Í mai mánaði verður sjónvarpsrøðin Twin Peaks aftur at síggja, 20 ár eftir at seinasti partur varð vístur.
Tiltikni leikstjórin David Lynch hevur skrivað og leikstjórnað Twin Peaks røðina, sum snýr seg um yvirnatúrligar hendingar, og hann stendur eisini á odda fyri teimum nýggju pørtunum.
Í 1990 og 1991 vóru tvær sesongir av Twin Peaks sýndar, men síðani steðgaði røðin, tí framleiðararnir hildu, at hyggjaratalið var ov lágt. Kultrøðin hevur tó havt trúfastar fjepparar, og nú halda rásin Showtime og leikstjórin David Lynch, at tíðin er komin at gera comeback.
Nýggja sesongin av Twin Peaks byrjar við einum tveimum tímar longum parti, og samanlagt er røðin hesaferð 18 tímar til longdar.