Nýggj evnissending í Lindini

Sendingin ”Í Dýpdina” verður nú at hoyra á Lindini

Sendirøðin ”Í Dýpdina” viðger ymisk evni, har ið tey fara í dýpdina um hesi evni.
- Sendingin er ætlað øllum sum ynskja fáa eitt størri innlit um eitt ávíst evni. Øll kunnu seta tíð av til at lurta, tí at sendingarnar eru avmarkaðar til umleið ein hálvan tíma, stendur á heimasíðuni hjá Lindini.
Fyrstu sjey sendingarnar verður familjan sett í brennidepilin. Tað verður Steen Palmqvist, familju- og sálarterapeutur, sum fer at luttaka fyrstu sendingarnar.
Steen Palmqvist er royndur og kendur terapeutur. Hann býr í Føroyum í eitt ár, og hann hevur havt møti og skeið ymsastaðni í landinum.
Sendingin er at hoyra á Lindini leygarkvøld kl. 20.00, sunnudagar kl. 15.00 og hósdagar kl. 16.00