-Vit vilja hjálpa føroyingum at byggja upp eina oljuvinnu

Heldur enn at brúka stóran part av oljuyvirkskotinum til at útbyggja í fjarskotnum londum sum Azerbadjan og Suðurkinesiska havinum, eiga norðmenn at brúka pengar uppá at stuðla eitt nú Føroyum við eini útbygging av oljuvinnu

Jan Múller


Stendur tað upp til norska Senterflokkin- og tað ger tað í stóran mun - so fer nakað meira ítøkiligt at verða gjørt frá norskari síðu fyri at betra um samvinnuna millum Noreg og Føroyar - og somuleiðis við Grønland og Ísland. Tað eru søgd alt ov nógv vøkur orð, uttan at nakrar gerðir liggja aftanfyri. Hetta vil Senterflokkurin, sum er við í norsku minnilutastjórnini, broyta. Og fyri at hetta ikki aftur bert skulu vera tóm orð og lyfti vitjaðu umleið 30 senterpolitikarar, felagsleiðarar o.o. í Føroyum herfyri.

Millum teirra var eisini aðalskrivarin í Senterflokkinum, Per Olaf Lindteigen. Hann er í dag limur av norska stórtinginum. Til seinasta val var hann limur í Fíggjarnevndini hjá stórtinginum.

Per Olaf Lindtegen sigur við Sosialin, at tað í stevnuskránni hjá flokkinum greitt stendur, at útnorðursamstarvið skal mennast og at ikki bert Norðurnoreg skal vera við í hesum samarbeiði. Alt Noreg og allir norðmenn skulu vera við til at menna hetta so týðandi samstarvið í Norðuratlantshavi.


Nógv burturúr

Per Olaf Lindteigen sigur seg hava fingið nógv burtur úr Føroyaferðini og fer hann nú at fyrileggja úrslitið fyri sínum starvsfeløgum, og hesir eru ikki einkisigandi í norskum politikki. Tað eru m.a. oljumálaráðharrin, fiskimálaráðharrin og mentanarmálaráðharrin. Alt ráðharrar, sum so ella so hava og ætlandi skulu hava størri týdning fyri samvinnuna millum Føroyar og Noreg í framtíðini.

Per Olaf Lindteigen sigur, at eisini norðmenn eru sera spentir um úrslitið av føroyska valinum. So skjótt valið er av fer tað nevniliga at koma ein innbjóðing frá norskum myndugleikum til løgmann og oljumálaráðharran at vitja Noreg. Ætlanin var, at løgmaður skuldi fara til Noregs herfyri men hann settist aftur av ringum veðri.

Hóast eitt økt samstarv millum Noreg og Føroyar fer at snúgva seg um fiskivinnu, ferðavinnu, mentan og mangt annað, so dylur aðalstjórin í Senterflokkinum ikki fyri, at norðmenn eygleiða komandi føroysku oljuvinnuna við stórum áhuga.

Hann heldur norðmenn við sínum drúgvu royndum og nógvu vitan á økinum kunnu vera við til at hjálpa føroyingum ávegis, soleiðis at føroyingar eisini sleppa undan at gera tey stóru mistøkini.

Hann vísir á, at tað eru so stór og sterk kapitaláhugamál í hesi vinnu, at ein má vera á varðhaldi. Tað er ikki vist, at stóru multinationalu oljufeløgini eru mest hugað fyri, at Føroyar skulu fáa sum mest burtur úr. Royndirnar aðrastaðni vísa eisini, at oljufeløgini eru mest hugað fyri at kunna taka sum mest av vinningini úr oljuvinnuni skjótast tilber. Og tað er als ikki vist, at hetta er tað, sum gagnar Føroyum best. Tí heldur Per Olaf Lindteigen, at føroyingar eiga at hugsa seg væl um. Føroyingar eiga at hava lóg, sum tryggjar, at rætturin liggur hjá føroyingum. Ein má hava frælsi til at bestemma.


Skal koma fólkinum til góðar

-Vit í Noregi hava frá fyrstan tíð gjørt eina lóggávu, sum hevur tryggjað, at virðið av oljuni er komið fólkinum til góðar, og her haldi eg føroyingar kunnu gera brúk av okkara royndum.

Hann sigur víðari, at fá lond í heiminum hava verið so avgjørd í oljupolitikkinum sum Noreg. Nú Noreg hevur EBS-avtalu við ES er landið eitt sindur meira bundið, men kortini hava norsk virki enn fyrimunir, og haraftrat kemur sersaka norska skattingin av oljuinntøkunum, sum er sera høg, 78% av yvirskotinum.

Per Olaf Lindteigen heldur fyri, at tað kunnu vera støður, har tað veruliga lønar seg at stýra virkseminum, soleiðis at tað ikki verður ov stórt. -I må ikke gå for raskt frem. Tí gera tit tað, verða broytingarnar í samfelagnum alt ov stórar og ov skjótar, at tað fer at skapa ójavnvág og ótryggleika. Oljumenningin má vera í tráð við føroysk ynski og áhugamál og ikki hvussu skjótt útlendsk oljufeløg vilja hava yvirskotið út.

Vit spurdu Per Olaf Lindteigen, um hann heldur føroyingar megna at fyrisita og handfara allar oljupengarnar, um stórar oljukeldur verða funnar her!

-Tað er eingin vanlukka, um ein partur av oljuni liggur órørdur í 100 ella fyri tað 1000 ár. Tit eiga ikki at taka meira upp, enn tykkara samfelag tørvar og tolir.

Uppá fyrispurning, hvussu hann heldur føroyskir myndugleikar skulu fyrihalda sær, um so er, at eini 20 ella 30 oljufeløg søkja um loyvi at bora sigur Per Olaf Lindteigen, at royndirnar í Noregi vísa, at finnur tú fyrst olju, og tað eru nógv oljufeløg, sum gera tað, so er ógjørligt at venda aftur. Tempoið er øgiligt, og torført er at steðga hesum aftur seinni.

-Tí vil eg mæla tykkum til: avmarkið heldur talið á lisensum (loyvum) og leggið tykkum eftir feløgum, sum hava víst í praksis, at tey hugsa uppá longri sikt, og sum góðtaka avgerðirnar hjá myndugleikunum og ikki mótarbeiða áhugamálunum hjá tí landinum, sum tey hava fingið konsessión frá.

Hann vísir á, at norðmenn máttu verða rættiliga avgjørdir mótvegis eitt nú amerikonskum feløgum, soleiðis, at tey røktu og virdu norsk áhugamál.


Privat og almenn oljufeløg

Norðmenn hava í dag trý stór oljufeløg, Statoil, sum er alment, Norsk Hydro, sum er bæði alment og privat, og so Saga, sum er privat. Per Olaf Lindteigen hevur roynt at fylgt við í tjakinum í Føroyum, hvat er best hjá føroyingum at gera á hesum øki.

Hann heldur, at skipan við bæði almennum og privatum oljufelag er góð. Hann heldur eisini, at tað er umráðandi at hava eitt alment felag, sum kann samarbeiða við flest øll onnur oljufeløg, og harvið byggja upp ekspertisu og kompetansu.

Per Olaf Lindteigen vísir á, at talan er um ?very big business?, og at tað tí er ómetaliga týðandi, at føroyingar ikki leggja øll eggini í eina kurv.

-Eiga føroyingar at samstarva við tey norsku feløgini?

-Tað mugu tit sjálvir gera av. Men tað vildi ikki verið ónáttúrligt, tá hugsað verður um mentanarbondini og fyrimunirnar annars framum at samstarva við eitt nú amerikonsk og fronsk feløg. Bretsku feløgini skal eg vara meg fyri at siga nakað um.


Vit vilja hjálpa

Nú Per Olaf Lindteigen skal til at greiða sínum politisku arbeiðsgevarum eitt nú oljumálaráðharranum, frá ferðini í Føroyum, so heldur hann tað ikki vera óhugsandi, at úrslitið kann blíva ein miðvís roynd frá norskari síðu at vera við til at menna føroyska oljuvinnu, og her hugsar hann bæði um at geva føroyingum lut í royndunum á útbúgvingarøkinum, mentanarøkinum og á øðrum økjum. Sjálvur sær hann ikki burtur frá, at norskir oljupengar kunnu brúkast til beinleiðis at gera føroyingar betri førar fyri at møta hesi stóru avbjóðing.

Per Olaf Lindteigen sigur, at nógva staðni í Føroyum møtti hann fólki, sum vóru ørg inn á norðmenn, tí norðmenn eru bara hugaðir fyri samvinnu, tá hetta kann gagna teimum. -Eg havi varhugan av, at føroyingar halda okkum norðmenn vera sera afturhaldandi at lata nakað úr egnum lumma uttan at skula fáa eins nógv afturfyri, og hetta havi eg skrivað mær aftan fyri oyrað. Tað verður ein av boðskapunum eg havi við mær aftur til mínar arbeiðsgevarar í stjórnini.

-Eg síggi tað soleiðis, at tit eru eitt ómetaliga ríkt land bæði so og so. Tað er bara ein spurningur at fáa byrjunarkapital til at fáa maskinaríið at ganga við egnari hjálp. Per Olaf Lindteigen vísir í hesum sambandi á somu støðu, tá teir í senterflokkinum vórðu skuldsettir fyri at ganga biddaraferð til Oslo og økini sunnanfyri, tá teir vildu menna vinnulívið í Norðurnoregi.

-Eg vóni, at úrslitið av hesi ferðini kann verða, at vit gera eina skrá fyri vitjanina hjá komandi løgmanni og oljumálaráðharrra. Vónandi kann niðurstøðan av slíkari vitjan verða, at tað verður mælt til at hjálpa Føroyum við pengum og øðrum at byggja upp føroysku oljuvinnuna. Sjálvur haldi eg tað er meira náttúrligt fyri eitt norskt statsoljufelag at gera íløgur og hjálpa til í Føroyum enn tað, sum nú verður gjørt í fjarskotnum økjum sum Azerbadjan og Suðurkinesiska havinum ella aðrastaðni í heiminum, har vit í veruleikanum als ikki hava traditión fyri at arbeiða og har demokrati als ikki er til.

-Nú kenni eg støðu føroyinga til Noreg og norðmenn, og hetta hevur fingið meg at sanna, at tað er umráðandi at nútímansgera norskan uttanríkispolitikk mótvegis Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Hann sær ikki nakað til hindurs fyri, at ein partur av norska íløguyvirskotinum kann verða brúkt í einum øktum útnorðursamstarvi.