- Eg ivist í, um vit upplivdu tað sama, um ein sambandsmaður varð koyrdur frá sum stjóri fyri Atlantsflog, sigur Johan Dahl í svari til Høgna Hoydal.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður í Tjóðveldi, hevur sett Johan Dahl ikki færri enn 15 skrivligar fyrispurningar um tað, sum fyriferst í Atlantsflog.
-Man koyrir stjóran frá eina leygarnátt, tí man skal hava eina nýggja strategi. Nú, eitt hálvt ár seinni, hava vit framvegis als einki hoyrt um nakra strategi. Hetta hongur ikki saman, sigur Høgni Hoydal.
-Eg kann ikki svara Høgna Hoydal, hvør strategiin verður. Har sita professionell fólk og arbeiða við tí, svarar Johan Dahl.
Eingin tinglimur tók orðið, tá skrivligi fyrispurningurin varð svaraður í løgtinginum fyri løtu síðani.
Men orðadrátturin millum Høgna Hoydal og Johan Dahl gjørdist hvassur:
- Tað eri ikki eg, sum havi koyrt Magna Arge frá. Vit kenna jú øll hansara politiska lit. Eg ivist í, um vit upplivdu tað sama, um tað var ein sambandsmaður, ið varð koyrdur frá sum stjóri fyri Atlantsflog, sigur Johan Dahl, og leggur afturat:
- Soleiðis sum spurningarnir eru orðaðir, so sær út sum Høgni Hoydal hevur fingið hjálp til at skriva teir.
Orðini fingu formannin í Tjóðveldi at eftirlýsa avleiðingar:
- Landsstýrismaðurin stendur her á tingsins røðarapalli og stemplar fólk eftir politiskari sannføring. Tað átti at fingið avleiðingar fyri hann beinanvegin, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, hvørjar førleikar útlendsku nevndarlimirnir í Atlantsflogi hava, og hvørji úrslit tey hava at vísa á. Og hann setir stór spurnartekin við førleikarnar hjá ráðgevingarfyritøkuni, sum er keypt inn til at hjálpa Atlantsflog við at orða eina nýggja strategi.
Johan Dahl svaraði ikki beinleiðis, men vísti til nevndina fyri Atlantsflog, sum hevur mett ráðgevarafyritøkuna Quartz+Co at vera ta bestu til uppgávuna.
Hóast Høgni Hoydal fleiri ferðir spurdi, hvat tað kostar Atlantsflog at keypa eina ráðgevarafyritøku inn til strategiarbeiði, so fekk hann einki svar frá Johan Dahl. Eisini fýltist Høgni Hoydal á, at fyribilsstjórin í Atlantsflog skal hava 200.000 krónur í løn um mánaðin.
-Eg áseti ikki lønina hjá stjóranum í Atlantsflog, tað ger nevndin. Mær vitandi fekk fyrrverandi stjórin eisini eina klekkiliga løn og hann fekk eisini eina rímiliga fráfaringarsamsýning, svaraði Johan Dahl.
Les eisini: Hægst lønti almenni stjóri
Afturat teimum 15 spurningunum, ið Høgni Hoydal setti Johan Dahl, so fellur tað eisini formanninum í Tjóðveldi fyri bróstið, at aðalfundurin í Atlantsflog fyrradagin varð hildin á donskum máli.
- Tað er fullkomiliga burtur úr vón og viti, at ein aðalfundur í Atlantsflog skal vera hildin á donskum. Hetta er undirbráttligheit, sigur Høgni Hoydal.
- Álvaratos. Ein slíkur verðinsmaður sum tú, tjóðveldismaður, burdi kunna tosað øll mál á einum fundi. Hetta er misskilt nationalisma, svarar Johan Dahl.
Orðadrátturin millum Høgna Hoydal og Johan Dahl var sum nevnd hvassur. Teir 15 skrivligu spurningarnir hjá spyrjaranum og svarini hjá landsstýrismanninum kunnu lesast við at TRÝSTA HER.