Valdu loysingarflokkarnar

Flokkarnir, sum vilja hava landspartin Katalonia at loysa frá hinum partinum av Spania, hava vunnið landspartavalið í dag. Tað vísa tey fyrstu tølini, sum spanskar sjónvarpsstøðir hava kunngjørt.

Tann konservativi og tjóðskaparsinnaði flokkurin CiU fær sambært tølunum millum 54 og 57 av teimum 135 sessunum í landspartatinginum. Tað er minni enn seinast, tí tá fekk flokkurin 62 tinglimir.

Men tann vinstrasinnaði ERC-flokkurin, sum eisini er fyri loysing, fær sambært teimum fyrstu tølunum millum 20 og 23 tinglimir, so saman hava teir báðir loysingarflokkarnir meiriluta í tinginum.

CiU hevur sagt, at hann fer at skipa fyri einari fólkaatkvøðu í Katalonia um loysing. Men sambært sponsku grundlógini er tað bara ríkisstjórnin í Madrid, sum kann skriva út fólkaatkvøðu, og hon hevur gjørt púra greitt, at hon fer ikki at góðtaka nakra loysingarfólkaatkvøðu.