Tað er sunnumorgun í Hesti. Í bygdini valdar friður, og ikki eitt menniskja er at síggja. Gjøgnum bygdina fer ein maður gangandi. Við álvarsomum bragdi fer hann frá húsum og gongur norður gjøgnum bygdina.
Hann veit hvat hann skal og hvar hann skal. Tað veit bygdarfólkið eisini: Hetta er Jørmundur. Urguleikarin í kirkjuni.
Um skamma stund fer klokkarin at boða til gudstænastu við kirkjuklokkuni. Tá klokkan er liðug at ringja er Jørmundur klárur við einum forspæli præludium. Prestur fer á knæ frammanvert altarið og deknurin byrja at lesa inngangsbønina.
Nú er klárt til fyrsta sálmin í hesi gudstænastuni. Sum oftast er tað deknurin, ið lesur ein lestur, men við regluligum millumbilum er prestur í bygdini.
Men líka vist sum amen í kirkjuni er tað, at uppgávan - ella rættari sagt: trúgva tænastan - hjá Jørmundi verður fullførd við stórum kærleika móti kirkjuni.
Og kærleiki má tað sigast at hava verið, tí í roynd og veru hava bert verið tveir fastir urguleikarar í Hesti síðani kirkjan varð vígd í 1911 - Hans Edvard Thomsen og síðani seinast í 50unum Jørmundur Zachariassen.
Hetta er kortini ikki nakað sum Jørmundur vil ger nakað serligt burturúr. Tí, sum hann sigur:
- Hetta er mín tænasta í kirkjuni!
Tveir urguleikarar
Uttan teir trúgvu kirkjutænararnar í øllum landsins kirkjum hevði verið trupult, fyri ikki at siga ógjørligt at varðveitt ta skipan vit hava í dag við gudstænastum við presti ella lestri.
Deknar og klokkarar hava her tikið sítt tak í tænastuni fyri kirkjunnar Harra. Í onkrum kirkjum finst eingin urga, men parturin hjá urguleikaranum hevur ikki ligið eftir.
Tak bara Hests kirkju sum dømi: Tann undanfarni urguleikarin byrjaði, tá kirkjan varð vígd, men síðani hann legði frá sær hevur Jørmund trúfastur røkt hesa tænastuna.
- Tað var í roynd og veru Hans Edvard sum bað meg hjálpa sær at spæla til gudstænasturnar. Hann hevði henda dagin longu sett sálmarnar upp, og helt helst, at eg mundi fara at klára at spæla teir.
- Hans Edvard legði dent á, at hetta vóru lættir sálmar, greiðir Jørmundur frá.
Henda sunnudagin fór Hans Edvard síðani fram í kór at lesa dagsins epistul, men kom ikki uppaftur á loftið, har urgan stendur. So líðandi gjørdist tað bara til tað, at Jørmundur spældi oftari og oftari.
Fleiri ymisk løg
- At enda las hann tað, sum lesast skuldi, og eg spældi til sálmarnar, sigur Jørmundur.
Í dag nýtist honum ikki at venja sálmarnar stórvegis frammanundan gudstænastuni. Hann kennir løgini og tí er ikki neyðugt við hesum.
Men Jørmundur svevur tó ikki í hesum, tí honum dámar eisini væl at brúka tey nýggjaru løgini - eisini til teir gomlu sálmarnar.
- Tak til dømis lagið til sálmin nr. 198: Sum ígjøgnum sortar skýggja. Har er mest vanligt at brúka lagið Tag det sorte kors fra graven. Tað havi eg mangan brúkt sjálvur, men nú hevur Heri Eysturlíð skipað eitt annað gamalt føroyskt lag til henda sangin, og tað brúki eg onkutíð.
- Men tað er líkasum at fólk vilja hava tey gomlu og kendu løgini.
Tá hann byrjaði sum urguleikari var bara tann eina nótabókin, tann hjá Bielefeldt í kirkjuni. Seinni keypti hann sjálvur hina nógv nýttu nótabókina, nevniliga Koralbogen.
Urga av Strondum
At Jørmund yvirhøvur var biðin til urguleikara komst helst av at hann um hetta mundið hevði fingið urgu í húsið.
- Eg veit ikki. Eg lærdi meg eitt sindur, hóast eg ikki á nakran hátt vil siga, at eg dugdi at spæla. Hans Edvard greiddi mær frá nótunum, og soleiðis varð tað bara. Eg fekk fatur á einum urguskúla, men eg vil tó kalla meg sjálvlærdan, sigur Jørmundur, sum annars bert spælir við tveimum fingrum.
Urguna fekk Jørmundur í roynd og veru av Strondum. Hetta var ein traðkiurga, sum Stranda skúli ætlaði at skifta út við eina aðra.
Jørmundur hevði onkutíð borið uppá mál heima við hús, at tað hevði verið stuttligt at havt eina urgu í húsinum. Tá so ein lýsing av Strondum um eina slíka urgu kom í bløðini var pápin skjótur at ringja inn hagar.
- Hann kom aftur og segði mær, at nú hevði hann keypt urguna. Og hann hevði keypt hana uttan at hann yvirhøvur hevði sæð hana ella hoyrt, hvussu hon ljóðaði!
- Hon varð bara keypt umvegis telefonina, sigur hann brosandi.
Pápin mundi tó vitað, hvat hann gjørdi. Urgan varð nevniliga keypt frá sjálvum Christiani Høj, skúlastjóra á Strondum, og hann metti tí at hesin maðurin mátti vera álítandi.
Teir gjørdu skjótt av: Fóru í bátin og løgdu leiðina inn á Strendur, hagani urgan varð flutt út aftur í Hest.
- Vit royndu hana áðrenn, og sóu at hon var í góðum standi!
Í summum heimum var fýrur mangan ein plága, men tá teir kannaðu urguna fyri tað, var eingin fýrur at síggja.
- Jú, hon var góð. Eg haldi eisini, at hesar traðkiurgurnar eru betri enn tær elektrisku, sigur Jørmundur,
Syngja ov týtt
Hvønn einasta sunnudag hevur útvarpið eina beinleiðis sending við upptøku frá onkrari gudstænastu kring landið.
Hetta er til stóra gleði hjá teimum, sum av einihvørjari orsøk eru forðað at sleppa til gudstænastu. Hesi lurta trúfast eftir útvarpsgudstænastunum.
Tey, ið dáma væl sálmasang leggja helst til merkis, at orðini í sálmunum eru tey somu, men at tempoið kann vera so ymiskt frá kirkju til kirkju, frá urguleikara til urguleikara.
Sjálvur roynir Jørmundur at halda eitt javnt og gott tempo, hóast hetta ikki altíð er so einfalt, tí kirkjufólkið ikki er so nógv í tali.
Hann minnist ein eldri mann úr Skopun, sum plagdi at sita á loftinum. Hann sang so skjótt, at tað vóru ikki øll sum dámdu hetta so væl.
- Eg haldi tó, at í Christianskirkjuni í Klaksvík syngja tey sera væl. Mær dámar sera væl at hoyra tey syngja - hóast tað kanska onkutíð er í heldur skjótari lagi.
- Vit mugu ansa eftir, at tað ikki bara verður so at sálmurin skal verða liðugur so skjótt sum gjørligt. Annars kann ein missa andaktina í sanginum, slær Jørmundur fast.
Tá sjónvarpið vísir gudstænastur sunnudag roynir Jørmund at hyggja eftir hvør spælir. Men tað er ikki altíð so lætt at vita, hvør tað er, tí ein sær bara nakkan á urguleikaranum.
- Tað hevði verið gott um teir kundu víst hvør spældi til gudstænastuna, ljóðar áheitan hansara.
Tobbi og Hests kirkja
Jørmundur minnist eina sending í útvarpsrásini Lindini, har Jenis av Rana hevði vitjan av tingmanninum Torbjørn Jacobsen. Her tosaðu teir um mong ymisk viðurskifti, m.a. um tónleik og sang.
Í sendingini nevndi Tobbi, at honum dámdi væl tónleik og at hann eisini plagdi at lurta eftir gudstænastunum í útvarpinum.
- Hann segði seg hava hoyrt eina gudstænastu úr Hesti í útvarpinum. Her segði hann, at urguleikarin spældi soleiðis sum fólkið sang.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat hann meinti við. Kanska helt hann tað vera ov saktað, men onnur halda tað vera í fínasta lagi. Soleiðis er!
Ein kirkja úr 7777 steinum
Á fundi í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar sókn í 1908 viðmælir ráðið einum ynski frá bygdarfólkinum í Hesti um at fáa nýggja kirkju. Hetta fæst at vita úr fundarbókini, og helst er farið í holt við arbeiðið beinanvegin, tí longu tvey ár seinni - í 1910 - er kirkjan liðug.
Til formann fyri grótarbeiðinum valdu hestmenn Rasmus Lemvig. Sum formaður varð hann løntur av kirkjugrunninum, men avgjørt varð millum hann og bygdarmenninar, at lønin skuldi falla til kirkjuna. Fyri henda pening varð ljósakrúna keypt. Annars var alt annað arbeiði sjálvboðið.
Magnus Jacobsen arkitektur í Havn - vanliga nevndur Magnus á Kamarinum - hevur teknað kirkjuna. Kirkjan, sum er bygd dygst við bakkatrom, norðan fyri Kvíggjará, og er laðað av gróti uttan og klødd við timbri innan, og er máld uttan 12x24 alin.
7777 steinum sigst hon at vera laðað av. Laðingin sæst tó ikki, tí kirkjan er pussað uttan. Uttan er kirkjan hvítmálað við svartari grund og hevur reytt asbesttak. Tornið er hvítt og reytt.
Kirkjan varð vígd 2. hvítusunnudag (5. juni) 1911 av Fríðrikki Petersen, prósti.
(Kelda: J. P. Gregoriussen: Yngru Hválvkirkjurnar)










