Leikarafelag Føroya leitar eftir einum ungum mannligum sjónleikara. Tað er í sambandi við, at felagið fer undir at seta upp ein nýskrivaðan føroyskan sjónleik. Upptøkuroynd verður longu leygardagin 31. okt.
Áhugin fyri at spæla sjónleik millum ung er stórur og eingin
ivi er um, at millum hesi eru fleiri sera evnaríkir sjónleikarar. Upptøkuroyndin fer at geva einum teirra møguleika at royna seg sum yrkissjónleikara.
Vitapassarin
Sjónleikurin, talan er um, er Vitapassarin eftir Rakel Helmsdal. Heitið er ikki avgjørt endaliga enn, tí leikurin er ikki liðugt skrivaður.
Leikurin fer fram á einum vita. Á vitanum búgva vitameistarin, kona hansara og 16 ára gamla dóttir teirra. Tveir serfrøðingar koma á vitan við teimum ørindunum at niðurleggja hann. Tann eini serfrøðingurin er tilkomin, hin er ungur, millum 18 og 26 ár, og tað er til henda leiklutin, Leikarafelagið sóknast verður eftir leikara.
Leikurin verður fyrsti stóri leikurin, ið verður settur upp í nýggja sjónleikarhúsinum á Meiarínum. Verkætlanin er á nógvar mátar nýskapandi og manningin eru øll føroyingar, frá rithøvundi, leikstjóra til teknikkarar.
Upptøkuroyndin verður á Meiarínum í Havn og tekur ein dag. Byrjað verður kl. 10.00 við felagsupphiting, venjingum, improvisatión o.ø. Seinnapartin verður einstaklingaarbeiði, t.d. við teksti, sum viðkomandi fær tilsent áðrenn.
Sjálvar venjingarnar byrja 4. januar og frumsýningin av leikinum verður 6. mars. Hetta tíðarskeiðið verður arbeiðstíðin vanliga gerandisdagar frá kl. 9.00 til 16.00, tó má roknast við longri arbeiðstíð móti endanum av venjingartíðarskeiðnum.
Sýningar vera 3 -4 kvøld um vikuna allan mars og apríl mánaða, og møguliga nakað inn í mai. Leikurin verður fyrst spældur í Havn og síðani verður farið at ferðast kring landið.
Upptøkuroyndin verður leygardagin 31. oktober á Meiarínum í Havn. Tilmelding fer fram á Leikarafelag Føroya og síðsta freist at tekna seg er 23. oktober kl. 16.00.








