Horntónleikurin hoyrist koma nærkandi, sum fólkið savnast á Vaglinum. Ikki er nógv pláss at venda sær í, og allastaðni síggjast fólk í øllum aldri í góðum hýri práta og flenna. Børnini hava fingið eina heliumballón, meðan onnur hava keypt sær ein hvítan candyfloss. Jú, ólavsøkan er komin, og fólk eru í ólavsøkuhýri.
Veðrið helt sær á leið. Nakrir fínir dropar vóru at hóma, og í eina lítla løtu væntaði man kanska, at veðrið fór at blíva verri. Men tíbetur fór tað heldur hinvegin, og veðrið hevur verið gott hóast yvirskýggjað. Tað er turt og lýtt.
Áðrenn ólavsøkan varð sett, varð lýst við einum minutti tøgn til minnis um teir tríggjar menninar, sum lótu lív í ferðsluvanlukkuni, tá liðið úr Bermuda kom aftur frá oyggjaleikunum í síðstu viku. Talan var um ein vakran og heiðuligan minutt, meðan tey túsundtals fólkini á Vaglinum vóru kvirr.
Kári Olsen setti ólavsøkuna, og eftir røðuna varð tjóðsangurin sungin, sum siður er.