Shipping
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Ì morgin verður stór shippingráðstevna í Norðurlandahúsinum. Fyrireikararnir halda, at tað eigur at bera til at menna føroysku shippingvinnuna, so hon gevur nógv fleiri arbeiðspláss og gerst eitt meira týðandi bein undir føroyska búskapinum.
Ein teirra, sum fer at fylgja við við á ráðstevnuni í morgin, og sum eisini hevur nógv uppá hjartað, er ein av eigarunum av reiðarríinum ”Supply Service” í Leirvík, Tummas Justinussen. Hann er saman við øðrum farin undir eina rættiliga stóra og í føroyskum høpi óvanliga verkætlan, nevniliga at byggja trý frálandaskip til eitt virði uppá einar 750 mill. kr. Skipini verða í løtuni bygd í Noregi.
Vilja skráseta í Føroyum
Stóri spurningurin hjá reiðaríinum eins og hjá øðrum føroyskum reiðaríum er, hvar skipini skulu verða skrásett. Tað er eingin loyna, at fyri Tummas Justinussen eins og aðrar reiðarar, so er tað eitt ynski at fáa skipini skrásett í Føroyum, soleiðis at tey kunnu vera við til at byggja upp eina veruliga shippingvinnu við okkara egnu fólkum.
Men hetta er eftir øllum at døma ikki bara sum at siga tað. Verandi FAS-skipan ger, at vit í Føroyum eru ikki kappingarfør við shippingvinnuna í útlandinum. Tað tvingar tí føroyskar reiðarar til at skráseta síni skip í útlandinum, oftani Danmark ella Noregi, har tey hava ávikavist DIS og NIS, sum eru nógv meira víðgongdar skipanir enn FAS og sum gera, at reiðarí skráseta síni skip har. Skipaninar hava við sær, at partur av manningunum sleppa undan at rinda skatt.
Tummas Justinussen, reiðari: -Hjá okkum, ið skulu fara út í ein marknað, sum er stýrdur av stórum útlendskum fyritøkum, er tað hart nokk í sær sjálvum. Og er tú so ikki kappingarførur aftrat, so verður tað heilt vónleyst.
Hann vísir á ta óhepnu støðu vit eru í í dag, har vit als ikki eru kappingarfør við onnur lond við teimum skipanum, sum eru galdandi í dag.
-Ætlanin hevur alla tíðina verið at skráseta skipini í Føroyum, men eru vit her ikki kappingarfør, so man er noyddur at skráseta tey í øðrum londum.
Tummas Justinussen vísir á, at tað er rætt og slætt desperatur tørvur á vælkvalifiseraðum sjófólki í dag. Fólkini fara sjálvandi, har tey hava mest eftir, tá allar útreiðslur eru farnar av, og tað vera vit noydd at fyrihalda okkum til. Og tað er so ikki við FAS, sum vit hava í dag.
Hann vísir á, at um tey t.d. skráseta eitt systurskip í Norra og eitt í Føroyum, koyra føroyingar umborð á bæði, so hevur tann føroyski skiparin, sum siglir við tí norska skipinum, 66.000 kr. meira eftir netto um mánaðin enn føroyingurin á tí føroyska skipinum. Hetta er so víttgangandi, at tú fær ikki fólk til føroyska skipið.
-Vil man hava hesi skipini skrásett í Føroyum, vil man hava eina vinnu her, so má okkurt gerast við hesi viðurskifti. Vil man tað ikki, so er tað ein ærlig sak. Vit mugu tí gera upp við okkum sjálvi: ynskja vit eina slíka vinnu í Føroyum ella ikki.
Hvussu gera hini
Tummas Justinussen vísir á, at tá vit í Føroyum fara at tosa um at menna eina vinnu, so eiga vit eisini at hyggja eftir, hvussu aðrir hava gjørt. Her er tað nevniliga so, at tað verður ikki eitt supplyskip bygt í heiminum í dag uttan, at helvtin av útgerðini er norsk. Tað ein avleiðing av, at teir hava bygt upp eina vinnu gjøgnum nógv ár, við eini skipan, sum hevur gagnað manning og reiðaríium. Taka vit Danmark, so eru fáar byngjur, sum danir ikki eiga í. Tað er eisini ein vinna sum er bygd upp gjøgnum mong ár.
-Vit mugu tí vera nokkso tolin á inntøkusíðuni, skulu vit hava eina shippingvinnu í Føroyum. Hetta er nakað, sum krevur tíð at byggja upp og sum krevur skipanir, ið gera tað áhugavert at vera her.
Tummas Justinussen vil tí mæla føroyskum myndugleikum til at gera eina kappingarføra loysn. Danmark hevur DIS og Norra hevur NIS. DIS er tann meira einfalda skipanin, sum er ein eftirlønarskipan. Tað landið fær inn er skattur frá reiðaríum, skattur frá fólki, sum arbeiða í management í landi og síðani tað, sum man fær bygt upp av knowhow innan hesa vinnu og sum so aftur skapar grundarlag fyri øðrum virksemi og vøkstri. Skulu vit hava ein møguleika at kappast við aðrar, so mugu fyritreytirnar ikki vera verri enn tað.
Kopiera DIS
-Hvat er idealloysnin fyri okkum?
-Kopiera DIS. Tað sigla millum 500 og 800 føroyingar undir DIS. Í dag verður tað mett at vera í lagi, at man siglur við donskum skipum og ikki gjalda skatt í Føroyum, men man má bara ikki gera tað sama við føroyskum skipum.
-Men hvat sigur tú við tey, sum halda, at tað eru bara tit reiðarar, sum vilja sleppa undan at rinda skatt og vilja sleppa á bíligasta hátt?
-Tað er vanlig føroysk tankagongd. Vit sleppa lættari, um vit vilja. Tað er bara at koyra Kjøpinhavn á reyvina.
Tummas Justinussen ynskir ikki, at henda fatan hansara skal takast sum grenj. Hann ynskir bara at vísa á veruleikan sum hann er – og so fylgjurnar av honum. –Myndugleikarnir skulu ikki broyta lógina fyri okkara skyld. Men eg haldi tað er flóvisligt, um vit billa okkum inn, at vit eru verðinsmenn innan fyri shipping, og veruleikin so er tann, at føroysk skip, sum føroyingar eiga, ið eru fíggjað í Føroyum og mannað við føroyingum, eru skrásett í Danmark. Tað er lítil vissión í tí, nú so nógv verður tosað um vissónir fyri framtíðina, um at fáa fleiri vinnulig bein at standa á osfr. Skulu vit t.d. til at menna hesa vinnuna, so verða vit noydd at gloyma, at reiðarar fáa hetta og fiskimenn hatta. At nú skal hesin og hasin bara ríka seg upp.
Unikur møguleiki
-Broyta vit FAS til DIS, hvussu sær tú so framtíðar shippingvinnuna í Føroyum?
-Føroyingar hava ein unikan, einastandandi møguleika, tí tað er einki land í heiminum, sum hevur so nógv vælkvalisfiserað sjófólk sum vit hava og sum sigla undir útlendskum fløggum. Hví skulu vit altíð vera trælir og leverandørar av arbeiðsmegi. Hví kunnu vit ikki vera okkum sjálvi. Vit hava fullan førleika at taka hetta í egnar hendur.
-Skilur tú ikki, at tað er ikki so lætt hjá føroyskum myndugleikum at góðtaka hetta, at ávisir stættir í samfelagnum skulu sleppa undan at rinda skatt?
-Tað er eitt sindur ringt hjá fólki at skilja, at man góðtekur, at ein partur av føroyingum, sum arbeiða umborð á føroyskum skipi, ikki verða skattaður yvirhøvur. Tað havi eg alla virðing fyri. Veruleikin er bara, at man góðtekur hetta í dag, men tað má bara ikki vera undir føroyskum flaggi.
Tá man góðtekur, at føroyingar sigla í Danmark og ikki rinda skatt í Føroyum, ja var tað so hóast alt ikki frægari, at teir vóru við føroyskum skipum, tí so fekk samfelagið tonasjuskattin, skrásetagjøldini, offshorekontór og annað ”spinof” frá hesi vinnu.
Ringvirkningar
Hjá Supply Service í Leirvík eru tey í dag 8 fólk, og verða skipini skrásett í Føroyum, so verður her talan um fleiri fólk. Tað setir ringar í vatnið og kann verða grundarlag undir øðrum avleiddum virksemi.
-Tað er tann vegin vit mugu hugssa. Vit sleppa ikki undan tí. Soleiðis gera okkara grannar. Vit kunnu ikki fara í Norðsjógvin undir føroyskum flaggi at kappast og hava verri treytir enn kappingarneytarnir. Vit eru longu í útgangsstøðinum nógv verri fyri, tí vit hava ikki royndirnar í sama mun sum aðrir. Kunnu vit so heldur ikki vera kappingarførir í løn, so kunnu vit bara gloyma alt um eina føroyska skippingvinnu í hvussu so er innan frálandavinnuna.
Tummas heldur eisini vit eiga at hugsa um framtíðar møguleikarnar, tá vit finna olju. Hann heldur tað vera rímuliga logiskt, at oljan verður funnin við Føroyar innan 10 ár. Tá fáa vit ein gullrandaðan møguleika. Norðmenn gjørdu tað, tá teir funnu olju í Noregi, at teir frystu allar aðrar út. Teir søgdu treytin var skandinaviskt mál, og harvið vóru bara norðmenn og danir. Og seinni fóru danir eisini út. Norðmenn stýra í dag oljuvinnuni á norska landgrunninum totalt og aldeilis sjálvir.
Vit eiga ikki at vera bláoygdir og halda, at vit eru i fríari kapping á norskum og bretskum øki. Teir hava lagt allar hugsandi tekniskar forðingar fyri tí. Tí hava vit ein ótrúligan møguleika nú, tí norsku reiðaríini skríggja eftir arbeiðsmegi. Vit hava nógvar føroyingar, sum kunnu manna skipini. Tað verða so nógv skip bygd í løtuni, og tørvurin bara veksur.
Góð fólk
Tummas Justinusssen sigur at enda, at tá tú fer í gongd við nakað nýtt, so lærir tú hvønn dag. Tú kemur meira og meira inn í tingini og uppdagar, at støðan er nógv verri enn tú helt. Og her er manglandi kappingarførið við verandi skipan ein av stóru forðingunum.
Ein stór styrki hjá reiðaríinum í Leirvík er tó, at tey hava fingið góð og roynd fólk í nevndina, eitt nú Per Sevig, sum ein tann best kendi offshoremaðurin í Noregi og Tage Bundgaard, sum hevur verið ein av stjórunum hjá Mærsk í fleiri ár og við drúgvum royndum innan offshorevirksemi.
Tummas Justinussen vónar, at ráðstevnan í Havn fríggjadagin fer at viðgera nakrar av hesum spurningum hann hevur nomið við og sum hann heldur eru so grundleggjandi fyri í heila tikið at tosa um at menna eina shippingvinnu.