Um eitt annars rættiliga friðarligt vikuskifti var tað hepni í óhepni, at ikki manskaði stóðst av einum omanlopi á Viðareiðisvegnum.
Tað var um hálvgum átta tíðina fríggjakvøldið, at løgreglan fekk boð um omanlopið, sum rakti ein bil á veg norðureftir. Høgri forskermur fórst rættiliga illa og forrúturin brotnaði.
Í bilinum var – umframt føraran – eisini tríára gamla dóttir hansara, sum sat á setrinum við síðuna av pápanum. Var bilurin komin ein metur longur fram á vegnum, hevði steinurin rakt beint inn í bilhurðina, og so hevði lítla gentan neyvan verið á lívi, sambært politirapportini.
Sjúkrabilur, løgregla og Landsverk vórðu skjótt á staðnum.
Annars sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, at vikuskiftið royndist sera friðarligt. Onkur var komin upp at keglast úti á vegnum, men tey fingu boð frá løgregluni um at binda frið og sleppa sær burtur av staðnum.
Leygardagin gjørdi løgreglan ferðslukaningar, og har fekk ein bilførari klipp í kortið, tí ein 15 ára gamal sat í bilinum uttan at verða íbundin trygdarbelti.
Alt í einum
Á einum skeinkistað í Havn var ein fullur maður komin inn, og hann var sera ónøgdur við tænastuna. So ónøgdur, at ringt varð eftir løgregluni, men tá hon kom á staðið, var ónøgdi maðurin farin avstað aftur.
Mest »øsandi« hendingin fór fram sunnunáttina, tá løgreglan fekk boð um eitt innbrot í eini privathús í Havn.
Onkur hevði verið inni í einum húsum, og dragsað flatskerm, videospøl og annað út í tún. Løgreglan kom á staðið, og meðan hon var har, kom maðurin aftur í bili.
Hann verður nú ákærdur fyri innbrot, men ikki nóg mikið við tí. Bilin, hann kom aftur í, hevði hann stolið. Haraftrat hevði hann einki koyrikort, og hann koyrdi ávirkaður av rúsdrekka.
So aftrat ákæruni um innbrot, verður hann nú eisini ákærdur fyri hesi trý lógarbrotini aftrat.
Hetta var so tað, ið fór fram eitt rættiliga friðarligt vikuskifti.










