-Vit mugu øll taka lógvatak saman

-Føroyar eru við at verða afturúrsigldar á rættiliga nógvum økjum nú. Ein av høvuðsorsøkunum er tann, at vit oftani hava eina sera skinklandi tilgongd at taka avgerðir. Eg veit ikki, um tað er tað føroyska lyndið altíð at útseta ting, at bíða og kanska kanna meira osfr, sum er orsøkin! Og so hevur man brúkt orkuna í rættiliga langa tíð til eitt ávíst mál, sum hevur fylt so nógv, at einki annað mál er komið á dagsskrá sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tá "Vinnusíðurnar" hann greiða eitt sindur nærri frá ætlanini um at gera Føroyar til eina av heimsins fremstu tjóðum í ár 2015.

Vinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo




Hóast løgmaður metir hetta málið verða so týðandi fyri okkum øll og tí ikki hevur hug til at blanda hvørki parta- ella samgongupolitikk uppí, so heldur hann kortini, at tað slepst ikki undan at vísa á eina av høvuðsorsøkunum til, at so lítið er hent á vinnuøkinum øll tey seinastu árini.

-Vit hava sitið í seks ár og tungt í hesum sama fullveldismálinum. Og tað slóð meg valkvøldið, at sigursharrarnir eftir fólkatingsvalið vóru júst teir, sum vóru fremstir í tí samgonguni, sum sat í seks ár og ongantíð vendu teimum fyri meg at síggja týdningarmestu spurningunum í samfelagnum, nevniliga, hvat við tí føroyska samfelagnum í framtíðini. Man hugsaði bara eftir ríkisrættarligum linjum. Man hugsaði als ikki um Føroyar í einum globaliseraðum heimi. Man hugsaði ikki um broyttan vinnubygnað ella nakað slíkt.

Løgmaður vísir á, at vinnan í Føroyum hungrar eftir, at samfelagið tekur hana í álvara og viðger, hvussu vinnan í framtíðini skal fóta sær og mugu vit tí spyrja, hvar mørk eru flutt á vinnuliga økinum í mun til kanska fyri 10,15 til 30 árum síðani. Og svarið er øgiliga lítið heldur hann.

Ov lítið hent í ES-málinum
Fyri at ítøkiliggera hetta tekur hann fram ES spurningin. ?Vit tóku í 1974 eina avgerð um at standa uttan fyri ES. Vit fáa eina handilsavtalu fyrst í 90-unum og fáa eina betraða avtalu síðst í 90-unum, men man hevur ongantíð politiskt viðgjørt, um ES goymir í sær aðrar møguleikar, um vit nú høvdu eitt annað tilknýti til felagsskapin, kanska átøkt tí sum Noreg og Ísland hava. Vit síggja, at íslendingar eru komnir so ótrúliga nógv longri enn vit, bæði á búskaparliga og tí vinnuliga økinum, har vit síggja íslendingar framleiða alla staðni í Europa, har teir bjóða av og eru sjónligir í altjóða høpi, meðan vit føroyingar framhaldandi sita her heima og bøla oman á okkara egnu viðurskiftum.

Tað, sum gjørdi at Ísland kom í gongd, var EBS-avtalan. Hon gjørdi, at man varð noyddur til at gjøgnumføra nakrar reformar bæði í fíggjarheiminum og í vinnulívinum í Íslandi, sum man neyvan hevði gjørt av sínum eintingum. Men av tí at teir fingu EBS-avtaluna, fingu teir líkasum óræði uttanífrá til at fáa tey viðurskiftini uppá pláss. Tað var sambart íslendskum búskaparfrøðingum eisini byrjanin til eina nýggja tíð í Íslandi.

Løgmaður sigur seg bera ótta fyri, at um vit ikki taka hesi viðurskiftini upp til viðgerðar nú, so verða vit so langt afturúrsigld, at vit rætt og slætt fáa trupult við at fylgja við. Tí meinar hann, at alt samfelagið sum tað er, ikki bara politikararnir, men vinnan og øll onnur skulu viðgera framtíðina og eisini taka nakrar avgerðir um, hvønn veg hetta samfelagið skal flyta seg.

Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at hann í hesum førinum als ikki hugsar um okkara viðurskifti við Danmark, tí tað er eitt mál fyri seg. ?Í verandi ríkisrættarligu støðu, sum ein meirluti av føroyingum framvegis vil hava okkum í, mugu vit troyta tað potentiali, sum liggur her. Her hugsi eg um nakað ítøkiligt t.d. at kanna, um okkara samstarv við ES er á nøktandi hátt, hvat eg sjálvur ivist í, at tað er, tí ES inniber so ótrúliga nógvar møguleikar, sum vit als ikki gera brúk av í løtuni og sum kundu komið tí føroyska samfelagnum rættiliga nógv til góðar. Tí tað, sum vit hava saman við ES, er stórt sæð bara ein handilsavtala. Men ES er so ótrúliga nógv annað enn bara handil í dag.

Vinnubygnaðurin viðgerast
Løgmaður heldur tað eisini vera uppá tíðina, at vit taka upp sjálvan vinnubygnaðin í Føroyum til viðgerðar. ?Er tað rætt, at vit eru so fokuserað uppá kappingarførið, at vit gloyma at dyrka tær styrkirnar, sum eru í føroyskum vinnulívi og ikki minst teir møguleikar, sum er í vinnulívinum. Vit fokusera nógv uppá í løtuni, at vit tapa í kappingini, tí onnur lond kunnu framleiða tær vørur vit framleiða bíligari. Tí meini eg, at konseptið er skeivt. Vit dyrka okkara veikleikar og yvirsíggja okkara fyrimunir og styrki. Fyrimunirnir liggja sjálvandi í tí, at vit sita á so stórum ríkidømi. Tað liggur rundan um okkum. Vit kunnu taka burtur úr tí, sum vit halda vera best, og tí eiga vit at kunna marknaðarføra okkum við nøkrum vørum, sum eingin kann taka og kappast við okkum um. Og tað skal ganga uppá kvalitet og feskleika. At kappast við kinverjar skulu vit gloyma alt um. Har hava vit ikki ein livandi tjans. Men kinverjar klára ikki at taka okkum í, at vit kunnu levera feskan dygdarfisk niður á europeiska marknaðin, og tað kann eingin taka okkum í. Tí er konseptið í dag ikki rætt og tí skal høvuðsvinnan til at gjøgnumganga nakrar kolveltandi reformar. Tað tekur so tíð, men onkunstaðni skal tað byrja.

Virkisætlan í mai
-Nú nertur tú serstakliga við okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuna. Men her er so nógv annað so sum KT, ferðavinna og ein komandi oljuvinna og so ein alivinna, sum kann byggjast uppaftur.

-Henda tilgongdin, sum nú er byrjað í landsstýrinum, skal enda í mai mánað við eini ítøkiligari virkisætlan. Málið í hesi ætlan er, at Føroyar í 2015 skulu vera millum fremstu londini í heiminum. Og hvat merkir so tað? Jú tað kann merkja, at vit seta okkum sum mál, at 40% av okkara útflutningi skal vera annað enn fiskur. Tað kann so vera KT og ferðavinna og onnur vinna. Eitt annað mál er, hvussu nógva orku vit vilja brúka uppá gransking og menning í 2015. Skulu vit eisini seta okkum eitt mál, sum eitur, at vit vilja brúka 3% av BTU til gransking og menning í 2015, sum er málið øll lond seta sær? Hvussu við útbúgving osfr.! Tað eru so nógv mál, sum tú kanst seta tær, ið undirbyggja tað, at tú er millum heimsins fremstu lond. Men tað merkir so aftur, at vit mugu hava vinnuna við.

Løgmaður sigur seg tí eisini vera sera fegnan um, at Vinnuhúsið og umboð fyri vinnuna hava tikið væl ímóti hesi ætlan og sagt, at hetta er tað, sum man hevur bíðað eftir. ?Tí síggi eg hetta sum eitt øki, ið hevur ligið ov leingi í órøkt, tí man hevur fokuserað so leingi uppá okkurt annað og tá hugsi eg serstakliga um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

Dagsins trupulleikar
-Men kann tað ikki eisini virka sum tit í Tinganesi vilja sleppa tykkum undan at taka støðu og loysa teir akutttu trupulleikarnar, sum eru í vinnuni, tá tit ístaðin fara at tosa um, hvat skal henda um 10 ár?

-Tað kanst tú rímuliga siga. Tað virkar kanska sum man vil flíggja undan dagsins trupulleikum við at seta mál fram til 2015. Vit loysa sjálvandi ikki dagsins trupulleikar við hesum. Men eitt er víst - seta vit okkum fyrst langsiktað mál, tá vit hava alt uppi á tí turra her og nú, so koma vit ongantíð at seta okkum nøkur mál. Tú vil altíð hava gerandis trupulleikar. Men tað, at tú setir mál sum ganga yvir fleiri valskeið, merkir, at tú byrjar at flyta teg. Sjálvandi skulu vit loysa her og nú trupulleikarnar kortini, men eg haldi tað er so vigtugt fyri samfelagið, at man veit, hvønn veg man rekur. Og tí er tað gleðiligt, at andstøðan eisini er við. M.a. hevur formaður Tjóðveldisfloksins meldað út, at hann heldur hetta vera skilagott, og at hann vil taka lut í hesum. Tvs. øll skipanin byrjar at taka undir við hesum, og tað er júst eisini ætlanin. Tí er tað so umráðandi, at vit ikki siga, at hetta er eitt mál fyri samgonguna, fyri løgmann ella fyri landsstýrið. Hetta er málið fyri Føroyar, har øll eru við. Hetta merkir so eisini, at skuldi ein onnur samgonga komið um trý ár, so er málið framvegis tað sama. Og eg haldi vit hava gjørt ov lítið av tí í Føroyum at seta okkum mál, sum fara forbí fleiri valskeið.

Mugu umstilla okkum
-Støðan í vinnuni í løtuni er vánalig. Tað, ið gongur væl, er saltfiskaframleiðslan og trolararnir í Barentshavinum. Men flakavirkan koyrir illa. Alivinnan heilt illa. Er hetta ikki ein sera óhugalig gongd at vera vitni til hjá eitt nú tær sum løgmanni?

-Jú og tað undirbyggir, hvussu neyðugt tað er, at vit taka avgerðir uppá longri sikt, sum krevja, at vit fara undir at umstilla okkum. Vit hava stórar trupulleikar sum er. Flakavinnan er ikki før fyri at forvinna nokk. Taka vit Danmark, so innflyta teir har fyri 11 mia. kr. í fiski, og teir útflyta fyri 17 mia. kr. í fiski. Sjálvir fiska teir bert ein lítlan part, kanska fyri einar 3 mia. kr. Tvs. at teir keypa ein stóran part inn og fáa eina góða forrætning sjálvt við tí kostnaðarstøði, sum er í Danmark. So Danmark er ein av teimum stóru fiskaforedlingstjóðunum í ES í dag. Men uttan at fokusera so nógv uppá veiðuliðið. Har vit føroyingar harafturímóti fokusera sera nógv uppá veiðuliðið sum tað altavgerandi. Løgmaður vísir á, at tá akkumuleringskipanin við ES kemur í gildi, vónandi tíðliga í 2005, fer tað at merkja, at tú kanst sita í Føroyum og keypa inn fisk aðrastaðni frá t.d. úr Noregi, arbeiða hann her og selja hann víðari sum føroyskan.