g. -Man koyrir stjóran frá eina leygarnátt, tí man skal hava eina nýggja strategi. Nú, eitt hálvt ár seinni, hava vit framvegis als einki hoyrt um nakra strategi. Hetta hongur ikki saman, sigur Høgni Hoydal [...] Dahl gjørdist hvassur: - Tað eri ikki eg, sum havi koyrt Magna Arge frá. Vit kenna jú øll hansara politiska lit. Eg ivist í, um vit upplivdu tað sama, um tað var ein sambandsmaður, ið varð koyrdur frá sum [...] - Eg ivist í, um vit upplivdu tað sama, um ein sambandsmaður varð koyrdur frá sum stjóri fyri Atlantsflog, sigur Johan Dahl í svari til Høgna Hoydal. Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður í Tjóðveldi
Føroyingar kunnu eisini keypa góðar vørur úr Suðurafrika, her ikki minst landbúnaðarvørur. -Nú tit ikki eru í ES so høvdu tit væl kunnað keypt kappingarførarar vørur frá okkum, her ikki minst okkara frálíka [...] beinleiðis. Men sendiharrin heldur tað vera ymiskt sum suðurafrikanarar kunnu læra av føroyingum. Eitt nú var hann við Brimli og legði sær í geyma, hvussu væl vaktar- og bjargingartænastan virkar. -Hetta er [...] suðurafrikonskum sjógvi. Stephen Gawa sær eisini fyri sær, at onkur samhandil kundi tikið seg upp. Eitt nú kundu føroyingar selt fisk til Suðurafrika, hóast fiskur enn ikki verður so nógv brúktur til matna
sum ikki eru politisk samd við mær, hava bara verið siðilig móti mær. Løgmaður heldur, at vit eiga ikki at yvirdramatisera tingini. Men vit skulu vanda okkum eitt sindur um, soleiðis at vit ikki sjálvi [...] er sera óheppin. Og tað kunnu vit sum politikarar so í øllum førum royna at medvirka til at fyribyrgja. -Demokrati og orðaskifti eru góð. Men vit mugu tryggja, at tey eru á rætta sporinum. [...] tað skerst ikki burtur, at man hugsar sítt. Eg haldi eisini, at vit sum politikarar spæla upp til nøkur av hesum tingunum, tá vit eitt nú í orðaskifti og okkara millum høgga alt ov kraftiga, soleiðis at
einihvørjari orsøk eru forðað at sleppa til gudstænastu. Hesi lurta trúfast eftir útvarpsgudstænastunum. Tey, ið dáma væl sálmasang leggja helst til merkis, at orðini í sálmunum eru tey somu, men at tempo [...] forspæli præludium. Prestur fer á knæ frammanvert altarið og deknurin byrja at lesa inngangsbønina. Nú er klárt til fyrsta sálmin í hesi gudstænastuni. Sum oftast er tað deknurin, ið lesur ein lestur, men [...] í øllum landsins kirkjum hevði verið trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at varðveitt ta skipan vit hava í dag við gudstænastum við presti ella lestri. Deknar og klokkarar hava her tikið sítt tak í tænastuni
rin snýr seg bert um innan hvønn karm vit skulu byggja okkara samfelag upp aftur, og hvussu vit skulu fara inn í komandi øld. Skal tað vera í eini skipan, har vit hava greiðar linjur og greitt ábyrgdarbýti [...] er semjan ikki torfør at finna. Hon krevur bert, at vit gevast við at seta hvønn annan í bás og at skjóta hvørjum øðrum ræðumyndir í skógvarnar. At vit gevast við at hefta eitt spjaldur á allar royndir at [...] sjálvandi funnin. Sum nú er, verður alt bert vavt upp í ein ellibita. Ikki nakað ?tjóðveldisprosjekt? Høgni Hoydal heldur annars, at tað er neyðugt at endurtaka, at ætlaninar hjá samgonguni eru ikki nakað "tj
óhepnu støðu vit eru í í dag, har vit als ikki eru kappingarfør við onnur lond við teimum skipanum, sum eru galdandi í dag. -Ætlanin hevur alla tíðina verið at skráseta skipini í Føroyum, men eru vit her ikki [...] flóvisligt, um vit billa okkum inn, at vit eru verðinsmenn innan fyri shipping, og veruleikin so er tann, at føroysk skip, sum føroyingar eiga, ið eru fíggjað í Føroyum og mannað við føroyingum, eru skrásett [...] vegin vit mugu hugssa. Vit sleppa ikki undan tí. Soleiðis gera okkara grannar. Vit kunnu ikki fara í Norðsjógvin undir føroyskum flaggi at kappast og hava verri treytir enn kappingarneytarnir. Vit eru longu
aðrar møguleikar, um vit nú høvdu eitt annað tilknýti til felagsskapin, kanska átøkt tí sum Noreg og Ísland hava. Vit síggja, at íslendingar eru komnir so ótrúliga nógv longri enn vit, bæði á búskaparliga [...] vera uppá tíðina, at vit taka upp sjálvan vinnubygnaðin í Føroyum til viðgerðar. ?Er tað rætt, at vit eru so fokuserað uppá kappingarførið, at vit gloyma at dyrka tær styrkirnar, sum eru í føroyskum vinnulívi [...] mál fram til 2015. Vit loysa sjálvandi ikki dagsins trupulleikar við hesum. Men eitt er víst - seta vit okkum fyrst langsiktað mál, tá vit hava alt uppi á tí turra her og nú, so koma vit ongantíð at seta
marknaðarføra ferðavinnuna í Eysturoynni, leggja vit okkum eftir at marknaðarføra Eysturoynna sum heild. Vit ætla okkum at virka sum vinnuskrivstova, samstundis sum vit virka sum kunningarstova, sigur Annleyg Lamhauge [...] framyvir. -Hetta krevur, at vit leggja arbeiðið væl til rættis, og eisini at vit samskipa ferðirnar væl; men við góðum ídni eigur hetta at ganga. Sjálvandi krevur hetta eisini, at vit hava ferðaleiðarar og bussar [...] mánaðin. -Á hendan hátt hjálpa vit vinnuni í oynni við marknaðarføring, og vinnan hjálpir okkum fíggjarliga við gjaldi fyri lýsingarnar og við limagjaldinum. Eisini hava vit eitt gongufelag, ið ger ymsikar
milljónir eru settar av til endurstovnan av Landsbankanum. -Tað stendur eisini í viðmerkigunum til samgonguskjalið, men eg sakni eina lýsing av, hvat tað er fyri uppgávur, sum Landsbankin nú skal loysa
við eitt nú amerikonsk og fronsk feløg. Bretsku feløgini skal eg vara meg fyri at siga nakað um. Vit vilja hjálpa Nú Per Olaf Lindteigen skal til at greiða sínum politisku arbeiðsgevarum eitt nú oljumál [...] fingið nógv burtur úr Føroyaferðini og fer hann nú at fyrileggja úrslitið fyri sínum starvsfeløgum, og hesir eru ikki einkisigandi í norskum politikki. Tað eru m.a. oljumálaráðharrin, fiskimálaráðharrin og [...] mistøkini. Hann vísir á, at tað eru so stór og sterk kapitaláhugamál í hesi vinnu, at ein má vera á varðhaldi. Tað er ikki vist, at stóru multinationalu oljufeløgini eru mest hugað fyri, at Føroyar skulu