina innan vinnugreinarnar: "Í hesum sambandi loyva feløgini í Vinnuhúsinum sær at undrast á, at eitt samfelag sum livir av at útflyta matvøru, ikki hevur nakran stovn ella virki, íð burturav fæst við vørumenning". Tí soleiðis er tað. Eg havi tosa við ein mann á fiskasøluni, sum hevur sagt mær at hann er tann einasti í landinum sum fæst við slíkt, men bert sum eitt hjáput, onkran tíma um vikuna. Meira tíð er ikki til tað. Hetta er veruleikin um hvussu stóran dent vit leggja á vørumenning í Føroyum - Tað er ikki so frægt at man tíansheldur bara fylgir við, hvat íð hinir gera, kappingarneytarnir, norðmenn, íslendingar o.a. Tað sama er skilið við tøkniligu framleiðslumenningini.
Fyritøkurnar orka ikki at fíggja gransking og menning Men nú skal vendast í holuni. Ein fyrrverandi fiskivinnustjóri skrivar í Dimmu t. 12.9.98: "Føroyska vinnuumhvørvið er soleiðis, at privatu feløgini hava lítla orku og sera avmarkaðar møguleikar at fíggja gransking og menning. Vit vita um stórar privatar fyritøkur uttanlands, sum nýta milliardir og milliardir til at finna fram til nýggja framleiðslu. Tílíkar upphæddir eru ikki tøkar hjá okkum, og her kundi ein leiklutur verið hjá almennari fígging at fíggja gransking og menning, tað sum verður kallað nýskipan (innovatión)....Henda gongd tekur tíð, men hon er avgerandi støðið undir einum komandi burðardyggum føroyskum búskapi, sum klárar seg uttan at fáa pening frá øðrum."
Finnið rúm á fíggjarløgtingslógini fyri menning av tí vit liva av Lat okkum tí millum alt hitt sum peningur verður veittur til, finna rúm á komandi fíggjarløgtingslógini fyri teirri lutfalsliga lítlu upphæddini sum skal til fyri at lyfta tann útbúgvingarstovnin, sum longu í dag hevur fortreytirnar, upp til ein framtíðar menningardepil fyri fiskaídnað og havbúnað.
Hetta kundi eitt ítøkiligt uppskot fevnt um: · Íløgur í rúmligari hølisviðurskifti, eisini til serframleiðslu, eitt "mini" flakavirki til undirvísing og royndir, og eina rakstrarjáttan til nøkur fólk aftrat við serkunnleika.
So kundi fiskaídnaðar- og havbúnaðardepilin staðið fyri · Framleiðslumenning, við at roynt nýggjan tekniskan útbúna, flakamaskinur, reinskeriskipanir, úrtøkuskráseting, køli- og frystitøkni, saltingarhættir, sundurskering av fløkum, flokking, viging, royking av fiski o.s.v. Hann kundi staðið fyri kunning um og royndir við framtíðartøkni innan fiskaframleiðslu, tillaga kunningartøkni til framleiðsluna, skipa joint venture samstarv við framleiðarar av tøkni og royndarkoyrt útgerðina á skúlanum, gjørt bestillingsarbeiði fyri virkini og virkir kundu koma á skúlan at gera royndir.
Vørumenning: gjørt royndir í samstarvi við marknaðar- og søluliðið. Útviklað verandi vørur við t.d. snið, vekt ella pakking. Útviklað og royndarkoyrt framleiðslur av nýggjum vørum. Og sjálvandi hevði ikki staðið á hjá skúlanum at fingið inntøkur av at selja tær lidnu vørurnar.
Førleikamenning: fiskaídnaðar- og havbúnaðardepilin kundi verið tann náttúrligi karmurin um munandi skeiðsvirksemi, við tiltrongdum tilboðum sum ongastaðni eru í dag, til fólkið í vinnuni, leiðarar, teknikarar og arbeiðsfólkið annars. Eisini so at fiskaídnaðararbeiði kann gerast eitt fak, sum verður hægri í metum, júst við at standandi møguleikar vera fyri at koma á fakliga og persónliga mennandi skeið, fólk kunnu fáa prógv, eitt fakbræv, og fáa betri arbeiðsmøguleikar sum serfrøðingar í fiskaarbeiði.
Til alivinnuna: Við íløgum í eitt "mini" sjógvanlegg og eina "mini" smoltstøð til undirvísing og royndir, royndir við blóðging, kryvjing, køling, pakking o.a., og framleiðslu- og vørumenning innan meirviðgerð av alifiski, kann ein slíkur fiskivinnu- og havbúnaðardepil bjóða alivinnuni somu tilboð sum fiskaídnaðinum. Og eitt skeiðsvirksemi fyri alivinnuna, eins og fyri fiskaídnaðin.
Grannatjóðirnar hava langt síðani viðurkent tørvin Ongin grund er at bíða eftir sjálvstýrinum at seta hetta í verk. Tað er bert ein spurningur um vit yvirhøvur meina eitt einasta orð av øllum tosinum um hvussu neyðugt tað er at økja okkara inntøkugrundarlag. Hetta kann gerast uttan stórvegis hóvasták, tí slíkir skúlar við slíkari útgerð er ikki annað enn hvat allar grannatjóðir okkara langt síðani hava viðurkent og sett á stovn, í Manissok í Grønlandi, Í Hafnafjørðinum í Íslandi, í Vardø í Noregi, í Esbjerg í Danmark og meira víðfevnandi í Scalloway í Hetlandi.
Hugflog og víðskygni skal spyrjast burturúr Framtíðar fiskaídnaðar- og havbúnaðardepilin skal ganga á odda innan vitan og menning av fiskaídnaðinum og alivinnuni - vera frammanfyri - vísa á nýggjar møguleikar og gongdar leiðir. Innovatión og kreativitetur, hugflog og víðskygni skal spyrjast burturúr og vera sereyðkenni fyri skúla og undirvísing. Og berast inn í vinnulívið og alt samfelagið.
Tað er m.a. ein spurningur um prioriteringar á okkara fíggjarlóg. Møguleikarnir skuldu verið góðir. Knípur tað hjá landsstýrismanninum í skúlamálum, hevur vinnumálalandsstýrismaðurin pening, merktur til "ídnaðarfremjandi endamál". Og fiskimálalandsstýrismaðurin somuleiðis, t. d. til "fiskivinnumenning á landi", har upphæddin skal hækkast úr 12 upp í 17 mió.