Norðurlendskir pengar til føroyskar orðabøkur

- Í komandi mánaði skal Norðurlandaráðið taka støðu til uppskotið hjá føroysku umboðunum í ráðnum, Dan R. Petersen og Jógvani við Keldu, um at pengar verða settir av á fíggjarlógini hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum til at styrkja um tey smáu málini í Norðurlondum.

Gongst sum føroysku limirnir í Norðurlandaráðum ætla og vóna, fáa smátjóðirnar í Norðurlondum 1 til 1,5 mill. kr. í fíggjarárinum næsta ár frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til orðabókagerð. Talan er um londini Føroyar, Ísland, Grønland og Sámaland.

Føroysku limirnir í ráðnum Dan R. Petersen úr Javnaðarflokkinum og Jógvan við Keldu úr Fólkaflokkinum hava skotið upp, at tiltøk verða sett í verk, sum styrkja støðuna hjá málunum í smátjóðunum. Í fyrra lagi, at Norðurlandaráðið setir tað sum mál at stuðla varðveitingini og arbeiðinum at styrkja smæstu málini í Norðurlondunum, og í øðrum lagi, at pengar á hvørjum ári verða settir av á fíggjarlógini hjá Ráðharraráðnum, undir upphæddini til málsligt samstarv, til at stuðla útgávu av skúla- og orðabókagerð og -útgávu, umframt til at gera sjónvarpssendingar á móðurmálinum.


Orðabøkur fyrst

Í hesum umfarinum hevur Norðurnevndin í Norðurlandaráðnum valt at viðmæla stuðli til orðabókagerð. Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og hvørja lagnu, tað fær, verður gjørt av á fundinum í næsta mánaði í Oslo. Í upplegginum til fundin viðurkennir Norðurnevndin slóðbrótandi arbeiðið at skapa eitt grundarlag undir ein norðurlendskan málpolitikk.

- Alt kann henda, men møguleikin fyri, at uppskotið verður samtykt er stórur. Vit hava fingið góðan stuðul frá okkara starvsfeløgum, Dan frá teim sosial demokratisku og eg frá konservativa bólkinum, sigur Jógvan við Keldu.

- Eg ivist ikki í, at uppskotið verður samtykt, sigur Dan R. Petersen.


Málnevndin

Verður uppskotið samtykt verður upphæddin, Ráðharraráðið setir av, latið Norðurlendsku Málnevndini at umsita. Henda nevndin er sett saman av málnevndunum í Norðurlondunum og føroyska umboðið er Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í teirri føroysku málnevndini.

- Okkara uppgáva sum limir í Norðurlandaráðnum er at fáa til vega karmarnar. Vit fara ikki at gera av, hvussu pengarnir verða brúktir, sigur Jógvan við Keldu.

- Tey, ið arbeiða við orðabókagerð og -útgávu kunnu søkja Norðurlendsku Málnevndina um pengar. Hvørjar útgávur vit eiga at leggja okkum eftir, fara vit ikki at blanda okkum uppí, men hugsast kann, at orðabøkur, vit hava størstan tørvin á, verða raðfestar høgt. Hinvegin er eitt nú orðabók úr russiskum í føroyskt og øvugt ávegis, sigur Dan R. Petersen.


Ikki nýtt

Spurningurin um, hvussu smáu málini í Norðurlondum kunnu varðveitast hevur verið reistur fleiri ferðir í Norðurlandaráðnum, á fundum og á serligum ráðstevnum. Tá ið Marita Petersen og Jørgen Niclasen sótu í ráðnum farna valskeið varð eisini arbeitt við tankanum um at taka ítøkilig stig til frama fyri smáu málini. Á ráðstevnu í fjør vóru fleiri uppskot frammi um, hvat tænir málinum og mentanini í smátjóðunum best. Fred Karlsson, professari á lærda háskúlanum í Helsingfors, segði, at ein máti er at bøta og styrkja um móðurmálsundirvísingina. Björn Bjarnason, íslendski mentamálaráðharrin segði, at kunningartøkni eigur at verða gagnnýtt til frama fyri móðurmálið umframt at miðað eigur at verða ímóti at gera sjónvarpssendingar á móðurmálinum.

Í viðmerkingunum til uppskotið hjá Dan R. Petersen og Jógvani við Keldu verður sagt, at tað er av týdningi at ítøkilig stig verða tikin, tí málið og mentanin í smátjóðunum verða hótt. Hvørva málini og mentanirnar í teim smáu londunum verða størru málini í Norðurlondunum eisini verri fyri og undir størri ávirkan og trýsti. Tí er varðveitingin av málunum hjá smátjóðunum ein felags norðurlendsk byrða og uppgáva, siga teir.

Mikudagin í næstu viku skipar Norrøna Felagið í Føroyum fyri fundi í Norðurlandahúsinum, har føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum greiða frá kørmum og úrslitum í arbeiðinum.