Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo
Kl. 19.32 mikukvøldið lætti seinasta ferðafólkaflogfarið frá Fornebu flogvøllinum í Oslo. Samstundis fóru lastbilar og onnur flutningstól undir at flyta restina av Fornebu-útgerðini til Oslo Lufthavn Gardermoen. Alt skuldi standa klárt morgunin eftir, tá Gardermoen alment læt upp sum høvuðsflogvøllurin hjá norðmonnum. Líka síðani 1939 hevur Fornebu verið flogvøllur, men miðskeiðis í trýssunum fóru politikarar at hyggja seg um eftir einum nýggjum og størri flogvølli. Eitt ótal av uppskotum hava verið framd á Stórtinginum gjøgnum sjeyti- og áttatiárini, men øll endaðu í pappírskurvini.
Men fyrst í 90?unum kom flogvallarspurningurin aftur á borðið. Kappingin millum eini fýra kommunur kring Oslo var hørð, men at enda avgjørdi Stórtingið at Gardermoen skuldi gerast nýggi altjóða flogvøllurin hjá norðmonnum. Har hevur flogvøllur verið í nógv ár. Flogvápnið hevur eina støð har, og meginparturin av ferðafólkunum sum skulu «suðureftir at sleikja sól» hava í nógv ár verið noydd at flúgva frá gamla Gardermoen. Orsøkin var at Fornebu ikki megnaði at taka ímóti øllum charter-flogførunum.
Kl. 06.52 hósmorgunin fór fyrsta ferðafólkaflogfarið frá Oslo Lufthavn Gardermoen.
Hetta er størsta byggiætlan, sum er gjøgnumførd á landi í Noregi. Gardermoen hevur langa flogsøgu. Polarhetjan brast í bakkan tá hann sum fyrsti norðmaður skuldi taka altjóða flogloyvið í 1914. Seinastu tvey árini áðrenn tann nýggi vøllurin opnaði, hava fleiri flogskiparar verið nær við at endurtaka Amundsen. Fleiri ferðafólkaflogfør hava nevniliga verið líka við at seta seg millum gravkýr og lastbilar.
Gardermoen skuldi gerast eitt stásiligt portur millum útheimin og Noreg. Her skuldi brúkast norsk byggilist, norskt tilfar og norskir arkitektar. At so meginparturin av arbeiðsfólkunum hava verið sviar er ein onnur søga. Tað hevur nevniliga verið næstan ómøguligt at fáa hendur á norskum handverkarum seinastu árini orsakað av einum øgiligum trýsti á byggimarknaðin.
Bjørn Sund hevur havt leiðsluna av byggingini av sjálvum flogvøllinum og terminalinum. Hann kom frá fyrireikingarbólkinum til OL á Lillehammer, og royndirnar frá tí tiltakinum hevur hann brúkt í samband við Gardermoen. Millum annað minnir innskrivingarhøllin nógv um Víkingaskipið á Hamar (ein av íshallunum undir OL).
Í 1992 avgjørdu politikararnir at Gardermoen skuldi byggjast. Hetta var endin á einum langum og torførum dysti millum ríkispolitikarar og lokalpolitikarar um, hvar tann nýggi vøllurin skuldi liggja. At at hann skuldi byggjast var eingin ivi um.
Stríðið um flogvøllin er gamalt, og eini 20 ymiskt staðarnøvn hava verið við í orðaskiftinum. Longu áðrenn teir fóru at byggja Fornebu í 1933 var ósemjan týðulig. Nakar flogvøllur var heldur ikki talan um á Fornebu fyrrenn teir virknu og effektivu týskararnir gjørdu Fornebu lidnan undir krígnum. Og meðan týskarar vóru í gongd við Fornebu, so fóru teir í somu handavend undir at byggja ein flogvøll á Gardermoen. Hetta førdi við sær at orðaskifti um flogvall kódnaði. Men tað gingu ikki nógv ár, áðrenn eldur aftur kom í. Jet-flogførinum komu á skránna, og grannarnir hjá Fornebu ynsktu at sleppa undan ganginum. Tískil samdust 50.000 Fornebu-grannar í 1957, at nú høvdu tey fingið nokk. Tey bjóðaðu seg fram til at keypa Fornebu, og steðga ferðsluni. Tilboðið bleiv avvíst av myndugleikunum.
At byggja ein nýggjan altjóða flogvøll er ikki bara at siga. Eitt risastórt umráði er nú innhegnað og innanfyri eru tvær breytir sum kunnu brúkast samstundis. Tað vil siga at tvey flogfør kunnu lenda og tvey fara avstað samstundis.
Men undir astfaltinum liggja minnini eftir 250 húsaeigarunum sum noyddust at flyta frá sínum heimum. Fyri nógv av hesum er flogvallarbyggingin ein sorgarleikur, og tey eru framvegis ikki heilt liðug við stríðið um eitt rættvíst endurgjald fyri at hava mist t.d. eitt barnaheim. Tilsaman hevur Oslo Lufthavn Gardermoen yvirtikið 730 bygningar, harav 339 húsaíbúðir. Fyrsta tilboðið frá myndugleikunum var langt undir marknaðarprísinum, og ikki fyrrenn dómstólurin hevði talað, broyttu myndugleikarnir hetta tilboðið til tað betra fyri ognararnar.
700 milliónir krónur hevur tann skjóttgangangandi togrutan frá Oslo til Gardermoen higartil kostað meir enn upprunaliga ætla. Meðan sjálvur flogvøllurin bleiv liðugur til tíðina innanfyri tað kostnaðarrammu sum bleiv løgd í 1992, so kann ikki tað sama sigast um nýggju togleiðina úr Oslo til Gardermoen. Alt gekk eftir ætlan, heilt til teir vóru komnir væl áleiðis í Romeriksporten, eitt 13,8 kilometrar langt berghol. Nýmótans tok skulu í framtíðini brúka hetta bergholið. Men nær tað vita vit ikki. Tað vísti seg nevniliga, at teir meir ella minni høvdu tikið proppin úr fleiri vøtnum, og nú er proppurin horvin. Eystanfyri Oslo liggur eitt nátturðuvakurt øki, og her eru eisini nógv vøtn. Fleiri av hesum vøtnunum eru í dag minkað niður í einki. Í dag er hol í botninum á Puttjern og Lutvan. Spreingiarbeiði undir hesum báðum vøtnunum førdi við sær at tey fóru at leka, og hóast roynt hevur verið at tetta við sementi og tí heilsuskaðiliga Roca-Gil, so lekur framvegis. Og ikki fyrrenn lekin er tettur kann bergholið brúkast. Teir hava brúkt 700 milliónir meir enn ætlað til hesa tetting, og skulu brúka minst 400 milliónir afturat.
Noreg hevur fingið ein nýggjan stásiligan flogvøll. Sjálvur terminalbygningurin er nýmótans har træ, grátt betong og myrkir flisar er byggitilfarið. Fólk hava verið í øðini tí nú verður longri at ferðast til flogvøllin, men nútíðarfólk ynskja heldur ikki gangin frá flogførunum. Tí byggja myndugleikarnir ikki longur flogvallir nær stórbýum og høvuðsstøðum. Í staðin vera flogvallir lagdir langt frá fólki, og so verður í staðin buss- bil-, tok- og ferjusambandið bygt út.
Norðmenn hava valt eina loysn sum ikki er so ólík tí vit hava í Føroyum. Og sjálvt Oslo-fólk fara at venja seg við at tað tekur eitt sindur av tíð at koma til Gardermoen.