Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, er partur av formansskapinum í Løgtinginum, men í sínari røðu um fíggjarlógina, fanst hann at, at samgongufólk fáa ov lítið at vita um fíggjarlógina og tær broytingar, sum fíggjarnevndin ger.
Hann segði, at í fleiri førum fáa tingfólk ikki at vita, hvat ætlanin er, tá ið peningur verður settur av til eitt ella annað endamál.
Hann nevndi Landsbankan. Einar 10 milljónir eru settar av til endurstovnan av Landsbankanum.
-Tað stendur eisini í viðmerkigunum til samgonguskjalið, men eg sakni eina lýsing av, hvat tað er fyri uppgávur, sum Landsbankin nú skal loysa, segði Heðin Mortensen