Hósdagin í farnu viku kunngjørdi svenska akademiið, ið letur virðislønir Nobels, at bókmentavirðislønin á hesum sinni fer til portugisiska rithøvundin José Saramago.
- Hann er ein ertingarsamur frásøgumaður, sum sigur frá mýtum samstundis sum hann hevur ein politiskan undirtóna. Sum allir aðrir stórir frásøgumenn heldur hann seg til tað sniðfundiga í frásøgulistini og letur tað yvir til lesaran at finna meiningina, sigur Per Sibast, ið júst hevur týtt skaldsøgu Saramagos "Fortælling om blindhed" til danskt, fyri blaðnum Aktuelt.
Per Sibast er ikki eina løtu í iva um, at Sagamago hevur uppiborið virðislønina.
- Saramago er ein ektaður høvundur av reinum slag. Valið er heppið. Hann er ein originalur skrivandi maður, sum als ikki nýtist at hava politisk ella heimsspekilig sjónarmið, sigur Per Sibast.
Fram um alt er høvundurin Saramago heimsborgari og ein íðin luttakari á altjóða bókmentaligum ráðstevnum.
- Hann er forsprákari fyri at verja menniskjað og tað tað stendur fyri, bæði tá ið ræður um umstøður at liva og rættin til at tosa frítt, fram um politiskar og tøkniligar spurningar. Hann umboðar ta mannarøddina, sum setir stór krøv til stóra humorið og satirina, ið vit kenna frá europiskari frásøgutradisjón, ið verjir menniskjað ímóti skipanunum, sigur Per Sibast.
Úr útjaðaranum
José Saramago var fyri 76 árum síðani borin í heim í einum lítlum landsbýi í Portugal. "Øll stór skøld eru ættað úr lítlari bygd í útjaðaranum", hevur hann eina ferð sagt. Hann hevur latið úr hondum ørgrynnu av bókum, yrkingum, skaldsøgum, essaysøvnum og ferðabøkum. Fimm skaldsøgur eru týddar til danskt, tann sætta er á veg.
Í nógv ár hevur Saramago búð á Lanzarote, kona hansara er sponsk og hann hevur fyrst og fremst tikið lut í orðaskiftinum um spanskar bókmentir.
Portugal hevur mangan fingið av at vita frá honum. Hann hevur kallað tað eitt svøvntungt og ómentað land. Hinvegin hevur hann havt stóra ávirkan á bókmentaliga kjakið í heimlandinum og tey eru uttan iva errin av honum nú.
José Saramago hevur fleiri ferðir verið í uppskoti til bókmentavirðisløn Nobels.