Ein miljard krónur í makreli

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur áður sagt, at hann umhugsar at áseta Føroyum eina eginkvotu av makreli upp á 150.000 tons fyri 2010, umframt tað, sum útróðrarbátar kunnu veiða við dyrging.
Siga vit, at hesi 150.000 tonsini kunnu seljast fyri í miðal 6 krónur fyri kilo, er talan um eina lítla miljard krónur í veiðivirði.
Nú er óhugsandi, at allur fiskurin kann virkast til matna, tá talan er um so stórar nøgdir, men tað er ikki óhugsandi, at ein stórur partur kundi verið frystur til matna.
Føroyar eiga bara eitt verksmiðjuskip, sum kann virka fiskin umborð, og tað er Norðborg hjá Kristian Martini Rasmussen og synum hansara.
Uppi á landi hava vit Faroe Pelagic í Kollafirði, umframt at vit hava nógv onnur fiskavirki, sum kanska kundu bjóðað seg fram í kappingini um fiskin.
Í aðrar mátar hava vit fleiri frystigoymslur kring landið, sum tilsamans hava eina stóra frysti-og goysluorku.