Natúr Cup, og sunnudagin vóru kyndlamenn aftur omaná í eini tættari, spennandi og dramatiskari uppgerð millum tey bæði høvuðsstaðarliðini. Tríggjar ferðir høvdu dómararnir reyða kortið á lofti, og hvørja ferð [...] Jónsson blokeraði, og bólturin kom í máldómaran, sum stóð inni á vøllinum. Hoyvíkingar ilskaðust, og tað sá eisini út til, at Kyndlavenjarin vardi innanfyri, men spælið steðgaði ikki, og Hannis Wardum setti [...] málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar fingu reyða kortið, og Kyndil fekk fríkast (!). Dómararnir høvdu tá mist takið á dystinum, og teir skulu fegnast um, at so
Men tað er ikki alt, sigur Hans Pauli Strøm og vísir á munin á innflutnings- og útflutningstølunum. ? Malta hevur undirskot av samhandlinum við onnur lond, og tað er teirra stóri trupulleiki. Teirra in [...] eitt sjálvbjargið samfelag, bæði búskaparliga og politikst. ? Men tað tekur tíð at avvikla gomlu skipanina og tað tekur eisini tíð at menna tað vinnuligu og búskaparligu orkuna í samfelagnum. ? Tí meta [...] kunnugt samtykt fyri stuttum við atkvøðunum hjá samgonguni og við atkvøðuni hjá Jenisi av Rana. Andstøðuflokkarnir, tað er Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin atkvøddu ímóti uppskotinum hjá samgonguni
men so skoraðu íslendsku vertirnir og vunnu 1-0. Hesa ferð var talan um undankappingardyst, og tað stóð meiri enn heiður og æra upp á spæl ? bæði hjá spælarunum og hjá venjaranum. Eftir at føroyski venjarin [...] tiga, og ta einu ferðina bríkslaði hann fyri frísparki til føroyingarnar og vísti gula kortið til vánaliga sjónleikaran. Liðavrik Allan Simonsen var smílandi og fryntligur á tíðindafundinum, og aftaná [...] danir at taka til. Og fyri føroyska danskaran tørnaði hetta akkurát soleiðis út í Vilnius leygarkvøldið. Eftir tvey tgepur 1-0 tap á útivølli og heimavølli móti ávikavíst Bosnia og Kekkia, eydnaðist tað
minni virksemi og meiri arbeiðsloysi. Við øðrum orðum kann ein vænta eina tillaging, sum hevur við sær lægri framleiðslukostnað, um ríkisstuðulin fellur burtur. Talan verður fyrst og fremst um trýst niður [...] landinum økist. Men tað er vert at leggja til merkis, at fyrst má stuðulin falla burtur, so mugu lønir/kostnaðir falla og tástani kann virksemið økjast. Og ongin vissa er fyri, at virksemið økist, partvíst tí [...] Lat okkum rokna við einum avløningarparti um 50% (sum er hægri enn bæði í fiskaídnaðinum og í fiskiflotanum), og við at ringávirkanin av føroyskari framleiðslu er tann sama, sum av stuðlinum. Um so er,
Puttjern og Lutvan. Spreingiarbeiði undir hesum báðum vøtnunum førdi við sær at tey fóru at leka, og hóast roynt hevur verið at tetta við sementi og tí heilsuskaðiliga Roca-Gil, so lekur framvegis. Og ikki [...] seg um eftir einum nýggjum og størri flogvølli. Eitt ótal av uppskotum hava verið framd á Stórtinginum gjøgnum sjeyti- og áttatiárini, men øll endaðu í pappírskurvini. Men fyrst í 90?unum kom flogvallar [...] við at seta seg millum gravkýr og lastbilar. Gardermoen skuldi gerast eitt stásiligt portur millum útheimin og Noreg. Her skuldi brúkast norsk byggilist, norskt tilfar og norskir arkitektar. At so meginparturin
skaldsøgum, essaysøvnum og ferðabøkum. Fimm skaldsøgur eru týddar til danskt, tann sætta er á veg. Í nógv ár hevur Saramago búð á Lanzarote, kona hansara er sponsk og hann hevur fyrst og fremst tikið lut í orð [...] Saramago heimsborgari og ein íðin luttakari á altjóða bókmentaligum ráðstevnum. - Hann er forsprákari fyri at verja menniskjað og tað tað stendur fyri, bæði tá ið ræður um umstøður at liva og rættin til at tosa [...] tosa frítt, fram um politiskar og tøkniligar spurningar. Hann umboðar ta mannarøddina, sum setir stór krøv til stóra humorið og satirina, ið vit kenna frá europiskari frásøgutradisjón, ið verjir menniskjað
til málsligt samstarv, til at stuðla útgávu av skúla- og orðabókagerð og -útgávu, umframt til at gera sjónvarpssendingar á móðurmálinum. Orðabøkur fyrst Í hesum umfarinum hevur Norðurnevndin í Norðurlandaráðnum [...] uppskotið hjá Dan R. Petersen og Jógvani við Keldu verður sagt, at tað er av týdningi at ítøkilig stig verða tikin, tí málið og mentanin í smátjóðunum verða hótt. Hvørva málini og mentanirnar í teim smáu londunum [...] størru málini í Norðurlondunum eisini verri fyri og undir størri ávirkan og trýsti. Tí er varðveitingin av málunum hjá smátjóðunum ein felags norðurlendsk byrða og uppgáva, siga teir. Mikudagin í næstu viku
rskeiðnum. Sýningar vera 3 -4 kvøld um vikuna allan mars og apríl mánaða, og møguliga nakað inn í mai. Leikurin verður fyrst spældur í Havn og síðani verður farið at ferðast kring landið. Upptøkuroyndin [...] kona hansara og 16 ára gamla dóttir teirra. Tveir serfrøðingar koma á vitan við teimum ørindunum at niðurleggja hann. Tann eini serfrøðingurin er tilkomin, hin er ungur, millum 18 og 26 ár, og tað er til [...] Verkætlanin er á nógvar mátar nýskapandi og manningin eru øll føroyingar, frá rithøvundi, leikstjóra til teknikkarar. Upptøkuroyndin verður á Meiarínum í Havn og tekur ein dag. Byrjað verður kl. 10.00 við
stóru nøvnunum á festivalinum og tað sæst á atgongumerkjasøluni. Sigrid Rasmussen er 23 ár og úr Havn. Sjálv sigur hon at bakgrundin er klassisk og at hon er trúgvandi og hevur sungið í kóri so langt aftur [...] nógv fólk og hon sang í norska sjónvarpinum. Eftir hetta kom ferð á og Sigrid sang nógvar konsertir og egnar kirkjukonsertir. Eisini gjørdi hon eitt demoband í Svøriki. Sambondini vóru nógv og soleiðis [...] sjónband og verður hetta at síggja á MTV í næstum. 26. oktober kemur so fyrsta plátan, ella fløgan, út og tað er Sigrid sera spent uppá. - Fyrst hava vit hugsað um at klára okkum væl í Noreg og nú kunnu
landsynningi og eystri og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Fyrst upp í ein strúk av eystri og regn. Seinni snarar hann upp í norðan og útnyrðing og minkar vindin [...] Veðrið í dag Hvassur vindur av útsynningi og vestri, skýggjað og ælingur, partvís kavi. Hitin fellur niður í eini 2 stig. Hósnáttina hækkar hann upp í útnyrðing og veksur vindin til skrið. Veðrið hósdagin: [...] vindin til stívt andøvsgul. Kava- ella heglingsælingur og hitin um 2 stig. Fríggjanáttina minkar hann vindin til gul av ymsum ættum, møguliga regn og hitin veksur upp í 5 stig. Veðrið fríggjadagin: Hann