Johannesen og Eli Falkvard Nielsen eru nýggir í landsliðshópinum, og teir gleða seg til dystin ímóti Sveis, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 9. juni klokkan 19:45. Sveis, van í novembur í fjør vann 2-0 á S [...] seg væl til dystin, og síðani mánadagin hevur liðið havt fimm venjingar á Tórsvølli. Tveir spælarar hava ikki verið partur av A-landsliðnum fyrr, talan er um Patrik Johannesen og Eli Falkvard Nielsen [...] Nielsen. Aftaná seinastu venjingina fekk FSF Varpið orðið á Patrik og Eli, sum sjálvandi gleða seg til stóru uppgávuna ímóti sveisarum, og teir vónandi eisini at fáa nakrar minuttir á vøllinum.
aftur at síggja, 20 ár eftir at seinasti partur varð vístur. Tiltikni leikstjórin David Lynch hevur skrivað og leikstjórnað Twin Peaks røðina, sum snýr seg um yvirnatúrligar hendingar, og hann stendur eisini [...] pørtunum. Í 1990 og 1991 vóru tvær sesongir av Twin Peaks sýndar, men síðani steðgaði røðin, tí framleiðararnir hildu, at hyggjaratalið var ov lágt. Kultrøðin hevur tó havt trúfastar fjepparar, og nú halda rásin [...] rásin Showtime og leikstjórin David Lynch, at tíðin er komin at gera comeback. Nýggja sesongin av Twin Peaks byrjar við einum tveimum tímar longum parti, og samanlagt er røðin hesaferð 18 tímar til longdar
26. og 27. apríl skipar MB fyri sølustevnu, sum verður hildin í Bygdarskúlanum í Miðvági og á økinum kring skúlan Uttan fyri skúlan verður talan um bilaframsýning, og innan dura verða básar hjá fleiri [...] undirklæðir, prýðislutir og annað verður at síggja. Hartil verður eisini skipað fyri undirhaldið til bæði børn og vaksin. Stevnan verður opin báðar dagarnar frá kl.14.00 ? 20.00. Eftir tiltakið verður [...] verður skipað fyri almennum dansi har Sámal Ravnsfjall, Uni Reinert Debess, Kolbein Simonsen og Brandur Jacobsen fara at spæla. Frá leygarmorgni 26. apríl kl.06 til sunnumorgun 27. apríl, koyra øll akfør ókeypis
í listini. Tøknið er træ og linoliumsskurður. Tað er sjálvt tann útskorna og málaða plátan sum er listaverkið, ikki eitt prent av plátuni. Ein sjálvstøðug rytma er í myndunum og myndevnið er sum oftast [...] verkum hjá Astri Luihn upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Astri Luihn er útbúgvin MA á universitetinum í Olso. Bæði tónleikurin og grafikkurin hava fylgt henni frá barnsbeini. Í dag er tað grafiski [...] oftast fuglar, fuglarøkur og aðrir figurar Framsýningin verður opin til 17. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.
fram í høgru og sendi so bóltin framvið Petur Meinhard Magnussen í B68 málinum. 55) 2-0 2-0: Andy Ó. Olsen ÍF hevur lagt seg framum 2-0. Vongverjin í vinstru, Andy Ó. Olsen, setti ferð á og samanspældi [...] 6-1, og tá bendi einki á, at ÍF fór at hava nakran møguleika at flyta upp. Í dag hevur B68 verið í Fuglafirði, og nú rigga toftamenn til at fara úr Fløtugerði við eyðmýkjandi tapi. ÍF vann 5-0 og segði [...] neyðugt at vinna í hvussu so er bronsuplássið. Gongdin og úrsliltið í Fuglafirði í dag hevur eisini stóran áhuga í Vágum og á Argjum. 07 Vestur og AB eru undir niðurflytingarstrikuni. Um tað bara verður
tølini, sum spanskar sjónvarpsstøðir hava kunngjørt. Tann konservativi og tjóðskaparsinnaði flokkurin CiU fær sambært tølunum millum 54 og 57 av teimum 135 sessunum í landspartatinginum. Tað er minni enn seinast [...] vinstrasinnaði ERC-flokkurin, sum eisini er fyri loysing, fær sambært teimum fyrstu tølunum millum 20 og 23 tinglimir, so saman hava teir báðir loysingarflokkarnir meiriluta í tinginum. CiU hevur sagt, at [...] Men sambært sponsku grundlógini er tað bara ríkisstjórnin í Madrid, sum kann skriva út fólkaatkvøðu, og hon hevur gjørt púra greitt, at hon fer ikki at góðtaka nakra loysingarfólkaatkvøðu.
steðgaði upp aftaná steðgin, og tapti seinna hálvleik 11-20, og harvið dystin 29-35. Úrslitið kemur illa við hjá KA í royndunum at vinna seg millum átta tey fremstu liðini, og harvið sleppa í endaspælið [...] Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í KA spældu í dag móti botnliðnum, ÍR á útivølli í Reykjavík í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Tað endaði við 35-29 sigri til ÍR. KA var á
arnir og onnur kring landið, sum á hvørjum ári syrgja fyri jólagávum til sjófólk. Nú allir pakkarnir eru bornir út og tilsamans hava 109 skip fingið pakkar. Hesi 109 skipini eru 71 fiskiskip, 20 skip í [...] í frálandavinnuni, 14 farmaskip og 4 onnur skip. Og tilsamans er talan um 1.172 sjófólk, sum eru við hesum skipum og sum sostatt hava fingið okkurt at pakka upp jólaaftan Á myndini er tað Kurashov Sergiy
Palmqvist, familju- og sálarterapeutur, sum fer at luttaka fyrstu sendingarnar. Steen Palmqvist er royndur og kendur terapeutur. Hann býr í Føroyum í eitt ár, og hann hevur havt møti og skeið ymsastaðni í [...] í landinum. Sendingin er at hoyra á Lindini leygarkvøld kl. 20.00, sunnudagar kl. 15.00 og hósdagar kl. 16.00
kallaður aftansfiskur. Tey sum áttu jørð ótu eisini fekst og ræst kjøt á jólum. Siðvenjan við at eta gás og dunnu á jólum er fyrst vorðin vanlig fyrst í 20. øld, tá komfýrar gjørdist vanligir í Føroyum. Hesin [...] Tað er øgiliga ymiskt hvat føroyingar eta á jólum, og fevnir tað millum annað um gás, dunnu, ræst kjøt, ræstan fisk og fleskasteik. Upprunaliga var tað serliga ræstur fiskur, ið var jólamatur í Føroyum